Nes kirkja 170 ár
Sunnudagin 1. des., fyrsta sunnudag í advent, var ein serlig guðstænasta hildin í Nes kirkju, í sambandi við at kirkjan hendan dagin fylti 170 ár.
Guðstænasta var skipað sum ein familjuguðstænasta, og sigast má, at tað var gleðiligt at síggja eina stúgvandi fulla kirkju. Hans Eiler Hammer var prestur henda dagin. Umframt prædikuna, sum Hans Eiler helt, fortaldi Jonna Poulsen eina góða barnasøgu, og nakrar ungar gentur sungu jólasangir.
Aftaná guðstænastuna bjóðaði kirkjuráðið til ein døgverðabita í Fríðrikskirkjuni, sum eisini hevði føðingardag hendan dagin.
Undir døgverðanum hildu Martin R. Jacobsen, prestur og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri røðu, meðan kirkjuráðsformaðurin leiddi borðhaldið.
Samanumtikið má sigast, at dagurin eydnaðist sera væl.
Søguligt um Nes kirkju:
Tað verður hildið, at kirkjan varð vígd fyrsta sunnudag í advent í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur í Eysturoynni og Føroya próstur.
Tað tók einans seks mánaðir at byggja kirkjuna, og tá ið hon stóð liðug, var kostnaðurin 1.171 ríkisdálar.
Menn vita, at tað hava staðið fleiri kirkjur á sama staði, sum núverandi Nes kirkja stendur. Men júst hvussu nógvar, ber ikki til at siga, tó er sannlíkt at kirkja eisini hevur verði í katólskari tíð og frá hundabrævinum vit vit at fólk búði á Nesi í 14. øld.
Søgnin sigur frá um Heina Havreka, at hann skuldi reka á land stutt heimanfyri Eystnes, og hevði hann lovað Guði, at um hann kom livandi á land, skuldi hann byggja eina kirkju, nærhendis tí staði, har hann rak á land. Hetta hendi í árinum 1541, tí halda menn, at fyrst kirkja eftir reformatiónina bleiv bygd á Nesi í 1541. Heini Havreki, vita vit, var fyrsti próstur í Føroyum og eftir hann, hava 14 próstar í tilsamans 215 ár búð og virkað á Nesi. Í millum hesar kunnu nevnast V.U. Hammershaimb og Fríðrikur Petersen.
Tó at nýggj kirkja er komin í Nes kirkjusókn, verður Nes kirkja framvegis brúkt. Tríggjar av teimum seks føstuguðstænastunum eru í Nes kirkju, umframt guðstænasturnar jólakvøld og nýggjarsaftan. Harafturat verður kirkjan eisini brúkt til brúðarvígslur, dóp og jarðarferðir.
Nes kirkja er í dag friða, men tó kunnu vit gleðast um, at kirkjan framvegis verður brúkt til boðan av Guðs orði, samstundis sum nógv, bæði føroyingar og útlendingar, fáa ta gleði at vitja kirkjuna og fáa frágreiðing um hana frá kønum fólki.
Kelda: Gomlu trækikjurnar eftir J.P. Gregoriussen