Norðstreymoyar eystara prestagjald
Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1
Sóknarpresturin hevur ábyrgd av kirkjubókunum (høvuðs- og kopibókini) og er jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður eftir ætlan sett 1. september 2019.
Í prestagjaldinum eru fimm kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun og Hósvík.
Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Hvalvík, Hvalvíksvegur 37. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum. Roknast kann ikki við, at garðurin er tøkur at flyta inn í fyrr enn 1. desember 2019.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, t. e. stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin, jf@kirkjan.fo ella ringja á telefon 311995.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 17. juni 2019, kl. 12.00. stift@kirkjan.fo.