Skriva út
Nakrar føstuhugleiðingar
05.03.2014 Tíðindi
»... tær til æru, mær at gagni«
Nakrar føstuhugleiðingar
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Legg nú niður verðsligt sinni,
búgv nú væl títt hjarta til,
lat ei eiga pláss har inni
tað, sum spilla av sær vil;
rudda út og ger tað bjart,
birt har ljós, sum fyrr var svart,
at so frítt har í kann verða,
so Guðs bílæt tú kanst bera.
Ja, »legg nú niður verðsligt sinni« biður skaldið Jóannes Patursson í føstusálmi sínum, har ørindið omanfyri er hitt fyrsta av seks. Vit eru nú í føstuni og fyrsti sunnudagur í føstu er komandi, 9. mars.
Føstan er ein fyrireikingartíð til ta, ið koma skal, tá Jesus fór seinastu ferð sína niðan til Jerusalems, í Getsemane og gekk líðingarvegin út á Golgata, har hann á krosstræi leið deyðan – okkara vegna.
Tað man vera ivasamt, hvussu nógv ættarliðini í dagsins samfelagi leggja í hetta, at leggja niður verðsligt sinni og leita sær hvílu. Lívið alt er ein samfeldur sjóðandi meldur frá morgni til myrkurs. Eftir dagsins strev stunda ung og tilkomin til ymisk tiltøk. Tað ræður um ikki at dragna afturúr, men taka lut í teimum tilboðum, ið eru møgulig uttan fyri vanliga skúlatíð og arbeiðstíð. Børn og ung er strongd og sprongd áðrenn tey veruliga hava sett spón í greytin og kunnu byrja eitt veruligt vaksnamannalív.
Áður varð føstan tikin í álvara. Eftir tiltøk, sum styttu um tann døkka og mangan illfýsna veturin, var nú einki sum æt. Dansur og spæl vóru forboðin. Ikki so frægt sum eitt kortblað mátti tú hava í hondini, hvørki í spæli við onnur ella í einingi leggja kabal. Hetta var bart út sagt – synd!
Og at føstan í fyrndini hevði eitt veruligt innihald við sakralskum strangleika, er søgan um Gæsu í Kirkjubø eitt dømi um. Tú mátti ikki eta kjøt í føstu, men tað gjørdi hon og misti tískil alla Suðurstreymoy, sum hon átti norður at Hórisgøtu. Jørð hennara fór undir kirkjuna.
Hetta var í katólsku tíðini. Eftir trúbótina fór henda kirkjujørð undir kong við øllum teimum festigørðum, sum eru í Suðurstreymoy. Her er tessvegna eingin ognarjørð. Av kongsjørðini eru seinni í tíðini traðir lagdar inn – í Havn fyrst sum leigutraðir, ið brúkararnir seinni fingu høvi at keypa.
Áminningin við øskudegi
Føstan, sum er eitt tað fyrsta fyriskipaða tíðarskeiðið í kirkjuárinum, skuldi vara fjøruti dagar, ið sipaðu bæði til Jesu føstu í oyðimørkini (Matt. 4,2) og til føstu Mósesar á Sinai (5. Mós. 9,9), føstuna hjá Eliasi á Hórebsfjalli (1. Kong. 19,8) og til tey fjøruti árini, jødafólkið reikaði í oyðimørkini.
Men av tí, at føsta ikki mátti vera hildin sunnudag, varð hon sett til at byrja mikudag í sjeyndu viku fyri páskir. Tá fáa vit fjøruti dagar, um sunnudagarnir ikki verða taldir við. Tann mikudagurin varð nevndur »øskudagur«, sum sipar til siðin í Gamla Testamenti at stroya øsku á høvdið sum tekin um sorg og bót og bata.
Tað fyrsta, hesin dagur kann vera, er 4. februar og tað síðsta 10. mars. Í Danmark verður dagurin nevndur »askeonsdag«, í Íslandi »öskudagur«, í Onglandi »Ash Wednesday«, á latíni »dies cinerum«, sum orðarætt merkir øskudagur.
Sambært rómversk-katólskum siði vórðu leivdirnar av pálmunum, sum vígdar vórðu á pálmasunnudegi árið fyri, brendar og øskan latin í ker á altarinum og vígd, kirkjufólkið verður biðið um at koma fram og steyta fingrarnar niður í øskuna og rista fyri sær kross. Prestur, sum er hjástaddur, mælir: »Minst til, at tú ert dust, og at dusti skalt tú verða.«
Vanliga verður nú hildið, at føstan byrjar henda dagin – mikudagin eftir sunnudagin í føstuinngangi – og ein siður, sum vit enn hava í kirkjunum her á landi við uppruna sínum í hesum, eru tær føstugudstænastur, sum verða hildnar nógvastaðni mikukvøld í føstu. Fyri aldaskiftið 1900 vórðu hesar føstugudstænastur hildnar mikumorgnar í føstu – tann fyrsta um morgunin sjálvan øskudag.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« leitar høvundurin Axel Tórgarð viðvíkjandi øskudegi og føstu aftur í kirkjusøguna ella søguna um, hvussu kirkjuárið verður skipað. Og har síggja vit, at fyrstu øldirnar í kristnu kirkjuni varð gongdin í hesum tíðarskeiði fleiri ferðir broytt, áðrenn vit fingu ta skipan, vit nú hava.
Men øskudagur hevur so ið hvussu er við føstuna at gera.
Dagarnir í føstu
Føstuinngangur er í grundini teir tríggjar dagarnar, sunnudag, mánadag og týsdag, áðrenn farið varð undir ta álvarsomu og strongu føstuna frá øskudegi. Tað fyrsta sum sunnudagur í føstuinngangi kann vera, er 1. februar, tað síðsta 7. mars.
Sunnukvøldið í føstuinngangi varð nevnt »seinasta kvøld«, tí tá varð í dansitíðini um veturin vanliga bert dansað sunnukvøld, og hetta var seinasta sunnukvøld við dansi. Men seinasti dansidagur var tó mánadag í føstuinngangi, og hann er tiltikin; áðrenn dansitíðin endaði á hesum sinni, taldu tey jólini, m.a. við »Mær gav Sankta Mortan«.
Føstulávintsdansin hevði hvør bygdin einsæris meðan hini høgtíðskvøldini varð ferðast millum bygdir í dans. Úrvaldar bygdir vóru vertir ávísu høgtíðskvøldini, t.d. jóla-, nýárs-, trettanda-, tjúgundakvølds- og kyndilsmessubygdir. Robert Joensen vísir í bók sínari »Høgtíðir og veitsluhald á vetri« á, at tríggjar tær fyrstu eftir øllum at døma hava verið kirkjubygdir. M.a. verður sagt frá heimildarfólki, at avbygdafólk fóru í kirkju trettandakvøld saman við vertsfólkunum.
Týsdagin í føstuinngangi róptu tey »grýlukvøld«, og tað at ganga grýlu róptu tey eisini at »ganga langaføstu«. Í Mykinesi søgdu tey »óttarskvøld«. Føstuinngangur hevur eisini navnið »langaføsta«, og tað kann merkja sjálva føstutíðina fyri páskir.
Navnið »fastalávint« ella »føstulávint« er nýggjari í føroyskum og er helst komið úr donskum, sum aftur hevur fingið orðið úr lágtýskum »Vastelavent«, sum merkir kvøldið fyri føstu.
Sunnudagarnir í føstu eru fimm. Av teimum verður fjórði sunnudagurin nevndur »miðføsta« og tann fimti »boðanardagur Mariu«; tá ið mariumessa, 25. mars, varð avtikin sum fastur halgidagur, varð hann í kirkjuárinum hildin fimta sunnudag í føstu.
Hugmóðsandin og tænaraandin
Prædikuteksturin til 1. sunnudag í føstu er úr Luk. 22, 24-32, seinna tekstarøð, um teir tveir andarnar. Hann, sum oyðileggur og forkemur og spillir menniskjalívið og kristinlívið, hin »illi hugmóðsandin«, og tann »góði tænaraandin«, sum beint tvørturímóti fremur, nørir og lívgar menniskjalívið og kristinlívið.
Hesir báðir andarnir møtast allar staðir í lívi okkara, í okkara egnu hjørtum, og teir berjast um harradømið í lívi okkara. Hesir andarnir møttust enntá við hina seinastu kvøldmáltíðina skírhóskvøld – tað seinasta kvøldið, Jesus var saman við lærisveinum sínum.
»Men tað var eisini orðadráttur lærusveinanna millum um, hvør teirra mundi tykjast vera størstur.« Hetta er hugmóðsandi. Men Jesus reisti seg upp, tók eitt línklæði og bant tað um seg, og hann helti vatn í eitt tváttarker og fór at tváa føturnar á lærusveinunum og mælti: »Eg eri tykkara millum sum tann, ið tænir.« Hetta er tænaraandi.
Hesa stund er Jesu mynd dýr og føgur. Hann er av sonnum mikil aftur ímóti hinum, ið trættust um, hvør teirra mundi vera størstur.
Og hesir báðir andarnir møtast enn hjá okkum sjálvum. Vit kunnu taka lærusveinarnar burtur úr fyrsta setninginum í evangeliinum og seta okkum sjálvi í teirra stað, har vit keglast um, hvør okkara man vera størstur.
Í hjartalívinum, heimalívinum, í vinnulívinum, hjá einstaklinginum, í samfelagnum, í kirkjuliði og samkomu, ja, allar staðir stríðast hesir báðir andar um harradømið – andin at vilja taka alt til sín, vilja hevja seg sjálvan, ráða og brúka makt, og andin at vilja tæna, tæna í lívi og verki.
Í evangeliitekstinum standa eisini nøkur orð, sum kunnu tykjast vera í andsøgn til alt hitt, tá Jesus sigur: »Men tað eru tit, sum hava hildið út hjá mær í freistingum mínum!« Tað einasta, vit halda lærusveinarnar vera fullkomnar í, var at svíkja, og at tað var Jesus eina, sum hevði hildið út við teimum og atburði teirra. Men frágreiðingin liggur í einum orði: »kærleiki«.
Mitt í trongskygni lærusveinanna og trætumáli teirra um stórleika, letur Jesus teir vita, at hann er góður við teir – elskar teir. Soleiðis var Jesus og soleiðis er hann enn í dag. Og soleiðis umboðar hann Guds sinnalag í hesum heimi.
Jesus elskar hvønn einstakan so langt út um tey mørk, ið vit okkara ikki er ført fyri at fata.
Tú hevur gjørt nakað fyri meg, og eg kann teg ikki vera fyri uttan. Kanska heldur tú ákallan og bøn tína vera nyttuleysa, men kærleiki Guds møðist ikki. Í øllum viðurskiftum er hann okkum við lið.
Tøkk, o, Harri, himnakongur,
fyri hvat, tú for meg vann,
ikki tarv eg óttast longur,
tú ert deyðans yvirmann;
hjálp mær, Jesus, hjálpi tú,
at mítt levnað verður nú
tær til æru, mær at gagni,
har til veiti tú mær magnið.
(Jóannes Patursson: »Legg nú niður verðsligt sinni«)
Sí mynd:
Onnur tíðindi