Skriva út

Nógv gjørt burtur úr minningardegi

28.10.2015 Tíðindi
Nógv gjørt burtur úr minningardegi

Meira enn vanligt verður gjørt burtur úr minningardegi teirra sjólátnu hesaferð, tí tað í ár eru 70 ár síðan, at Annar Heimsbardagi endaði.

Í ár eru 70 ár liðin, síðani Annar Heimsbardagi endaði, og tað fer at seta dám á minningardag teirra sjólátnu allahalgannadag 1. november.

Í Havn er siður, at Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri hátíðarhaldi á Vinnuháskúlanum. So verður eisini í ár.

Hátíðarhaldið á Vinnuháskúlanum byrjar klokkan 14, tá Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari bjóðar vælkomin. Talarar verða løgmaður Aksel V. Johannesen og Símin P. Jacobsen, prestur. Síðani verður farið í Viðarlundina, har kransur verður lagdur við minnisvarðan. Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn varð í síni tíð – í 1956 – reistur júst til minnis um teir, sum fórust á sjónum krígsárini.

Í Dómkirkjuni í Havn verður meira enn vanligt gjørt burtur úr. Fólkakirkjan og manningarfeløgini samstarva um hetta tiltakið í ár.

Minnisgudstænastan í Dómkirkjuni verður klokkan 20, og bæði bispur og dómpróstur standa fyri henni. Jógvan Fríðriksson, bispur, prædikar, og Uni Næs, dómpróstur, hevur altartænastuna. Løgmaður fer eisini at siga nøkur orð í Dómkirkjuni, og Tórshavnar Manskór syngur.

Aftaná, klokkan 21, bjóða manningarfeløgini, kirkjan og Sjómansmissiónin til kaffi, te og smákøkur uppi á í Kaffihúsinum, inngongd á Bryggjubakka beint niðanfyri Dómkirkjuna.

Har fara nøvnini á føroyingunum, sum sjólótust ella doyðu umborð á skipi undir krígnum, eisini at liggja frammi.

Tað er Jógvan Arge, journalistur og rithøvundur, sum við bókarøðunum “Stríðsárini” og “Teir sigldu úti” eftir faðir sín Niels Juel Arge og “Víkingasynir” eftir Jákup Joensen sum keldu hevur savnað nøvnini.

Jógvan Arge hevur eftir bestu sannføring gjørt listarnar yvir teir, ið fórust. Listarnir telja tilsamans 213 nøvn, men hann leggur dent á, at fyrivarni sjálvsagt skulu takast fyri, at okkurt í uppruna-
tilfarinum kann vera komið skeivt fyri.

Sum vanligt verður Minningardagur teirra sjólátnu eisini hildin runt um í landinum. Dagurin í ár fellur saman við fyrsta sunnudegi í november, og tá er vanligt nógvar staðir eisini at minnast øll tey, ið farin eru í sóknini seinastu 12 mánaðirnar.
---
Vinaliga
Dómkirkjan, Sjómansmissiónin, manningarfeløgini

Nærri upplýsingar fáast frá Una Næs, dómprósti, tlf. 237325, Torleifi Johannesen, sjómanstrúboða, tlf. 229024, Jan Højgaard, formanni í Fiskimannafelagnum, tlf. 281569, Pálli Hansen, formanni í Maskinmeistarafelagnum, tlf. 217718 ella Annfinni Garðalíð, formanni í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, tlf. 216973.