Nú fríðkast blítt á bøi
Summarið er nú í hæddini og vit kenna, hvussu tey ljósu summarkvøldini veita okkum lívgan, styrki og gleði. Stígur fótur okkara út um bygdargarð, ígjøgnum hagalyngin, um gil og løkir og niðan hæddirnar sólskinsdagar, kennist lívganin tvífalt so stór. Vit anda frítt. Men hesi viðurskifti eru eisini ein mynd av mannalívinum, her Guds náðisól altíð stendur mitt á himli
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Nú fríðkast blítt á bøi!
Úr Harrans mildu hond
alt livandi fær føði
av fjalli ytst á strond.
Hoyr, títlingarnir glaðir
blítt yvir land og hav
nú syngja takkarkvæði
til hans, sum lív teim gav.
(Mikkjal á Ryggi: Vælkomin summartíðin)
Munurin á degi og nátt er so stórur, at hann er vorðin eitt tiltak. Tað er munur á ljósi og myrkri, á sumri og vetri. Hvussu ólíkt er ikki hitt stutta, blíða og yndisliga summardimmið ímóti hini longu, myrku, grimu og óunniligu vetrarnáttini!
Vit vita, hvussu stórur munur tað er ímillum at ganga móti ljósinum, tá ið tað klárnar fyri hvørt spor. Signaðar løtur, har vit í orðsins sanna týdningi kenna okkum stødd á tindinum. Sinnið lætnar og gleðin um lívið og náttúruvakurleikan fyllir okkum, meðan vit hoyra fuglin láta. Fuglaljóðið berst okkum týðiliga at oyrum her í kvirruni. Burtur frá dagligum gangi og gartan.
Gudsmaðurin Frans úr Assisi (1181-1226) tók soleiðis til í Sólsongi sínum: »Lovaður veri tú, Harri, fyri bróður vind og fyri luft og skýggj og alskyns gott veður.« Jú, her úti í náttúruni ber sum sjáldan til at lata hugsanir okkara leita upp til hansara, sum upphav er at øllum hesum vakra og yndisliga, sum vit her síggja og hoyra. Til hansara, sum er Skaparin sjálvur, og sum býður menniskjum á fund við sær, nær og hvar tað skal vera.
Hetta er tað sama, sum skaldið tekur til í Sálmunum í Gamla Testamenti (74,16):
Tín er dagurin og tín er náttin,
tað var tú, sum gjørdi til ljós og sól.
Tú setti fyri jørðini mørkini øll,
tú bjóst til summar og vetur.
Gud eigur bæði dagin og náttina. Bæði eru verk hansara, bæði eru líka fyri honum. Hann gjørdi til ljós og sól. Hann skapaði summar og vetur. Einki er í náttini, sum ikki eisini er í degnum. Guds eyga sær eisini í náttarmyrkrinum og vakir har.
Eins og tað dregur á luftina, lotið kólnar og skýmingin legst yvir landið, eins og árstíðirnar skifta frá summarsins lýkku og sól til heystsins regn og vetrarsins kulda, soleiðis eru tíðirnar skiftandi í okkara egna lívi. Tað, sum byrgir og steingir, kann vera so mangt og hava mangar orsøkir. Tað kann vera eitthvørt uttan fyri okkum, og tað kann koma av onkrum, sum liggur í okkum sjálvum, í sjálvari lívsgrundini.
Líta vit at viðurskiftum og forløgum í mannalívinum, síggja vit, at tað er meðan tíðirnar eru ljósar og góðar, at vit hava bestu møguleikarnar at leita til Harrans. Eins og blóman hevur sína tíð, tá ið hon sum nú um stundir stendur í fullum blóma og síðan spakuliga følnar og doyr á heystardegi, soleiðis eru vit mannabørn eisini. Vit hava eisini okkara tíð. Spretta á ungdómsins vári, standa í fullum blóma í manndómsins hægstu summartíð og følna síðan burtur á heystsins aldurdómsdegi.
Okkum lærir gleðiboðskapurin, at tann sólin, sum skínur fyri okkum, er hann, sum er ljós heimsins, og sum ikki fer afturundir. Sólin er tann sama, hvussu lívsvegir okkara annars hátta seg – beinir ella krókutir. Um dagar okkara eru myrkir ella ljósir, stuttir ella langir, er ljósið frá honum hitt sama.
Tað er okkum nóg mikið at vita hetta, at Gud setti fyri jørðini mørkini øll. Í hesum er nóg mikil hjálp. Tað gevur trygd og frið at líta alt, bæði lív og lagnu upp í Guds hendur. Tá kunnu vit vera trygg og lívstreyst.
Gud læt náðarljósið birtast fyri okkum, og sum altíð stendur á miðjum himni. Sama um skýggj draga fyri og vit halda okkum einki hóma miðið.
So vakurt havið logar,
har sólin stendur á;
og hvar várt eyga skoðar,
Guðs góðska er at sjá.
Ver, Harri, tú várt gaman
ta stund, vit vála her,
tá sæl vit koma saman,
har altíð summar ár.
(Mikkjal á Ryggi)