Skriva út
Nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir skipað seg
21.03.2018 Tíðindi
Leygardagin hin 3. mars var árligi aðalafundurin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir. Í ár varð aðalfundurin hildin í Gøtu kirkju, og sum vant fjórða hvørt ár var nevndarval á skránni.
Nývalda nevndin skipaði seg á fundi mánakvøldið 19. mars í Hoyvíkar kirkju:
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkv. í Gøtu kirkju – forkvinna
Elsebeth V. Simonsen, forkv. í Viðareiðis kirkju – varaforkvinna
Katrin Højsted, forkv. í Eiðis kirkju – skrivari
Ingibjørn I. Eldevig, næstformaður í Fuglafjarðar kirkju
Signheðin Davidsen, formaður í Hósvíkar kirkju
Kathrina Lindenskov Holm, kirkjuráðslimur í Vesturkirkjuni
Theodor Eli Dam Olsen, prestur
Kassameistari er Marna Reyná, Jóhan Elkjær Hansen er bókhaldari og kassameistari fyri Kirkjutíðindi, og grannskoðari felagsins er Hanus Heinesen.
Endamál felagsins er m.a. at savna føroyskar kirkjuráðslimir fyri at tala um felags mál í kirkjuarbeiðnum vera sambindingarlið millum kirkjuráðini og myndugleikarnar.
Eisini kann nevnast, at felagið gevur út Kirkjutíðindi, og fyrsta blaðið í ár er júst prentað og komið út. Í blaðnevndini sita Hansina Brekkstein, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Maria Jørðdal Niclasen, Tummas Lauridsen og Theodor Eli Dam Olsen, blaðstjóri.
Onnur tíðindi