Skriva út

Norðoyingar innstillað prest

25.02.2015 Tíðindi
Norðoyingar innstillað prest

Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.

Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið.

Ætlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í komandi viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið.

Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.

4 umsøkjarar vóru til embætið.

JF.