Skriva út

Norðskála kirkja nýggjan altardúk

15.02.2021 Tíðindi
2.jpg (10)

Sum tit síggja, hava vit í dag ein nýggjan altardúk liggjandi á altarinum. Paulina Eliasen hevur sniðgivið vakra dúkin, og hava tvær raskar lokalar kvinnur evnað hann úr Patchwork. Litirnir í altardúkinum eru heintaðir bæði frá altartalvuni og møplapolstringini her í kirkjuni.

Hesin altardúkurin er við í nýggju bókini hjá Paulinu Eliasen “Altardúkar – átta nýggj mynstur”, sum Føroysk Kirkjumál gav út beint fyri jól. Um mynstrið á dúkinum sigur Paulina sjálv, at stjørnan vísir vegin til fjósið, og krossurin vísir vegin til páskirnar. Sostatt hóskar tað seg eisini væl at víga henda vakra altardúkin í dag – millum jól og páskir. Paulina hevur havt tveir sálmar/sangir í huganum, tá ið hon sniðgav altardúkin – og peika teir bæði á stjørnuna og krossin.

Tann eini er Fagur himin er at sjá, har ið sungið verður: “Stjørna leiddi vísmenn fyrst, / so teir funnu Jesus Krist; / okkum við ein stjørna leiðir, / okkum lívsins gøtu greiðir, / so vit finna Jesus Krist.” Og í sanginum Niðan á heyggin, Golgata mót, verður sungið: “Niðan á heyggin, Golgata mót, / gekk Harrin Jesus fót fyri fót. / Fótafet tunglig, ei undur í, / bar várar syndir, vit eru frí. / Loysnari dýri, frelsari kæri, / á heygnum eyga mítt hóma kann teg, / bløðandi bardur, sligin og særdur, / av sorg úttærdur, doyr fyri meg.”

Vit vilja hervið bera eina hjartans tøkk til hesar kvinnur, sum hava tikið sær so væl av altarinum her í kirkjuni við Norðskála!

Orð: Jonhard Jógvansson.

Bókin “Altardúkar – átta nýggj mynstur” fast við at venda sært til Føroyskt kirkjumál, tlf. 312436 ella 237324 - bókin kostar kr. 150,-