Skriva út

Nú verður aftur kirkjugongd í Havnar kirkju

23.07.2015 Tíðindi
Nú verður aftur kirkjugongd í Havnar kirkju

Sunnudagin 26. juli kl.11.00 verður aftur kirkjugongd í Havnar kirkju, dómkirkjuni.
Stóra umvælingararbeiðið í Havnar kirkju hevur gjørt, at kirkjan hevur verið stongd síðani eftir nýggjár.

Umfatandi umvælingararbeiði
Kirkjan hevur fingið eina stóra umvæling innan og uttan: gólvini í forkirkjuni, kórinum og lutvís á pulpiturinum/kirkjuloftinum eru tikin upp, umvæld, styrkt og løgd av nýggjum. Nýtt klæði er lagt á altarið, altarringin, fótskørina og prædikustólin. Elveitingin er løgd av nýggjum, og bøtt er um ljósviðurskiftini í kirkjuni. Ljósakrúnurnar eru umvældar og reinskaðar, eins og gjørt er við aðrar kirkjulutir. Altartalvurnar hava fingið smávegis ábøtur, og kirkjan er málað innan og uttan.

Uttan eru ábøtur eru gjørdar á klædning og á vindeygu.Túnið kring kirkjuna er skipað av nýggjum, og er nú lagt við føroyskum grótflísum. Nýggir ljóssteyrar eru settir upp.

Elsta trækirkja í Føroyum
Havnar kirkja er elsta trækirkja í Føroyum. Kirkjan er bygd í 1788 og umbygd í 1865. Við millumbilum hava verið gjørdar umvælingar og ábøtur í kirkjuni. Tá ið kirkjan varð 200 ár, vóru gjørdar stórar umvælingar. Eisini fyri aldaskifti vóru gjørdar ábøtur í kirkjuni. Fyri fimm árum síðani var tornið umvælt.

Havnar kirkja er ein av kirkjunum í Føroyum, sum er friðað. Hetta merkir, at serlig atlit eiga at verða tikin til alt, sum gjørt verður í kirkjuni innan og uttan.

Nýggjur messuakul
Sunnudagin verður eisini nýggjur messuakul tikin í brúk, sum Súsan í Jákupsstovu hevur gjørt. Messuakulin er grønur. Grøni liturin verður fyri tað mesta brúktur í trinitatistíðini.

Hátíðargudstænasta og konsert
Kl.11.00 sunnudagin verður hátíðargudstænasta. Jógvan Fríðriksson, biskupur,
prædikar.
Kl 16.00 verður guitarkonsert við Alva Joensen, sum hevur vunnið
Polariskappingina í 2015
Kl.21.00 verður felagssangur og solosangur við Jensinu Olsen.

Kirkjan opin fyri vitjandi
Hesi tiltøk verða í kirkjuni í tíðarskeiðinum 26.juli-1.august:
Sunnudagin 26. juli
kl. 10.00 til 18.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
kl.11.00: Hátíðargudstænasta.
Mánadagin 27. juli
kl. 10.00 til 18.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
Týsdagin 28. juli, ólavsøkuaftan
kl. 17.00: Konsert við Ernst og vinmonnum.
Mikudagin 29. juli, ólavsøkudagur
kl. 10.00 til 15.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
kl. 11.00: Ólavsøkugudstænasta, Ann Dahl Hansen, prestur,
prædikar.
Hósdagin 30. juli
kl. 14.00 til 18.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
Fríggjadagin 31. juli
kl. 14.00 til 18.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
Leygardagin 1. august
kl.10.00 til 18.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
Sunnudagin 2.august
kl.10.00 til 16.00: Kirkjan er opin fyri vitjandi.
kl.11.00: Gudstænasta, Skriftarmál kl.10.40. Marjun Bæk.

Í august mánaði verður kirkjan opin fyri vitjandi soleiðis:
Mánadag kl.14.00-16.30.
Týsdag - fríggjadag kl.14.00-18.00.
Leygardag og sunnudag kl.10.00-14.00.