Skriva út
Náttarkirkja á Glyvrum
18.12.2012 Tíðindi
Náttarkirkjan á Glyvrum, ið fór av lunnum 2009, er ein eksperimenterandi kirkja. Hon vendir sær til ungdómin, men øll áhugað eru vælkomin. Tað eru vanliga tríggjar náttarkirkjur um árið.
Fríggjakvøldið 7. des. kl 21 lat Náttarkirkjan upp dyrnar í Glyvra kirkju. Tað var nógv ymiskt á skránni: sangur og tónleikur, jólatræ og jólahjørtu, ljósgloban og glow sticks, krubbuandakt og altargangur. Ein náttcafe var eisini í forkirkjuni. Eini 80-100 fólk høvdu leitað sær í Náttarkirkjuna.
Náttarkirkjugestirnir vóru á einum máli um, at løtan var bæði góð, gevandi, jólalig og hugnalig. Nýggja jólakrubban, ið Glyvra kirkja hevur ognað sær, hugtók tey ungu. Johnny Lamhauge tók myndirnar.
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi