Skriva út

Nýggj altarbók løgd fram í Havnar kirkju

02.07.2019 Tíðindi
Altarbók1.jpg

Dagin eftir, at Altarbók Føroya kirkju var løggild av Føroya løgmanni, var altarbókin løgd fram í Havnar kirkju – dómkirkjuni 25. juni 2019.

Eftir at løgmaður hevði borið fram eina heilsan, handaði løgmaður biskupi, Jógvani Fríðrikssyni, altarbókina til nýtslu í fólkakirkjuni. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Høgni Hoydal, fekk eisini handa eitt eintak av altarbókini.

Biskupur og Emil Olsen, komandi stiftsprestur, greiddu frá arbeiðinum við altarbókini og Handbók Føroya kirkju, sum eisini var løgd fram henda sama dag.

Biskupur segði m.a., at tvær nevndir hava arbeitt við altarbókini – altarbókanevnd 1 og altarbókanevnd 2. Hetta hevur verið eitt drúgt arbeiði, sum nú loksins er komið á mál.

Emil Olsen, ið hevur havt eitt serligt tilknýti til arbeiðið við altarbókini og handbókini, greiddi frá tí innihaldsliga í báðum bókunum.

Í ár eru liðin 80 ár síðani altarbókin kom út á fyrsta sinni. Í 1939 var føroyskt góðkent sum kirkjumál.

Føroyskt Kirkjumál hevur staðið fyri útgávuni av altarbókini og handbókini.

Orð: UN

Mynd: Finnur Justinussen