Skriva út
Norðstreymoyar- og Vága prestagjald
20.06.2013 Tíðindi
Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar- og Vága prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Ætlanin er, at komandi presturin tekur við kallinum 1. september 2013.
Arbeiðsbýtið er 50/50 millum nevndu prestagjøld. Biskupur hevur gjørt eina reglugerð, ið ásetur arbeiðsbýtið. Við atliti at Norðstreymoy skipar presturin í Vestmanna arbeiðið í samráð við starvsfelagarnar í Norðstreymoyar prestagjaldi. Við atliti at Vágunum skipar presturin í Vestmanna arbeiðið í samráð við sóknarprestin í Vága prestagjaldi.
Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Vestmanna, Reynslíð 8. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
Í Norðstreymoyar prestagjaldi eru 8 kirkjusóknir. Í Vága prestagjaldi eru fimm kirkjusóknir. Presturin í Vestmanna skal árliga vitja allar kirkjusóknirnar.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar í skúlanum í Gásadali, ellis- og røktarheimi og sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin í summar og kunnu taka við kallinum 1. september 2013, eru vælkomnir at søkja.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Tosið við biskupin á telefon 311995 ella 237320 ella jf@folkakirkjan.fo.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 25. juli 2013, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo
Føroya Stiftsstjórn.
Onnur tíðindi