Skriva út
Nýggi parturin av kirkjugarðinum vígdur
03.02.2020 Tíðindi
Í dýrdarveðrinum í dag, sunnudagin 2. februar 2020, varð nýggi parturin av kirkjugarðinum vígdur.
Símin P. Jacobsen, prestur, vígdi nýggja partin av kirkjugarðinum. Sera nógv fólk vóru samlaði til vígsluna.
Morgunin byrjaði við, at Kirkjuráðið bjóðaði morgunmat áðrenn gudstænastuna. Eftir gudstænastuna var vígslan.
Tað er Ronald Poulsen saman við Munin, sum hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi. Nýggi parturin av kirkjugarðinum hevur pláss fyri 180 gravum.
Kelda: Sjóvar Kommuna.
Onnur tíðindi