Skriva út
Nakað um fólkakirkjuna – 2. partur
16.02.2016 Tíðindi
Umtalan er týdningarmikil
Vit mega umtala fólkakirkjuna, nevna hennara dygdir og hennara týdning. Hesa ábyrgd hava limirnir hvør í sínum lagi.
Samstundis mega vit læra okkum at hoyra sjónarmið teirra, ið hava torført við at síggja nyttuna ella virði í fólkakirkjuni, – ikki minst tá ið hugsað verður um gudstænastuna.
Líkasum likamið skal røkjast, á sama hátt má sálin lívgast. Rákið í samfelagnum rekur tann vegin, at vit í fólkakirkjuni ikki mega taka nakað sum eina sjálvfylgju. Tað er ein felags uppgáva hjá kirkjufólkinum at manna kirkjuna.
Eyðvitað eru tað mong, ið varpa ljós á dygdirnar í fólkakirkjuni. Jú fleiri, tess betur. Virðingin fyri fólkakirkjuni er rímilig, men eisini her mega vit kenna okkara pláss og vera á varðhaldi. Einki er ein sjálvfylgja.
At tað eru ymiskar áskoðanir er ikki einvíst neiligt. Tað staðfestir einans, at vit mega stríðast fyri tí, ið vit eru góð við. Og fólkakirkjan er okkara hjartamál.
Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning av innihaldi og menniskjum, ið kenna tað týdningarmikið, at gudshúsið hevur tað gott. At gudshúsið gevur hinum einstaka møguleikar at trívast í kirkjuliðnum og gevur kirkjuliðnum møguleikan at trívast saman við tí einstaka. At Guds andi andar á menniskju og skapar lív og vøkstur í umhvørvinum.
Sjálvboðið arbeiði
Tað er eitt týdningarmikið arbeiði at taka sæti í einum kirkjuráði. Talan er um eina tænastu, ið er sjálvboðin.
Hugsa vit fólkaræði og fólkakirkja, so velja limirnir í eini kirkjusókn eitt kirkjuráð. Ráðið hevur ábyrgd av, at kirkjan hevur rímiligar verkligar umstøður. Kirkjuráðið skal skapa karmar fyri lívi og vøkstri. Kirkjuráðini hava tey seinastu árini fingið størri heimild at skipa fyri tiltøkum í kirkjuni uttan fyri hámessuna.
Sóknarpresturin er kallaður at røkja tænastuna sum hirði hjá kirkjuliðnum. Sínámillum virðing er av størsta týdningi, so kirkjuráðið og sóknarpresturin fáa eitt gott samstarv. Kirkjuráðið er ikki arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum, og í tænastu síni er prestur ikki heftur av kirkjuráðnum.
Eitt gott samstarv ímillum kirkjuráðið og prestin skapar eitt gott kirkjuligt umhvørvi. Neyðugt er við góðum samskifti, so ikki fleiri hvør í sínum lagi skipa fyri tiltøkum í kirkjuni samstundis.
Starvsfólk ella sjálvboðin tænasta
Frá kirkjunum i norðurlondum hoyra vit mangan, at vit mega halda fast við skipanina, at sjálvboðin gera tænastu í kirkjuni. Í Danmark verður sagt, at fólkakirkjan er farin frá at vera fólksins kirkja og er vorðin ein kirkja við starvsfólki. Fyribrigdið er væl kent, at fakfelags spurningar og stríð seta dám á viðurskiftini innanveggja í donsku fólkakirkjuni.
Nú er danska kirkjan nógv størri enn føroyska. Tað eru stór forhold, ymisk viðurskifti og mangt annað, sum vit av góðum grundum ikki kenna nóg væl. Danska fólkakirkjan virkar í mangar mátar sera væl.
Men tað er nakað, ið kann henda, tá ið allar tænastur verða løntar. Talið av virknum kirkjufólki minkar. Í staðin fyri stórt tal av fólki til tær ymsu uppgávurnar, er talan um starvsfólk. Samveran og felags ábyrgdin viknar.
Her venda vit aftur til sálina. Jú færri fólk, ið kenna ábyrgd av halgidóminum, tess størri er møguleikin fyri, at sálin í fólkakirkjuni verður skerd. Jú fleiri, ið virka og eru tilvitað um arbeiðið, tess betur verður trivnaðurin.
Tað er einki antin ella. Lógin heimilar samsýning, og hon er neyðug á størri støðum við nógvum virksemi og tænastum. Eyðvitað hava eisini tænarar, ið fáa samsýning, kærleika til tænastuna og halgidómin.
Ein styrki í allari skipanini er, at vit sum limir í fólkakirkjuni fáa kirkjuna til nýtslu uttan kostnað. Dópur, brúðarvígsla og jarðarferð eru uttan gjald, tí vit hava longu goldið yvir kirkjuskattin. Tað er ein góð skipan, at kirkjan er tøk til nýtslu.
Nýta vit omanfyri nevnda sum útgangsstøði, so kann tað sigast, at samsýningin til kirkjutænararnar er endurgjald fyri mista inntøku. Tað er ikki rímiligt, at tænarar missa inntøku, tá ið eg havi brúk fyri kirkjuni og skal jarða míni kæru. Hartil kemur, at á tí almenna arbeiðsmarknaðinum tykist tað nú torførari at fáa frí til jarðarferð og kirkjuligar tænastur enn áður.
JF
Onnur tíðindi