Skriva út
Nú er kirkjan blivin gomul!
23.09.2013 Tíðindi
Tað er væl tað fyrsta, eg eigi at viðmerkja, tá ið eg skal siga nøkur fá orð um Húsavíkar kirkju í dag. Tá ið tað stendur svart upp á hvítt, at kirkjan varð vígd hin 13. september 1863, og vit í dag skriva 22. september 2013, so kunnu vit við góðari samvitsku hátíðarhalda, at Húsavíkar kirkja er farin um tey 150 árini.
Men vit hava ilt við at hugsa okkum, at hon skal hava rokkið hesum høga aldri, so lítið sum hon er merkt av elli. Við sínum hvítu grótveggum og sínum ómálaða træverki er hon so sjáldsama ljós og vøkur - stílrein er vist tað lýsingarorðið, tey nú á døgum nýta um slíkt.
Sjálvandi yngjast vit upp, tá ið vit verða pyntað til ein rundan dag sum í hesum føri. Eg hugsi ikki, eg taki munnin alt ov fullan, tá ið eg sigi, at alt tað, sum kann verða hvíttað og málað, tað er hvíttað og málað. Alt tað, sum kann verða dustsogið og vaskað, tað er dustsogið og vaskað. Og alt tað, sum kann verða pussað, tað er pussað og polerað, so tað skínur og lýsir so bjart, sum sjáldan sæð.
Tað skal trúskapur til at røkja eina kirkju í tí dagliga, ár út og ár inn, bæði handaliga og andaliga. Tað skal dirvi til at broyta og skifta út, tá ið tíðin krevur tað: eitt knæfall, sum verður umbygt; ein veggur, sum verður bjálvaður; eitt orgul, sum verður flutt; ein nýggj altartalva; ein nýggjur messuakul; ein grønur leypari inn eftir gólvinum. Og tað skal meira enn vanligt hegni til at fáa “umvælingar og nýgerð,” sum tað kallast á fíggjarætlanarskjalinum hjá kirkjuni, at hóska so væl sum her. Sambandið aftur í tíðina er varðveitt, og samstundis fellur í eyguni, at hetta er ikki ein niðurslitin kirkja ella eitt savn til minnis um farnar dagar. Hetta er kirkjan hjá fólkinum, sum livir nú í tíðini, í dag. Ein hóskandi karmur um Guðs orð til fólkið í dag.
Ein gomul kirkja? Ein kirkja, ið er sum nýggj!
Tá ið alt er hoyrt, kann uppstøðan og niðurløgan bert vera henda eina: Størsti gripur, sum er í kirkjuni, tað er Guðs orð. Og størsta prýði hennara er tað fólkið, sum her kemur saman.
So var, so er, og so verði!
Jákup Reinert Hansen
Onnur tíðindi