Skriva út

Nakað um fólkakirkjuna – 3. partur

22.02.2016 Tíðindi
Nakað um fólkakirkjuna – 3. partur

Hugsjónarfólk
Kirkjan hevur altíð átt hugsjónarfólk. Tað er neyðugt at vit lívga fólkakirkju andan. Vit hava eina skipan, ið byggir á fólkaræði. Í hesi skipan hava vit møguleikan at dugna kirkjuni. Við at taka sæti í kirkjuráðnum og geva nakað av okkara tíð, orku og evnum fær fólkakirkjan tað gott og kann mennast.

Eisini vit, ið gera lønta tænastu í kirkjuliðnum, mega tilvitað menna okkara egnu hugsjón um tænastuna. Talan er um eitt kall og eina tænastu. Tænastan og kallið eru eyðvitað eitt arbeiði, nakað, ið má gerast væl og til tíðina.

Men tænastan er meira enn eitt arbeiði. Um tænastan einans er eitt arbeiði uttan hugsjón, ið nemur kall ella tænastu, so viknar sálin í fólkakirkjuni.

Skilagott er tað at geva tænastuni gætur og fylgja við, so hvørt eldra ættarliðið leggur frá sær, um vit varnast eina hugburðsbroyting. Vit mega fylgja við rákinum í fólki okkara eisini við atliti at tænastuni, so einki kemur óvart á kirkjuráð og leiðslu kirkjunnar. Vit skulu virða sjónarmiðið um samsýning, hóast ynskiligt er, at hildið verður aftur.

Kirkjan er ikki eitt arbeiðspláss sum øll onnur. Kirkjan er eitt serligt arbeiðspláss við egnari dagsskrá, siðvenju og innihaldi.

Formur og innihald
Tað er júst siðvenjan og innihaldið, ið ger fólkakirkjuna til nakað serstakt. Fólkakirkjan er í sínum bygnaði, siðvenju og innihaldi øðrvísi enn aðrar kirkjur.

Ofta verður tosað um formin, at fólkakirkjan ikki svarar til nútíðina. Tillagingar hava altíð verið gjørdar, og neyðugt er væl altíð at gera smærri ábøtur og dagføringar. Tó, umráðandi er at varnast, at formur og innihald hanga saman.

Tað er valla hugsandi, at ein formleysur boðskapur hevur varandi virði tá ið talan er um at vera kirkja og at byggja kirkju. Tað, ið er uttan form, flýtur út í einki ella verður yvirtikið av øðrum formi.

Siðvenja ella traditión er vorðið eitt ókvæmisorð í talu og samtalu. Hinvegin er tað júst tann liturgiska siðvenjan og traditiónin, sum saman við innihaldinum hevur varðveitt hina kristnu kirkjuna. Formurin er karmur um innihald.
Formurin er at líkna við eitt stik rundan um ein urtagarð. Taka vit stikið burtur, so eru blómurnar útsettar fyri vanda av ymiskum slag. Líkasum stikið varðveitir blómurnar frá t.d. seyði, á sama hátt er tann liturgiska siðvenjan ein vernd móti skjótum og løttum loysnum, ið ikki altíð eru burðardyggar.

Tillagingar
Tíðin stendur ikki í stað. Vit hava fingið nakrar nýggjar kirkjur við nógvum møguleikum. Tað ræður um, at kirkjan sum fólkakirkja livir í veruleikanum og ikki ræðist tær avbjóðingar, ið tann nýggja tíðin setur.

Kirkjan eigur at vera opin, so fólk, ið hugsa øðrvísi enn tann gamla siðvenjan, hava dirvi at tosa um form, innihald og umrøða kirkjumál.

Tillagingar mega gerast við varsemi og hóvsemi. Tað er eingin tilvild, at siðvenjan er soleiðis, sum hon er. Fólk undan okkum hava eisini hugsað.
Men tað er eitt, sum er nýtt, og tað er nútíðin. Uppgávan hjá fólkakirkjuni er at vera kirkja mitt í tíðini og taka nútíðina í álvara.

Ein hugsan, ið vinnur frama millum manna, er, at vit nýta kirkjuna aðrar løtur enn sunnumorgun. Uttan fyri hámessuna sunnudag hava vit stórar møguleikar, ið kunnu gagnnýtast í størri mun enn áður. Tað sosiala hevur alstóran týdning fyri nútíðar menniskju. Tað er ein partur av nútíðar kirkjubygging, at karmarnir hýsa sosialari samveru.

Fólkakirkjan hevur møguleikar, ið vit kunnu royndarkoyra eina tíð. Hvør kirkja hevur sínar møguleikar, og tað staðbundna kirkjuliðið má finna sína egnu loysn.

Tað er bæði vandamikið og møðsamt, um allar kirkjur skulu hava sama tilboð uttan fyri hámessuna. Kirkjurnar eru ymiskar sum bygningur, og kirkjuliðini eru ymisk í stødd og førleika. Tilboðini í einari ávísari kirkju eru eyðvitað av verkligum ávum ymisk frá einum staði til annað.

JF