Skriva út

Nes prestagjald innstillað prest

04.11.2014 Tíðindi
Nes prestagjald innstillað prest

Á felags kirkjuráðsfundi í kvøld innstillaðu kirkjuráðini gudfrøðingin Ova Brim til kallið sum sóknarprestur í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn.

Tað er landsstýrismaðurin, ið útnevnir sóknarprestarnar.

Sum tikið verður til í lógini um størv í fólkakirkjuni: “Tá ið biskupur hevur tikið støðu til tilráðingina frá kirkjuráðunum, ger hann landsstýrismanninum tilmæli og leggur tilráðingina frá kirkjuráðunum við.”

Roknað verður við, at vit eru komin væl inn í jólamánaðin, áðrenn formlig viðurskifti eru avgreidd.

JF