Skriva út
Nú skal kirkjan gerast grøn
01.05.2013 Tíðindi
Kvívík: - 70.000 krónur í oljurokning um árið. Tað var í meira lagi fyri kirkjuna.
Tað sigur Heini Holm, sum er formaður í Kvívíkar kirkjuráði. Henda stóra rokningin gjørdi sítt til, at kirkjuráðið setti seg niður at viðgera støðuna.
Við Gratisavísina sigur hann, at oljurokningin eftirhondini var vorðin ein so tyngjandi postur, og fór við so nógvum peningi, at lítið var eftir til aðrar útreiðslur.
Fyri at bøta um støðuna varð avgjørt at bjálva kirkjuna og gera aðrar íløgur. Og tað var í hesum sambandi at kirkjuráðið fekk samband við fyritøkuna RenoVent, sum hevur heimstað í Hósvík.
- Kirkjan varð bjálvað í eini tíð, tá ið oljuprísirnir vóru á heilt øðrum støði enn teir eru í dag, og tí er hitatapið alt ov stórt, vísir Heini Holm á. – Ja, oljuprísurin er hækkaður við fleiri krónum síðani tá.
Fólk frá RenoVent hava nú bjálvað kjallaran við pappírsull, og sum skilst eru tey sera fegin um arbeiðið. Tað er bæði snøgt og væl úr hondum greitt.
- Vit kenna sjálvandi ikki sparingina enn. Tað mugu vit bíða við eitt ár aftrat at staðfesta. Men longu nú gongur sjón fyri søgn, kann formaðurin í kirkjuráðnum staðfesta: Retururin – tað er: vatnið sum hevur verið gjøgnum skipanina – er munandi heitari nú, enn áður.
Ein kirkja, sum tann í Kvívík, má hava støðugan hita hvønn einasta dag, millum annað tí at kirkjan hevur eina dýra urgu. Her er støðan snøgt sagt hon, at um hitin er óstøðugur, so kann tað gerast falskt.
- Vit mugu bjálva alla kirkjuna. Og vit fáa pengarnar aftur, innan nøkur heilt fá ár, sigur altso Heini Holm, formaður í Kvívíkar kirkjuráði.
Onnur tíðindi