Neyðugt við ábótum skal kirkjan vera eitt prýði fyri eina bygd
- Nei, vit hava ikki sett nakað evstamark fyri, nær umvælingin av kirkjuni í Svínoy skal vera liðug. Men vit miða eftir, at arbeiðið uttandura skal vera liðugt í summar. So kunnu vit í vetur arbeiða innan, sigur Uni Næs, dómpróstur.
Í farnu viku nevndu vit støðuna sum henda kirkjan frá 1879 er í, nú ymiskar neyðugar ábøtur eru gjørdar og verða gjørdar í løtuni.
Her varð nevnt, at einhvør bygningur – eisini ein kirkja á útoyggj – treingir til umvælingar við jøvnum millumbilum, um hann ikki skal fara heilt.
Nevnt var eitt dømi frá 1871 har tosað var um, at henda kirkjan bæði var kavrotin og stóð til at rapa. Neyðugt var tá at byggja eina nýggja kirkju, og tað er hon sum enn stendur uppi á eini høvd í bygdini.
Men skiftandi veðurlag og árstíðir halda ikki uppat at slíta uppá ein so gamlan bygning. Nú var tíðin komin til at geva kirkjuni eina kærkomna hond, eins og myndin eisini greitt vísir.
- Jú, vit sóu, at her var neyðugt at gera nakað munagott, segði Uni Næs, tá hann var gestur í sendingini ”Komið øll við” á R7 fyrr í mánaðinum. - Okkurt er longu gjørt, men annað má gerast.
HJÁLPAST AT
Í sendingini greiddi Uni Næs frá mannagongdini, tá ábøtur skulu gerast við ein kirkjubygning.
Tað er sjálvandi í fyrstu syftu kirkjuráðið á staðnum, sum hevur ábyrgd av síni kirkju, og av rakstri og umsiting av bygninginum.
Er so okkurt áfatt, og sum neyðugt er at gera nakað við, verður boðað kirkjuligu myndugleikunum frá støðuni.
Støðan kring landið er hon, at tað eru nógvar kirkjur við fáum fólkum. Men júst her roynir kirkjuligi myndugleikin at fylgja við, og vísa á týdningarmikla arbeiðið at fara væl um kirkjuna, bæði innan og uttan.
- Men, legði Uni Næs dent á. - Hetta eydnast ikki altíð eins væl á øllum støðum. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at tey mangastaðni eru so fáment og hava tí ikki orku til tað.
- Vit hjálpast so at á leiðini fram, millum annað við at finna fólk at gera uppgávurnar – eins og vit hava gørt her í Svínoy.
EITT TOYMI
Her við Svínoyar kirkju hevur verkfrøðingurin, Hans Hendrik Mikkelsen gjørt eitt yvirlit yvir, hvat skal gerast innan og hvat skal gerast uttan. Og tað er eftir hesum tilmæli og eftir hesum leisti at arbeitt verður í dag.
Tey, sum vóru í Svínoy fyrr í summar, tá minnisvarðin var avdúkaður, sóu longu tá at ymisk arbeiði vóru gjørd uttan. Enn er nakað eftir at gera, millum annað skal hampast væl um túnið kring kirkjuna.
Uni Næs vísir á, at tey í umsitingini í kirkjuni hava nevnt møguleikan at gera allar hesar umvælingarnar á annan hátt.
Hugsanin er í hesum sambandi, at ein kanska kundi skipað eitt toymi, sum so fer at ferðast kring kirkjurnar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði og aðrar uppgávur í kirkjunum.
- Vit hava arbeitt við tankanum, men vit vilja hinvegin á ongan hátt taka arbeiði frá teimum lokalu handverkarunum.
VÆL ÚR HONDUM GREITT
Í greinini í farnu viku vístu vit á trupulleikan í Svínoy, og sum eisini er kring alt landið: At fáa fatur á fólki at gera øll hesi arbeiðini ið eru neyðug.
Tað eydnaðist teimum kortini at fáa fatur á fólki, sum í summar hava verið til arbeiðis í bygdini. Miðað verður eftir, at tey gera sera lidnar uttandura nú, og halda síðani fram innanveggja í vetur.
- Okkara partur skal so ikki liggja eftir. Vit leggja alla orku í at fáa hetta arbeiðið gjørt, nú peningurin eisini er játtaður til tað, vísir Uni Næs á.
Er nógv arbeiði kring landið, so er eisini nógv arbeiði í gongd við kirkjuligum bygningum í Norðoyggjum. Umframt arbeiðið í Svínoy, er prestagarðurin í Ónagerði á Viðareiði í løtuni undir stórari umvæling, eins og kirkjan á Húsum fær neyðugar ábøtur.
- Vit kunnu bara staðfesta, at hesi arbeiðini, og tað stóra arbeiði sum var gjørt í Mikladals kirkju fyri nøkrum árum síðani, eru væl úr hondum greidd. Hans Hendrik Mikkelsen hevur gjørt eitt sera gott arbeiði. Tí er eingin ivi hjá okkum um, at tey øll hava hvílt, og hvíla í teimum bestu hondunum, sigur dómprósturin.
LATA KIRKJUNA UPP
Í dag verður nógv tosað um tað stóra talið av ferðafólkum sum vitja her á landi hvørt einasta ár.
Eitt av støðunum ið tey elska at vitja, eru tær staðbundnu kirkjurnar, sum tykjast hava stóra atdráttarmegi hjá fremmandu gestunum.
Summastaðni standa kirkjurnar ólæstar, meðan ein aðrastaðni hevur valt at læsa tær, eftir at nakað av ófriði og stuldri var úr kirkjubússunum fyri nøkrum árum síðani.
- Vit frá kirkjuni ynskja, at ein kirkja skal síggja væl út og vera í góðum standi. Hon er eitt satt prýði fyri bygdina, og tí leggja vit eisini stóran dent á, at tær verða hildnar. Men tað er tó ikki allastaðni at fólk sleppa inn í eina kirkju.
- Hinvegin, - spyrja ferðafólkini um tey sleppa inn í kirkjuna, so er skjótt at onkur kemur við einum lykli og fær latið kirkjuhurðina upp, sigur Uni Næs, dómpróstur við R7.
(Fyrra greinin um Svínoyar kirkju var at lesa her á heimasíðuni 10. august 2019)
Orð: Snorri Brend
Mynd: Birgir Waag Høgnesen/R7