Skriva út

Nevndin hevur talað.

28.05.2013 Tíðindi
Nevndin hevur talað.

Kallið sum sóknarprestur við sæti í Vestmanna varð lýst leyst 1. mars 2013. Umsóknarfreistin gekk út 15. apríl. Tann 12. apríl tók biskupur lýsingina aftur vegna tvístøðu millum kirkjuráðini, ið skulu innstilla prest í kallið.

Sóknarpresturin í Vestmanna skal gera tænastu bæði í Norðurstreymoyar og Vága prestagjaldi, og sjónarmiðini hvør sínum megin Vestmannasund róku hvør sín veg. Norðstreymoy við kirkjuráðnum í Vestmanna á odda helt fast við, at einans kirkjuráðini í Norðstreymoy høvdu rættin at innstilla. Í Vága prestagjaldi varð semjan hon, at kirkjuráðini í Vága prestagjaldi skuldu innstilla saman við kirkjuráðunum í Norðstreymoyar prestagjaldi.

Løgfrøðingurin hjá Føroya Stiftsstjórn var greiður í sínum máli. Kirkjuráðini í báðum prestagjøldunum skuldu í felag gera eina innstilling. Mentamálaráðið kom til somu niðurstøðu og staðfesti, at fyrisitingarliga var mannagongdin røtt og í samsvari við lógina.

Tann 16. apríl fekk Kirkjumálaráðið í DK fyrispurningin, tí í 1986, tá ið kallið á sinni sá dagsins ljós, var málsøkið danskt. Kirkjumálaráðið staðfesti tann 16. mai, at einki í kongaligu resolutiónini er bindandi í dag.

12. apríl boðaði biskupur frá, at ein nevnd við serfrøðingum skuldi kanna tey viðurskifti, ið tvístøða var um. Í stuttum kann tvístøðan lýsast við spurninginum: Hvørji kirkjuráð skulu innstilla prestin?

Tann 27. mai fekk biskupur niðurstøðuna frá nevndini. Í vanligum orðum kann niðurstøðan lýsast á henda hátt: Fyrisitingarliga er málið farið fram eftir bókini, og øll 13 kirkjuráðini í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi skulu innstilla sóknarprestin, ið hevur bústaðarskyldu í Vestmanna.

Biskupur metir, at málið er lýst út í æsir. Ivamálini eru kannað, og svar er fingið.
Ein tvístøða er ikki altíð óheppin. Viðhvørt elur tvístøðan til umhugsni og klárskygni. Leiðslan í Fólkakirkjuni stjórnar í opinleika og við gjøgnumskygni, og allir partar í kirkjuliga landslagnum viga eins í tí fólkaræðisligu tilgongdini. Fyri opnum skermi viðgera vit mál, ið vit eru samd um og mál, har tvístøða valdar.

JF.