Skriva út

Nú hoyrist føroyskt týðiligt á DBI

02.09.2021 Tíðindi
faeroeske-praester-paa-besoeg-scaled-e1630495595220-832x468.jpg
Mynd: dbi.edu

Í hesum døgum eru 23 av føroysku prestunum á vitjan á DBI (Dansk Bibel-Institut), sum heldur til í Leifsgade 66 í Keypmannahavn.

Á heimasíðuni hjá DBI fæst at vita, at talan er um eina tættstúgvaða skrá við nógvari undirvísing.

Her verður undirvíst, her verður tjakast og her verður óført tosað, nú hesir 23 prestarnir vitja her í døgunum 1. til 3. september.

Skráin inniheldur bæði homiletiska (prædikufrøðiliga) gjøgnumgongd av prædikutekstunum í trimum sunnudøgum, evnum úr Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti og sálarrøkt.

- Tíð er sjálvandi eisini til eina gonguferð gjøgnum býin í fótafetum Søren Kirkegaards, skrivar heimasíðan.

Sagt verður, at fleiri av prestunum hava lisið gudfrøði júst her á Dansk Bibel-Institut. Fyri allar hesar er tí talan um eitt hugnaligt ”gensyn” við gamla lestrarstaðið.

Námsferðin hevur tvinni endamál, - eitt fakligt og eitt sosialt. Biskupur, Jógvan Fríðriksson hevur áður sagt, at tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga.

- Tað fakliga gevur tí sosiala eina fakliga dýpd, so virðisgrundarlagið sæst aftur á arbeiðsplássinum, sigur hann.