Skriva út

Norðskáli: - Koma aftur í eina nærum nýggja kirkju

17.04.2018 Tíðindi
Norðskáli: - Koma aftur í eina nærum nýggja kirkju

UMVÆLING: Síðani kirkjan við Norðskála varð vígd í 1932 hava regluliga verið gjørdar umvælingar og dagføringar á henda vakra bygningin.

Ein størri umvæling fór fram í seinnu helvt av 70’unum, tá ein millum annað vaks um forkirkjuna, bygdi eitt kapell suðureftir og annars bygdi uppí fundarhølið.

Men alt slítist av tíðarinnar tonn, og tí hevur ein í longri tíð fyrireikað eina rættiliga umfatandi umvæling og dagføring av kirkjuni.

Og mánadagin 26. februar í ár var farið undir hesa umvælingina, sum er rættiliga umfatandi og gjøgnumgrípandi.

- Tað er helst rættast at lýsa arbeiði soleiðis, at vit í mangar mátar endurnýggja kirkjuskipið og bakrúmini fullkomiliga, sigur Helgi Johannesen, ið er ein av monnunum handan Byggivirkið KBH á Toftum, og sum hevur hesa umvælingina um hendi.

Hóast lítið sæst eftir teirri gomlu kirkjuna á myndini, sum varð tikin fríggjadagin 13. apríl, so hava teir hjá KBH eittans málið: Teirra partur av uppgávuni skal verða liðugur um ólavsøkumundið!

NÝTT GÓLV OG HVÁLV
Tað er ikki hissini arbeiði, sum byggivirkið á Toftum er farið undir her við Norðskála kirkju.

Ætlanin er at dagføra kirkjurúmið, og at bjálva veggirnar, gólvið og hválvið av nýggjum.
Ikki nokk við tað, so verður eisini nýtt gólv lagt á alla kirkjuna, og ein rýmingarleið gjørd niður av loftinum, har sunnudagsskúlin hjá kirkjuni heldur til.

Myndin vísir greitt, hvussu væl og grundiga ið farið er til verka í kirkjurúminum: Ikki ein einasta fjøl er órørd í hesum arbeiðinum.

Ein kann tí í mangar mátar siga, at tað verður at kalla ein nýggj kirkja, ið fólk kann fara til gudstænastu í, tá alt arbeiðið verður liðugt seinni í ár.

STÍLFULT
Kirkjufólkið fer – tá tey aftur sleppa í kirkjuna – uttan iva eisini at leggja merki til tað umfatandi og snøgga arbeiðið, sum menninir hjá KBH standa fyri í kirkjurúminum.

Frammanundan var tað nógva klætt við timbri, sum ikki alt hevði sama lit.

- Men nú fer kirkjurúmið at fáa eina aðra útsjónd, við tað at bogaða hválvið fer at verða klætt við gipsi, og síðani málað við sama liti, upplýsir Helgi Johannesen.

Og hann leggur aftrat:

- Eg haldi eisini, at kirkjurúmið nú verður meiri einlitt og haraftrat meiri stílfult.

GAMLI SKÚLIN
Tað eru sløk 100 ár síðani at byrjað var at tosa um at Norðskáli og grannabygdirnar áttu at havt eina kirkju.

Í 1927 var bygginevndin vald, og tvey ár seinni sendu nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri eina umbøn til Løgtingið um at fáa studning til kirkjuna.
2. desember í 1930 varð grundarsteinurin lagdur av próstinum, Jákupi Dahl, og 13 mánaðir seinni – 10. januar 1932 – vígdi sami próstur kirkjuna.

Nú er so ein størri og gjøgnumgrípandi umvæling farin í gongd. Hetta merkir samstundis, at hvørki kirkjugongd ella sunnudagsskúli eru í kirkjuni hesa tíðina.

Hesar kirkjuligu tænasturnar eru ístaðin fluttar í gamla skúlan á Oyri.

Orð/mynd: Snorri Brend