Skriva út

Nólsoyar kirkja nýggja klokku

25.04.2016 Tíðindi
Nólsoyar kirkja nýggja klokku

Sunnudagin 24.apríl, 4.s.e.páskir, var hátíðardagur í Nólsoy. Nýggj klokka varð vígd og tikin í nýtslu. Kirkjan var fullsett, tá ið Uni Næs, dómpróstur, vígdi nýggju klokkuna og manskór, kvinnukór og blanda kór settu hátíðarligan dám á løtuna í kirkjuni. Eftir prædikuna, greiddi Egon Hansen, frá gomlu klokkuni og klokkaratænastuni í Nólsoyar kirkju. Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í missiónshúsinum.

Gamla kirkjuklokkan og klokkaratænastan í Nólsoyar kirkju

Nólsoy er elligomul kirkjubygd. Í gomlum bókum og skjølum sæst, at kirkja hevur verið her í bygdini í 1600 talinum. Tað vil siga, at gamla kirkjuklokkan frá 1778 hevur møguliga hingið í tveimum kirkjuni undan hesari, tí tilfarið í teimum gomlu kirkjunum hevur ikki verið eins haldgott og tí í hesi kirkjuni frá 1863.

Kirkjan sum verður nevnd í Kommissionsbetonkninginum frá 1709 –1710 sigur:

INDEN TAARN ELLER KLOKKE.

Tí kann hugsast, at gamla klokkan er stoypt til eina kirkju, sum hevur staðið her á tanganum í 1778 við torni, ella ta kirkjuna, sum varð tikin niður í 1862 og endurbygd til sethus her í bygdini.

Nú Nólsoyar kirkja í dag tekur nýggja kirkjuklokku í nýtslu, er tað hóskandi at líta aftur um bak, og minnast teir trúgvu klokkararnar, sum sunnudag eftir sunnudag, gerandisdagar og høgtíðsdagar, hava gingið leiðina her norður á Kirkjutangan, og við klokkuni kalla bygdarfólkið saman til Gudstænastu og lestur og í gleði og sorg. Ein tænasta, ið hevur verið við til at varðveitt bygdina sum eitt bygdarlag, ið hevur funnið styrki og felagsskap í at savnast her á tanganum.

Gamla kirkjuklokkan, ið nú hevur sligið sítt síðsta slag, hevur innskriftini:

SOLI DEO GLORIA, ið merkir – GUDS ER ÆRAN ALEINA

ME FICIT, tað er – MEG GJØRDI

M. C. TROSCHELLCOPP NOLSØ KIRKE 1778. Tað er navnið á klokkustoyparanum.

Henda gamla klokkan, ið hevur ljóðað yvir bygd og vík síðani 1778, kemur nú at vera eitt fornminni. Eitt kapittul í Nólsoyar kirkjusøgu.

Sum søgan sigur her í Nólsoy, so hevur klokkaratænastan ligið til Túnahúsið í sløk 200 ár. Tann fyrsti túnamaðurin, ið var klokkari var:

Pætur í Túni
Poul í Túni
Jákup í Túni, avloysari bróðurin Petur í Túni ella Petur í Abbastovu
Mads í Túni, avloysari bróðurin Jógvan í Túni
Erlendur Thomsen, avloysari bróðurin Páll Thomsen, ið eisini var urguleikari og deknur.
Avloysarar í mínum barnaárum hava verið brøðurnir Hjalmar og Napoleon Jacobsen.
Í 1985 tók Hákun í Króki við klokkarastarvinum, og tá fór klokkarastarvið úr Túnaættini.

Aðrir klokkarar hava síðani verið:

Sonni Hansen
Kristin Holm
Svenning Lindenskov
Rene Hansen
Kristian Hansen
Mikkjal Holm
Eli Holm
Hergeir Jacobsen
Jens Nicolajsen
Bárður Poulsen

Sum heild kann sigast, at kirkjuni hevur ongantíð skortað klokkarar. Kirkjufólkið her á staðnum takkar teimum verandi og undanfarnu klokkarum hjartaliga fyri trúgva tænastu.

Nýggja kirkjuklokkan

Í dag tekur Nólsoyar kirkja nýggja kirkjuklokku í nýtslu, tí tann gamla orkaði ikki longur at senda innbjóðingina, sum tey gomlu søgdu:

KOM I GUDS HUS.

Tíðarinnar tonn hevur sett sítt merki á hana.

Tí setti kirkjuráðið sær fyri, at útvega eina nýggja ringjuklokku, sum í dag hevur kallað bygdarfólkið saman á fyrsta sinni. Henda nýggja kirkjuklokkan hevur innskriftina:

HOYR KIRKJULJÓM Á TANGANUM ÚT YVIR BYGD OG VÍK

HANN SYRGIR VIÐ TEIM SYRGJANDI OG GLEÐIR EYDNURÍK

Orðini eigur H.A.Djurhuus 1883–1951

MEG STOYPTI TIL NÓLSOYAR KIRKJU Í 2016

OLSEN NAUEN KLOKKESTØBERI Í NOREGI

Tað fall mær í lut at koma við uppskoti til innskriftina. Ein heiður, sum eg eri takksamur fyri.

Hugskotið til innskriftina fann eg í yrkingini hjá H. A. Djurhuus, Kirkjan á tanganum sum er um Nólsoyar kirkju.

Tá eg hevði hugsað um orðingina, varð eg sannførdur um, at hesi orðini hóskaðu væl til klokkuna við smávegis broytingum. Hetta uppskotið góðtók kirkjuráðið.

Eg vil ynskja kirkjuliðinum í Nólsoy hjartaliga tilluku við nýggju kirkjuklokkuni og Guds signing yvir tað arbeiði, sum verður gjørt her í Kirkjuni á Tanganum, tá kirkjuklokkan ljóðar yvir bygd og vík.


Egon Hansen

Sí fleiri myndir her!