Skriva út
Nakað um fólkakirkjuna – 4. partur
01.03.2016 Tíðindi
Børn og ung
Miðalaldurin við eina hámessu er høgur. Fleir kirkjuráð siga, at talið av børnum, ið luttaka í gudstænastuni, er í lægra lagi. Sum eygleiðari meti eg, at ein jalig vend hómast á nøkrum støðum, so talið av ungum og yngri økist.
Tess vegna er tað at fegnast um, at fleiri kirkjulið hava tikið hetta málið í álvara og royna at gera nakað við støðuna. Eisini her eru mong atlit at taka.
Kirkjuráðið og sóknarpresturin kenna jørðildi á staðnum og kunnu stinga út i kortið. Skilagott um vit kunnu hjálpast at og menna hvør annan, hóast ábyrgdin fyri gudstænastuni er staðbundin.
Í fólkakirkjuni er gjógvin millum aldursbólkarnar ein avbjóðing. Tað er ein frægd at síggja børn til hámessuna, t.d. tá ið eitt barnakór syngur ella onkur yngri luttekur.
Uttan fyri hámessuna hava vit møguleikar, ið burturav taka atlit at aldursbólkunum. Vøggusangur, góðanáttsøgur, ungdómsgudstænasta, tónleikagudstænasta og skrúvugudstæansta.
Á nøkrum støðum er sunnudagsskúli í kirkjuni undir hámessuni. Aðrastaðni verður onnur loysn vald. Nógv atlit eru at taka, og samtalan millum prest, kirkjuráð og missiónina er umráðandi og neyðug.
Hugaligt var í 2013/14 at hoyra um kanningina hjá Gallup. Kanningin staðfesti, at 65% av ungdóminum í 9. flokki hava álit á Fólkakirkjuni. Tað gevur dirvi, áræði og vón um bjarta framtíð.
Hámessan
Hámessan sunnudag er kjarnin í fólkakirkjuni. Tað kann verða vandamikið, um tey tiltøk, ið vit hava uttan fyri hámessuna, koma ístaðin fyri gudstænastuna sunnumorgun.
Hámessan er løtan, tá ið kirkjuliðið fagnar Guði í bøn og lovsangi. Løtan, tá ið vit søkja Kristus í orðinum, baðnum og borðinum. Hámessan kemur í hæddina í kvøldmáltíð Harrans, ið er føði hins trúgvandi. Samstundis vísir altarborðið fram til Guðs ríkis borðhald í himmiríki.
Gudstænastan sunnudag eigur at hava felags eyðkenni um alt landið og verða hildin innan ásettar karmar við atliti at liturgi og mannagongd. Ikki bundin á hondum og fótum, men frælsi til smærri frávik innan givnar karmar alt eftir stødd, førleika og umstøðunum hjá kirkjuliðnum.
Tað er týdningarmikið, at vit kenna tað søguliga tilfarið, sum liggur aftanfyri eina gudstænastuskipan.
Ástøði
Innihaldið í fólkakirkjuni hevur sítt ástøði í Bíbliuni, trúarjáttanini og sálmabókini. Tað ástøðiliga virðið er í nevndu raðfylgju.
Ritualini lýsa fólkakirkjunnar fatan av dópi, altarborði, brúðarmessu, konfirmatión og jarðarferð.
Ritualini úttala seg fólkakirkjunnar vegna.
(Skeið fyri kirkjuráðslimum á Hotel Føroyum 15. februar 2014).
JF
Onnur tíðindi