Nýggi Sáttmálin endurskoðast!
Slóðbrótandi útgávan, var serliga ætlað ungum og teimum, ið ikki kenna bíbliuna væl, men nógv onnur hava eisini havt stóra gleði av hesi útgávu. Nú gott hálvtannað ár seinni, eru undir 500 eintøk eftir av upplagnum á 3.000, ið bendir á at tørvurin hevur verið stórur.
Frá byrjan var ætlanin at endurskoða útgávuna, og nú verður farið undir arbeiði, ið ætlast av vera liðugt um gott ár. Tað er forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum stendur fyri arbeiðnum, og tá endurskoðanin er liðug er eisini ætlanin at útgeva Nýggja Sáttmálan sum app.
Ein bólkur er settur at endurskoða Nýggja Sáttmálan, men alt Føroya fólk fær nú møguleika at taka lut. Eitt talgilt skjal er gjørt, har øll kunna koma við viðmerkingum. Skjalið er á hesi leinkjuni: http://ns-vidmerking.biblia.fo
Í skjalinum, er gjørligt at gera viðmerking til útgávuna sum heild, ella vísa til kapittul og vers, og møguligt er at gera fleiri viðmerkingar. Freistin at lata inn viðmerkingar, er heilt fram til 31. august 2019. Bíbliufelagið vónar at øll sum hava nakað at viðmerkja, taka av hesum møguleika.
Meiri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826.
www.biblia.fo