Skriva út

Nakað um fólkakirkjuna – 1. partur

08.02.2016 Tíðindi
Nakað um fólkakirkjuna – 1. partur

Fólkakirkjan – innihald og atlit

Fólkakirkjan er ein kirkja við skrásettum limum. Dópurin gevur limaskap. Tey, ið eru doypt í aðrari kristnari kirkju ella samkomu og ynskja at gerast ein partur av fólkakirkjuni, verða ikki doypt umaftur. Ístaðin verða tey innlimað eftir undirvísing ella samtalu við sóknarprestin.

Fólkakirkjan er almenn og ein og hvør er vælkomin sum limur, ið kann góðtaka tað, ið fólkakirkjan stendur fyri, innihaldið.

At fólkakirkjan er almenn merkir ikki, at tað eru almennu Føroyar, ið stjórna kirkjuni. Fólkakirkjan hevur skipað viðurskifti við statin, og fær umleið 9. mió. kr. í árligum almennum stuðli. Tað eru limirnir, ið útinna tænasturnar og fíggjarliga reka fólkakirkjuna. Í 2016 er stuðulin á Løgtingsins fíggjarlóg 15,5% av samlaða rakstrinum.

Sálin í fólkakirkjuni
Fólkakirkjan hevur eina sál. Talan er um innihald og lív. Kirkjan er á serligan hátt húsið í bygdini ella býnum. Vit tosa um ein halgidóm, har lívleyst tilfar og livandi menniskju samvirka.

Tey seinastu nógvu árini er kristindómurin vorðin ein persónligt mál burturav. Hetta rákið minkar um hugsanina, at vit hava nakað felags, ið er vert at lívga.
Trúgvin er ikki einans persónlig. Júst kirkjan er tekin um, at trúgvin sum ein persónligur eginleiki býr á einum heilagum staði, ið bæði er staðbundið og uttan staðseting.

Tað, ið er staðbundið, er kirkjan og kirkjuliðið í bygdini. Tað uttan staðseting er samfelag teirra heilagu, alheims kirkjan, ið er Jesu Kristi kirkja.

Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning av innihaldi og menniskjum, ið ynskja, at gudshúsið hevur tað gott. Ynskja, at gudshúsið er karmur um trivnað hins einstaka og samstundis gevur kirkjuliðnum møguleika at trívast.

Hyggja vit at tænastuni, tí sjálvbodnu tænastuni, so tykist mær, at vit í fólkakirkjuni mega venja okkum til at umtala og varpa ljós á kirkjuna.
Sálin í fólkakirkjuni er ein samanrenning: Innihaldið festur røtur í hjørtum manna, tað verður lív, og lívið heldur til á heilagum staði, t.e. í kirkjuni.
Sálin í fólkakirkjuni verður eisini nevnd livandi steinar. Í trúnni á Jesus gerast vit livandi steinar í samfelag teirra heilagu. Samfelag teirra heilagu er staðbundið og samstundis partur av kirkjuni uttan stað og landamørk.

Við øðrum orðum er tað týdningarmikið, at vit – hin einstaki – kenna ábyrgd av fólkakirkjuni. Ábyrgd, – ikki sum eitt krav. Men heldur ábyrgd, ið vellir fram av kærleika, tí vit eru vorðin partur av eini størri sál.

Tað eru júst vit, ið eru vorðin góð við hesa skipan, sum mega umtala kirkjuna jaliga og varpa ljós á hennara dygdir. Vit eru umboðsfólk kirkjunnar.

Eisini eiga vit í fólkakirkjuni at læra kynstrið at samskifta við øll og viðgera øll evni út frá ymiskum sjónarhorni. Vit skulu ikki einans vera jalig, men siga tað, ið sigast skal á røttum stað, til rætta tíð og við rætta viðkomandi.

(Brot úr fyrilestri fyri kirkjuráðslimum 15. februar 2014 á Holtel Føroyum).

JF