Skriva út

Nú heilsa blítt hvør øðrum

04.02.2019 Tíðindi
Nú heilsa blítt hvør øðrum

Um sálmaskaldið B. S. Ingemann og nakrar av sálmum hansara, við serstøkum atliti til »Nu titte til hinanden«, sum skemtiliga hevur verið kallaður »Sniglaríman« eftir einstakari reglu, men nú finst í heildartýðing á føroyskum

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Stríðið, sum tók seg upp, tá ið Sands kirkja fekk orgul, er væl kent. Mads Andrias Winther (1871-1923) hevur so meistarliga avmyndað hetta stríðið í søguni »Orrustan í Klandursskoti«. Henda mótstøða mundi vera víðahvar, trekir sum føroyingar vóru at taka ímóti nýggjum – ikki minst tá um trúarlívið ráddi.

Í Klandursskoti hevði prestur bjóðað til fund í skúlanum. Har møtti hópur av teim ungu, men fá eldri fólk, tí sum tey søgdu: tað man ikki vera fyri tí góða, hann ætlar at tosa við okkum; tey hildu seg vera so illa roynd.

Á fundinum helt prestur, at hann vildi ikki dylja fyri, at eftir hansara tykki var sálmasongurin í kirkjuni so vánaligur, at hann illa troystaði sær at sita og lurta eftir honum, enn minni, at hann var førur at syngja við. Eisini helt hann kingosálmar vera lítið hóskandi at syngja í nútíðar kirkjubrúki.

Nøkur fekk prestur á hesum fundi at geva pening, og so bar hann tað í bandi, at hann fekk skavað so nógv saman, frá Gudi og góðum fólki, sum hann sjálvur segði – hann hevði tryglað úr Havnini og aðrastaðni – at urgan varð keypt. Men høvuðsparturin av bygdarfólkinum stóð presti ímóti, og har varð lovað ilt.

Prestur fekk mann úr Havnini at hjápa við at seta urguna á hennara tilætlaða pláss í kirkjuni uppi á loftinum.

Lærarin royndi sín dugnaskap hvønn yrkadag, til tann sunnudagur kom, tá slagið skuldi standa.

Hanus á Fløtti, sum mintist síni síðstu mótmælandi orð til prestin, fór um bygdina at hitta tey, hann visti vóru samsint við honum, og í loyndum vórðu ráð løgd saman.

Sunnudagurin kom, og alt, sum krúpa kundi, fór í kirkju. Tað var fjáltur á bæði presti og lærara, tí teir vistu, at illviljin var stórur í bygdini.

Hanus á Fløtti og nógvir við honum settu seg uppi á loftinum, har urgan stóð.

So byrjaði lærarin at spæla. Tað var sálmurin »Jeg vil mig Herren love« við nýggjum lagi. Har varð bert urguljóð, eingin opnaði munnin til at syngja. Lærarin risti so á hondunum, at hann ofta fór skeivur á lagnum.

Men hann tordi ikki steðga, tí hann hevði lovað prestinum, at ið hvussu gekk, so skuldi hann spæla øll ørindini í teim sálmum, sum syngjast skuldu. Tá ið hann kom til triðja ørindi, hvakk hann við, tí tá tók Hanus á Fløtti undir og harðliga, men við tí gamla lagnum, og tað var sum áarlop í toybili. Teir tóku so ramliga undir um alla kirkjuna, sum galt tað um lív og deyða. Deknurin fetti sær á, hann vildi ikki vera aftastur, hann spenti føturnar frá sær, so æsirnar slitnaðu – so nógv stóð á honum. Urgan hoyrdist sum eitt neyðarsligt hvin inn ímillum, sum eitt, ið er við at kvalast.

Soleiðis gekk allur sálmasongurin henda sunnudagin.

Tá ið prestur hitti læraran eftir gudstænstuna, smíltist hann og segði: »Tað gekk frágera væl í dag, nú er hálvt vunnið; urgan fer ikki av lagnum fyri tí, at teir skrála sum villdjór. Tygum skulu ikki lata tygum finna, latið bara sum einki; ikki orða eitt petti við børnini. Bara halda á.«

Hetta skilið gekk 4-5 sunnudagar. Tá sóu bygdarmenninir, at teimum stóð tap í hendi. Hanus á Fløtti var spinnandi óður; enn var okkurt at royna. Fimta sunnudag setti hann seg undir liðina á urguni, og rætt sum lærarin byrjaði at spæla, legði hann armin tungan niður á ljóðvísararnar, so at har var ein ræðulig geylan úr urguni. Lærarin bað hann taka armin burtur av urguni; men Hanus lætst ikki um vón; hann var so kraftagóður, at hann kundi, um hann vildi, kroyst læraran sundur og saman. – Prestur, ið undraði seg á, at hetta óljóðið frá urguni helt á, fekk illgruna og fór upp á loftið. Har sá hann, hvussu skikkað var. Hann var ikki óndur, men yvirsintur.

»Nú skal eg siga tygum ein ting, Hanus, og tað skulu tygum minnast á, at flyta tygum ikki arm tygara frá urguni nú í stundini ella forða tygum mær og læraranum í okkara arbeiði innan fyri kirkjudyrnar, so skal onkur annar koma upp í leikin, sum tygum noyðast at boyggja tygum fyri, og tá fara tygum sjálvur at svara fyri skaðanum.«

Hanus segði einki, men hugdi við slíkum illum og hatafullum eygum at presti, sum goymdist har øll tey forbannilsir, hann var mentur at lesa og biðja yvir hann. So reisti hann seg, høgur og breiður upp úr bríkini og fór stinnur og treystliga stígandi niður av loftinum og út úr kirkjuni. Og mangir fylgdu honum. Teir mæltu ikki eitt orð sínámillum, men teir kendu sín vilja. Teir settu ikki fótin inn um aftur kirkjudyrnar eftir tann dag.

Urgan vann og leikar í Klandursskoti tann dag í dag. Men úti í kirkjgarðinum liggja nú Hanus á Fløtti og hinir, ið kendu seg útihýstar úr kirkjuni, og hvønn heiligdag tónar urguljóðið út yvir leiðini, ið vísa á, har teir hvíla.

Løgini lógu í orðunum

Eitt sálmaskald, ið kom at umboða nýggja sálmasongin í kirkjum okkara við orgulfylgispæli var Bernhard Severin Ingemann. Tann 24. februar 1862 var síðsti dagur, Ingemann livdi. Hann var tá 72 ára gamal (føddur 28. mai 1789 í Torkildstrup prestagarði á Falster). Hann lá á deyðastrá. Um sólsetur bað hann um at fáa gluggatjaldið drigið frá, so at hann enn einaferð kundi skoða himinsins sólarglæmu.

Úr sóttarseingini sá hann ikki sjálva sólina. Bert ljósglæmuna. Tá onkur helt fyri, at best mundi vera at flyta songina nærri glugganum, segði hann við einum blíðum brosi: »Hatta var nóg mikið.« So bað hann um at fáa gluggatjaldið drigið fyri aftur.

Sólarljósið var fyri Ingemann eitt endurskin av ríki Guds – úr Paradís. Á degi sólin, á nátt stjørnurnar. Ikki bert ein mynd av skaparverki Guds, men ein beinleiðis boðan um kærleika Guds, sum røkk inn í myrku vráir jarðar og har skein á tey burturgloymdu og vesælu.

Ingemann var sálmaskald, ið altíð gjølla skoðaði lívið kring seg, bæði menniskju, dýr og náttúru. Hann fann í náttúrini og landslagnum kring seg tað størsta – kærleika Guds – í teim alraminstu staklutum:

Den kære Gud og skaber den mindste orm er nær …

Sum ein móðir ella faðir »mussar á«, tá lítla barn teirra dettur, fær ilt og grætur, soleiðis troystar Gud menniskjað, tá tað grætur:

Gud ånder på øjet, når det græder.

Hesar skaldagávur: í tilveruni at lýsa vón og takksemi við gerandismyndum og taka Gud og alheimin allan við í einføldum orðum og myndum, hava gjørt sálmar og sangir Ingemans til teir mest kendu og best umtóktu av andligum skaldskapi í Danmark í nítjandu øld. Serstakliga morgunsangirnir (1837), sum Ingemann sjálvur ikki vildi kalla sálmar.

Hesar yrkingar vóru ætlaðar børnum til morgunsangin í skúlanum allar dagar í vikuni. Leygardag: »Nu titte til hinanden«, sum hevur fingið innivist í ískoyti »Sálmabók Føroya Kirkju« í týðing eftir Dánjal Petur Højgaard, studentaskúlalærara á Kambsdali, »Nú heilsa blítt hvør øðrum«.

Men eins og ævintýrini hjá H. C. Andersen eru morgunsangirnir hjá Ingemann eins væl dámdir av tilkomnum fólkum og sungnir av teimum.

Ein rættiliga avgerandi grund fyri, at fólk beinanvegin tóku hesar sangir til sín og at teir vórðu sungnir víða um landið var, at Ingemann beinanvegin fekk C. E. F. Weyse, tónaskald, at skriva løg til teirra – løg, sum fólk dámdu og vóru løtt at syngja.

Sjálvur segði Weyse tað vera sera lætt at skriva løg til hesar sangir, tí tey lógu longu í orðum Ingemanns.

Weyse ráddi eisini Ingemann til at skriva sjey kvøldsangir, og tað gjørdi Ingemann árið eftir morgunsangirnar (1838).

Ein verndarkápa

Ævi Ingemanns var – sum hjá flestum fólkum ið slíta høgan aldur – merkt av bæði sorg og gleði. Mong av hansara næstu doyðu í bestu árum, og tað neit sjálvandi sálina, men í skaldskapinum sneiðir hann rundan um deyða og skugga við at lata ljósið skína í myrkrinum.

Sjálvt á deyðastrá var myrkrið ikki hóttandi, tí Guds náðiljós vann á tí:

I mulm er kærlighedsvingen bredt ud,
vi skjuler os under dens skygge.

Stjørnuhimmalin er ein verndarkápa, sum einglarnir breiða út yvir syvjandi heimin:

Henspred over dal og høje
dit stjerneklædebons flig!
Så lukke vi trygt vort øje
og slumre sødt hos dig.

Tryggleiki og friður

Flestu samtíðar sálmaskaldum ólíkur var Ingemann hvørki gudfrøðingur ella prestur – hann var lærari – og tað hevur helst verið orsøkin til, at sálmar hansara eru lættir og smidligir. Hann trívur ikki í so nógvar trúarligar lærusetningar ella sigur frá bíbliusøgu.

Tað eru egnu viðurskifti Ingemanns við Gud, sum vit fáa lut í, tá vit syngja sálmarnar. Tað, sum trupult kann vera at lýsa við vanligari, búnari málbering, sigur hann við næstan barnsligum orðum, og tónin gevur tryggleika og frið. Eingin er útihýstur, tí náðisólin fer um heimin við ljósi Guds í eyga og skyggir inn í slott og vrá og sær til stór og smá.

Tað er Ingemann, sum hevur yrkt ella enduryrkt mangar av mest kendu donsku jólasálmunum: »Julen har bragt velsignet bud«, »Glade jul« og »Dejlig er jorden«.

Ein sniglaríma – uttan snigil

Fleiri av sálmum Ingemanns eru týddir til føroyskt og standa í Sálmabók Føroya Kirkju. Í sálmabókaískoytinum er týðing av »Nu titte til hinanden«, hana sum Poul Jóhannes undir Reyni á Sandi so hittinorðaður kallaði »sniglarímuna«.

Søgan er henda: Poul Jóhs. varð spurdur, hvat honum dámdi sálmarnar í »Psalmebog for Kirke og Hjem«, sum varð tikin í brúk í kirkjuni á Sandi beint fyri aldaskiftið 1900, og hann svarar: »So óbegríbiliga væl, og serliga sniglaríman«.

Sálmurin »Nu titte til hinanden« er fimm ørindi og tað fyrsta – tað við sniglinum – er soljóðandi:

Nu titte til hinanden de favre blomster små,
de muntre fugle kalde på hverandre,
nu alle jordens børn deres øjne opslå,
nu sneglen med hus på ryg vil vandre.

»Psalmebog for Kirkje og Hjem« gjørdist sálmabókin hjá føroyingum burturav ístaðin fyri Kingo, og varð hon brúkt til tann føroyska sálmabókin kom í 1961, og í hendinga kirkjum hevur verið sungið úr henni so seint sum inn í 1990-árini.

Eg hevði ikki roknað við, at hesin sálmur, »Nu titte til hinanden«, nakrantíð fór at síggjast millum aðrar týðingar í sálmabók okkara. Nevniliga við atliti til snigilin við húsa á baki, tí henda myndin er ikki til í okkara føroyska landslagi.

Men munur er á at umseta og umyrkja. Tað hava Gudmund Bruun og Robert Joensen hegnisliga gjørt, tá teir fluttu staðbundanr myndir úr ávikavist Svøríki og Danmark yvir í føroyskt umhvørvi.

Eftir svenska sálmaskaldið, biskupin Johan Eklund hevur Bruun umyrkt sálmin »Fädernas kyrka i Sveriges land« til »Fedranna kirkja í Føroya tjóð«, fyrstu ferð sungin til vígsluna av Skúvoyar kirkju 1937. Og eftir N. F. S. Grundtvig hevur Robert Joensen umyrkt »Nu falmer skoven trindt om land« til »Nú hvítna tindar fjøllum á«. Svøríkis kirkja og søga svia er hjá Bruun vorðin Føroya kirkja og søgan føroyinga. Skógarklædda flatlendið í Danmark við følnandi leyvi á heystardegi er í Føroyum hvítnandi fjallatindarnir, eins og øll náttúra við fuglabjørgum og innheysting er føroysk.

Og hvat ger so Dánjal Petur Højgaard við skríðandi skeljasnigilin hjá Ingemann. Hann setir ikki eitt kent føroyskt skriðdýr ístaðin, men letur umyrkingina vera staðleysa og yrkir nýggja mynd í ørindið ístaðin fyri tær báðar seinnu í upprunaørindinum:

Nú heilsa blítt hvør øðrum tey føgru grønu strá,
hoyr fuglasongur ljómar vítt um líðir,
har mjúka náttardøggin so sevjumikil lá
‒ hygg sólin við morgunroða prýðir.

»Ja, neyðugt var at umyrkja partar av sanginum; men annars fylgir meginparturin av yrkingini hjá Ingemann,« sigur Dánjal Petur Højgaard.
Hann sigur, at í Føroyum finnast smáir sniglar, ið hava hús á rygginum – men teir eru sjáldsamir. Mest vanligir eru størri sniglar, uttan hús á rygginum. Í t.d. Danmark og øðrum londum í Europa er hetta øvugt.

Ein av teim mætu

Ritdómarin Georg Brandes segði soleiðis um sálmaskaldskap Ingemanns: »Hans morgen- og aftensange er uforgængelige ...«
Í Sálmabók Føroya Kirkju (1990) eru hesar týðingar: »Tín miskunn, o Guð« (1845), tý.: J. Dahl (1911); »Eg sum eitt barn meg gleða vil« (1845), tý.: Aleksandur Kristiansen; »Føgur er foldin« (1850), tý.: J. Dahl (1912); »Eg livi og veit við fullgott treyst« (1851), tý.: Salomon J. Joensen (1974); »Til andans stóru náðifest« (1825), tý.: J. Dahl (1934); »Sí, meistarin hann kemur« (1841), tý.: Steingrím Niclasen (1981); »Frelsarin hirði mín góður er«, tý.: Sigmund Danielsen. Í ískoyti Sálmabók Føroya Kirkju eru hesar týðingar: »Jól bera fagnarboð« (1840), tý.: Bjarni Skaalum; »Eingilin við ljósi fer« (1837), tý.: Axel Tórgarð; »Nú vakna fuglar í urð og lund« (1837), tý.: Bjarni Skaalum; »Nú heilsa blítt hvør øðrum« (1837), tý.: Dánjal Petur Højgaard (1994); »Guð, vit lova tær« (1837), tý.: Axel Tórgarð; »Ver hjá tá ið skýming fellur«, tý.: Gunnar Hoydal.

Umframt sálmar og sangir skrivaði Ingemann eisini søguligar skaldsøgur, m.a.: »Valdemar den Store og hans Mænd« (1824), »Valdemar Sejr« (1826), »Erik Menveds Barndom« (1828), »Kong Erik og de Fredløse« (1833) og »Prins Otto af Danmark« (1835), sum allar endaðu við frásøguyrkingini »Dronning Margrethe« (1836).

Fyrimyndirnar í søguligu skaldsøgunum vórðu savnaðar í leikinum »Holger Danske« (1837), mettur sum holdgerð av danska tjóðskaparandanum.

Ingemann var rektari á studentaskúlanum í Sorø. Tá hann doyði har í heimi sínum 24. febr. 1862, taldist hann millum mætastu tjóðarskald Danmarkar.

— — —

Í heyst hevði Meinhard Bjartalíð, prestur, fyrilestur í Glyvra Kirkju um skaldskap Ingemanns og skal eftir ætlan eisini hava fyrilestur um sama evni í Hoyvíkar kirkju.