Skriva út

Náttúran sum halgidómur

25.01.2016 Tíðindi
Náttúran sum halgidómur

Um náttúruna og ríkidømi hennara sum Skaparans felags gávu til okkara at røkja og virðismeta

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Í dag er pálsmessa, og hon var upprunaliga hildin til minnis um umvending Paulusar á leiðini til Damaskus. Tá hitti hann hin krossfesta og upprisna Jesus, og har møtti honum ein myndugleiki, sum fekk vald á honum, men ikki minni ein kærleiki, sum so púra broytti lív og lagnu hansara. Atsóknarmaðurin Saul gjørdist ápostul hjá honum, sum hann hevði søkt at.

Alt tað, sum hevur fuglaflog,
sum fuglasiði fylgir og
við sangi dregur anda,
sig Guði lov og takkarljóð,
tí miskunn hans og náði góð
er nær í hvørjum vanda.

— N. F. S. Grundtvig 1851. S. A. Weihe


Gamalt er, at fuglaárið byrjar á pálsmessu 25. januar, tí tá skal súlan koma í Mykineshólm og lomvigin koma á landgrunnin. Fuglaárið endar um miðjuna av september, tá skrápurin/lírin sum tann seinasti fuglurin fer frá landi. Á pálsmessu varð dúgligað spáað um hvussu veðrið fór at roynast nú sólin hækkaði og dagarnir dragnaðu. Ymisk eyðkenni vórðu havd at meta seg eftir.
Hvussu røkja vit náttúruríkidømi okkara – fuglin sum alt annað, okkum í náttúruni er givið sum felags ogn frá Skapara himins og jarðar? Og hvussu takksom eru vit fyri alt hetta ríkidømi? Fegnast vit um tað sum dýra gávu? Vit vita, at annar av pálsmessufuglunum, lomvigin, hevur verið fyri stórum hóttafalli. Skuldina fyri hetta hava vankunnug fólk fingið fyri fyrilitarloysi við byrsuni. Men hóast friðing í út við fjøruti ár, hevur bert okkurt árið lítil framgongd verið at hóma. Og tí verður hugt at vistfrøðini – teirri føði, fuglurin livir av.
Javnan verða stór inntriv gjørd í náttúru okkara. Her er talan um samferðslu, orkuveiting, alibrúk o.s.fr. Umhvørvisverndarfólk tala at, eru inntrivini alt ov stór.
Gomlu grikkarnir søgdu, at alt, sum er gagnligt, er eisini vakurt. Nakað er um tað, men so valdast tað estetiska eygað – at farið verður vandaliga um og órudd ikki flýtur. Stundum síggja við stubbar av plastrørum rekast bæði niðri við strondina og í haganum frá alibrúkum – órudd, ið skemmir umhvørvið.

Gud í náttúruni

Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans.

– Ámos 4,13

Hóast søga Ísraels óloysiliga er knýtt at templinum og at fólkið fór í halgidómin at finna Gud í ákallan og bøn, so finna vit her hjá Ámosi profeti farran av einari hugmynd um, at Gud er í skaparverki sínum – úti í náttúruni og at finna har. Men her skal havast í huga, at tað er eitt fráfallið fólk, Ámos talar við.
Í andligari uppfatan kenst hesin hugburður aftur hjá nútíðarfólkum, tá talað verður um at hava tilknýti til kirkju ella samkomu. Vit hoyra javnan, at yngra ættarliðið í dag víkir frá hesari gøtuni. Men talan nýtist ikki at vera líkasæla ella gudloysi, tí hesi fólk verja seg ikki sjáldan við orðunum: »Eg gangi ikki í kirkju, tí eg finni Gud í náttúruni.« Ja, gjørdi ikki eisini Hans Andrias Djurhuus á sín hátt tað, tá hann yrkti: »Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi«?
Náttúran og umhvørvið er felags ogn, ið vit øll eiga at fegnast um. Ja, av sonnum er hetta ein halgidómur við óendaligari rúmd, ið vit hava felags skyldu at røkja og tæna. Mikudagin í síðstu viku hevði Hanus Kamban, rithøvundur, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju um skaldið Hans Andr. Djurhuus og kristiligu lívssjón hansara. Í skaldskapi hansara finna vit ein farra av panteismu, t.e. hugmyndin ella læran um, at Gud er í øllum og ikki avmarkaður til ákallan og bøn innan fyri fýra kirkjuveggir.

»Jógvan á Mýrini – klokkarin í bygdini – gletti á tonn. Hann skuldi fara at ringja fyrstu ferð – sunnumorgun var. Dugir tú ikki triðjaboð? spurdi klokkarin Hans Andrias, tá ið teir møttust henda sunnumorgun. Hans Andrias fór út í hagan.«

Vit eru stødd í Sandavági, og tað er Jógvan við Ánna, ið hetta nevnir í minningarorðum um Hans Andrias Djurhuus í Skúlablaðnum 1951. Hans Andrias var lærari har í bygdini 1909-16.
Men í dagsins einsemi hevði Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) longu svarið klárt til klokkaran í Sandavági. Í 1908 yrkti hann »Hagin og kirkjan« í Baldursbrá á heysti 1908, prentaður í Tingakrossi 19. mai 1909 og síðan í Songbók Føroya Fólks.
Ístaðin fyri at sita í kirkjuni og bína, so skulu bæði klokkarin og øll onnur vita, at skaldið, lærarin og panteisturin Hans Andrias – meðan sólin í várgleði kínir fjøllunum – leitar sær burtur hagar, himinin er høgur; hagar lotið og fuglurin kvøða sítt várkvæði. »... tí hagin er nógv betri enn kirkjan fyri meg,« sigur hann.
Og nú er tað, vit við Hans Andriasi verða leidd fram at sjálvari frumkelduni til tað, sum her frammanundan er nevnt:

Tú veitst væl, at Harrin, sum valdar øllum londum,
býr ei í templum bygdum av menniskjahondum,
hann nýtir ei, at menniskjan biður honum bøn.
Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda,
tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa.
Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn.

Hans Andrias Djurhuus yrkti mangar yndisligar náttúrusangir til vaksin og børn. Jógvan við Ánna sigur í nevndu minningarorðum, at tað var sum øll náttúran fylgdi við Hans Andriasi inn í skúlan, tí snimma – áðrenn fyrsta tíma – hevði hann longu verið gongutúr á fjøllunum í góðveðrinum.
Føroyska kirkjumálið og orðaskiftið um tað í Løgtinginum er ikki uttan týdning í hesum føri. Í 1920- og 1930-árunum er tað til viðgerðar, og sum við spurninginum um føroyskt í skúlanum er her sama toganin millum Samband og Sjálvstýri. Í 1930-árunum vórðu føroysku ritualini góðkend, ein lestrabók komin út og Nýggja Testamenti umsett og komið út í heftum. Valskeiðið 1932-36 hevði Sambandsflokkurin avgjørdan meirluta í Løgtinginum, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin vóru í minniluta.
Í 1935 skjeyt minnilutin upp, at fyriskipanin um kirkjuráð frá 1925 skuldi verða broytt, so har kom at standa, at prædikan í hámessuni skuldi vera á donskum ella føroyskum, og at føroyskir sálmar og ritual kunnu brúkast, annaðhvørt prædikan var á donskum ella føroyskum. Avmarkingarnar skuldu burtur. Men meirlutin var ikki lagaligur og málið kom ikki longri enn til Løgtingið.
Eftir løgtingsvalið 1936 sá tingmanningin heilt øðrvísi út. Sambandsflokkurin hevði 8, Sjálvstýrisflokkurin 8, Javnaðarflokkurin 6 og Vinnuflokkurin 2. Málið varð viðgjørt í skúlanevndini, og har sótu sjálvstýrismenninir Jóhan Kallsoy og M. A. Jacobsen, sambandsmenninir Johan M. Fr. Poulsen og Andrass Samuelsen og javnaðarmaðurin J. H. Danbjørg. Sjálvstýrismenninir og javnaðarmaðurin stóðu saman og høvdu meirlutan. Meirlutin tekur minnilutauppskotið frá 1935 framaftur og leggur tað fyri tingið. Okkurt verður lagt aftrat nevndarálitinum, men nógv nýtt er ikki í tí, sum ikki hevði staðið í undanfarnum álitum.
Frá 1928 verður endurtikið, at »mong« nú vilja hava forðingarnar fyri at brúka føroyskt burtur. Við forðingunum verður sipað til tað sama, sum var frammi longu í 1920, at ongar reglur skuldu vera. Meirlutin í nevndini heldur eisini, at tað er »ónatúrligt og skaðiligt«, at reglur eru fyri, hvat mál skal brúkast.
Í bókini »Mangt er í brøgdum vunnið« (1997) heldur Petur Martin Rasmussen, dr. theol., at tað við hesum seinasta helst verður sipað til óttan fyri, at fólk skulu taka seg úr fólkakirkjuni og fara upp í brøðrasamkomuna – eitt sjónarmið hjá sjálvstýrismonnum, sum varð nevnt tíðliga í tíðini.
Meirlutin í nevndini heldur, at prestur og kirkjuráð skulu gera av, hvat mál skal vera brúkt. Hvussu nógv føroyskt varð brúkt, avmarkaði seg sjálvt, tí tað vóru bert tveir prestar, sum dugdu føroyskt, Jákup Dahl og Gulak Jacobsen. Teir prædikaðu bæði á føroyskum og donskum um hetta mundið.
Vit hava so mangan hoyrt, hvat sambandsmenn og sjálvstýrismenn søgdu um føroyskt og danskt, og her er einki nýtt undir sólini. Meira spennandi er, hvørja støðu javnaðarmenn hava, og í hesum viðfangi er serstakliga áhugaverda støðan hjá tí eina javnaðartingmanninum, Tróndi Hansen í Havn, valdur á ting í Suðurstreymoy 1936. Hann segði seg ikki vera serliga kirkjuliga sinnaðan:

»Mín kirkja er náttúran. Eg kann finna Várharra í einum grasstrái og í fuglasonginum. Men skuldi eg farið at takka, hevði tað ikki verið á donskum.«

Hann helt tað tí vera ónatúrligt, at Guds orð varð boðað á einum máli, sum ikki var móðurmálið.
Trónd Hansen (1881-1939) varð í Havn nevndur Tróndur hjá Gustu. Hann var urtagarðsmaður, búði í Gundadali og hevði blómuhandil.

Eitt ávarpandi ljós

Bæði Hans Andrias í Áarstovu og Tróndur hjá Gustu funnu skapara sín í tí óendaligu kirkjuhøllini, sum náttúran er. Og her stendur tað til hvønn einstakan okkara at røkja hesa kirkjuna og fara væl um hana. Tí her eru vit øll tænarar við somu skyldum.
Í hesi høll – her høgt er til loft og vítt til veggja – kunnu vit í okkum lata stórleikan kveikja ávarpandi (altar)ljós, so eisini komandi ættarlið finna røttu gøtuna út higar í víddirnar og at vit her veita teimum henta vitan um gróður, grót og grund, um fólk og fæ og fuglamál.
Hetta er hin ríki førningurin, sum vit øll kunnu samgleðast um á pálsmessu og vit fagna fuglinum, sum á baki ber okkum várvónir blíðar.