Skriva út
Nelson Mandela minningarhald
20.12.2013 Tíðindi
Mánadagin 30. desember kl. 19 verður minningarhald í Vesturkirkjuni, har vit minnast Nelson Mandela og dvølja við tann týdning, ið hann fekk fyri suðurafrikanska fólkið, heimsfrið og heimsfatan.
Tríggjar talur verða hildnar, og sóknarpresturin Heri Joensen er saman við biskupi liturgur. Tey, ið tala eru:
Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen
Sóknarpresturin Inga Poulsen Dam
Sóknarpresturin Theodor Eli Dam Olsen.
Yggdrasil - Angelika Nielsen, Mikael Blak, Heðin Ziska Davidsen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen - spæla løg úr Suðurafrika.
Tað er Jan Múller, stjóri og fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, ið eigur hugskotið. Hann vendi sær til biskup og prestarnar, ið tóku væl ímóti hugskotinum. Vónandi fáa vit eina kveikjandi løtu, ið økir okkara egnu lívsgleði og mennir tilvitanina svá, at vit geva hvør øðrum gætur við atliti at friði, sosialum ágóðum og mannarættindum.
JF
Onnur tíðindi