Skriva út

Nólsoyar kirkja 150 ár.

01.07.2013 Tíðindi
Nólsoyar kirkja 150 ár.

Tað var 2. august 1863, at Andreas Djurhuus táverandi Føroya próstur, vígdi Nólsoyar kirkju, Kirkjuna á Tanganum, sum Hans A. Djurhuus skald so vakurt nevnir hana í yrkingini við sama navni.

 Tann hvítmálaða Nólsoyar kirkja, stendur dygst niðri við sjóvarmálan. Á Kirkjutanganum, ið staðið eitur. Har sjógvurin á sumri á stórari fjørðu, kínir tann tara og slýggjvaksna Kirkjutangan, og so um veturin tá landsynningsaldan brýtur um tangan og inn á víkina. Tá koma skaldaorðini hjá Tróndi á Malarenda fram fyri ein: Tá kundi ei orð eg mæla.

 Kirkjan og Kirkjutangin leiða tankan aftur til sálmaørindið: Betur hon lívdi enn gamalt grót, kirkjan á nesi og tanga. Tað hevur nevniliga verið siðvenja í Føroyum, at kirkjurnar vórðu bygdar á sjónskum støðum. Ofta tætt við sjóvarmálan sum í Nólsoy, ella á  einum ásýnligum staði í bygdini. Endamálið var altíð hitt sama. Gudshúsið skuldi vera tað fyrsta og tað síðsta fólk sóu, tá tey komu ella fóru úr bygdini. Um tað so var sjóvegis við báti ella til gongu upp um fjøll.

Tað menn vita um, hava allar kirkjur í Nólsoy undan hesari staðið á Kirkjutanganum. Tó sigur søgnin, at í katólskari tíð skuldi eitt bønhús standa í Eyggjagerði, hóast eingin farvegur er eftir tí har, ella nakar kann ávísa, hvar tað hevur staðið. Heldur ikki er nakar grevstur aðrastaðni í Nólsoy enn í gamla kirkjugarðinum á Kirkjutanganum.

 Í 1916 varð eitt Skírnarkar funnið undir grevstri í kirkjugarðinum á Kirkjutanganum, og sum er til skjals á Fornminnissavninum. Hesin fornlutur stuðlar eisini uppundir, at kirkjurnar hava staðið her. Sverri Dahl sáli metir, at skírnarkørini, sum eru av norskum uppruna, ivaleyst eru komin til Føroyar í tíðarskeiðnum millum 1100 og 1250.

Thomas Tarnovius sigur í bók síni í 1669, at Suðurstreymoyar prestur umframt Havnar, Kirkjubøar og Kaldbaks kirkjur eisini røkir kallið við Nólsoyar kirkju. Eisini Lucas Debes nevnir Nólsoyar kirkju í 1673 og so Kommissionsbetænkningen  1709 –1710.

Í hesum nevndu bókum sæst, at í Nólsoy er kirkja í miðari 17. øld, men einki um, hvussu gamlar kirkjurnar eru.

Í Nólsoyar kirkju eru nakrir sera sjáldsamir altarlutir. Kalikurin og diskurin eru nevniliga keyptir  frá niðurlagda Argja hospitali í 1804. Altarkannan, ið nú stendur í sýnisskápi, er úr glasi við etsingum og brýningum á síðunum. Lokið á kannuni er úr silvuri við árstalinum 1709 íristum. Hetta er elsta silvursmíð í Føroyum.

Á altarinum eru fýra stakar. Tveir stórir, ið eru keyptir fyri kirkjutíggjund og tveir smærri, ið eru givnir av H.A.Djurhuus og M.A.Jacobsen í samsýning fyri umrødda skírnarkarið, ið Fornminnissavnið fekk í varðveiðslu.

Á altarinum stendur eisini ein kristusmynd, ið Poul í Búð (1791 – 1857) í Nólsoy hevur skorið út. Poul í Búð var ein av føroyingunum, sum í 1839 var kanningarferð við Pløyen, amtmanni í Hetlandi.

Kirkjuklokkan hevur innskriftina: Solideogloria, ið merkir: Guds er æran aleina, og so Meficit, tað er: Meg gjørdi, síðani navnið á stoyparanum: M.C.Troschellcopp, Nolsø Kirke 1778.

Fyrsta urgan, ið kom í kirkjuna varð keypt av Tummas Skylv skipara (1835 – 1888) í 1880-unum. Verandi pípuurga er gjørd í 1972 av Verland Johansen urgubyggjara í Havn.

Vígsludagin 2. august 1863 varð gamla  Kingosálmabókin tikin úr brúki í Nólsoy og  Salmebog for Kirke- og Husandagt nýtt í staðin til vanliga gudstænastu og lestur. Kortini hildu nólsoyingar fram við at nýta Kingobókina til altargongd og mikumorgnar í føstu, men sum frá leið mátti Kingobókin dvína fyri urguspæli og aðrari nýggjari sálmabók, Salmebog for Kirke og Hjem, ið varð nýtt til føroyska sálmabókin varð tikin í nýtslu í 1961. Tó livdu Kingosálmarnir og løgini við sítt fríska lív líka til okkara dagar í Nólsoy. Hetta síggja vit best í bókaverkinum hjá Marianne Clausen, um Kingosálmasang og andaligan sang í Føroyum, har Nólsoyar kvinnurnar Johanna Maria Skylv (1877 – 1974), Maria Eide (1894 –1994) og Marianna í Kongsstovu (1905 – 1997) eru millum størstu keldurnar. Her skal ikki gloymast, at nólsoyingurin Jákup við Ryggjagarð ( 1875 –1935) gav Føroya fólki lagið til Harra Guð títt dýra navn og æra, sum á hansara døgum var alment kent í Nólsoy. Mest sungni sálmurin her á landi, og tí nr. 1 í sálmabókini.

Kirkjufelagsskapurin við Havnina hevur havt stóra ávirkan á kirkjulívið í Nólsoy. Hetta hevur sína orsøk í, at Havnin og Nólsoy eru nærmastu grannar, og at presturin í Suðurstreymoy eisini var prestur í Nólsoy. Soleiðis funnu kirkjusiðirnir, ið broyttust í Havn eisini eftir stuttari tíð vegin til Nólsoyar. Hetta sýnir, at kirkjan er ein livandi vera, sum broytist, tá tíðin er búgvin til slíkt, samstundis sum kirkjuliðið heldur fast um tey sereyðkenni, sum mynda føroysku fólkakirkjuna og gera hana til okkara kirkju.

Mong eru tey ítini til miðis i Nólsoyar firði og eisini eystan fyri oynna, har kirkjan á Tanganum er eitt av ítunum. Eisini sum stavnhald ella siglingarleið um fjørðin hevur kirkjan havt sín týdning. Gamalt var, tá nólsoyingar komu úr Havn í vána veðri av norði og vestfalsbroddi, so vistu teir, at slættast at koma um íðuna, sum mangan er ótespulig at fara um, er at hava kirkjuna í Hoygarðin. Tá var stýrt rætt og sjógvurin slættast.

Sagt verður í Nólsoy, at tá Russaskipið, soleiðis var tað nevnt, í 1860-unum, kom rekandi eystan fyri oynna við brotnum rigningi og skrøddum seglum, og nólsoyingar bjargaðu tí inn í Nólsoyar fjørð, tá kom Kirkjan á Tanganum teimum illa skjølaðu sjómonnunum til hjálpar. Skipið var av Álandsoyggjunum, ið tá á døgum hoyrdi til Ruslands. Manningin visti ikki, hvar teir vóru staddir og hildu, at teir vóru komnir til eitt land, har kristindómurin ikki var náddur. Tá tóku nólsoyingarnir, sum sóu og skiltu ta ræðsluslignu manningina, og signaðu seg og peikaðu á kirkjuna, so manningin kundi síggja, at her búði kristi fólk. Soleiðis varð krossmerkið og kirkjan eitt sjónligt dømi um, at Føroyar var eitt kristið land, og at manningin kundi fara ekkaleys í land, sum hon eisini gjørdi.

Kemur ein inn í Nólsoyar kirkju, so verður ein skjótt varigur við, at kirkjan er í góðum hondum. Hon er prýðilig og væl umsitin av bygdarfólkinum. Hon er sanniliga ein halgidómur, ið bygdin tekur lógvatak um og er errin og góð við.

Gævi at Kirkjan á Tanganum framhaldandi, tá kirkjuklokkan kallar, verður karmurin um kristinlívið í bygdin, har bygdarfólkið savnast í gleði og sorg.

Egon Hansen