Skriva út

NAKAÐ FYRI EYGUNI

09.09.2016 Tíðindi
NAKAÐ FYRI EYGUNI

Hugleiðingar í sambandi við 125 ára dagin hjá Skálavíkar kirkju 4. september 2016

Tá ið eg hevði verið í Århus og lisið gudfrøði nøkur ár, gjørdist ein av hinum føroyingunum liðugur. Tað var Lisbeth Solmunde Michaelsen, sum beinanvegin fekk embæti sum hjálparprestur í Hasle, einum forstaði til Århus. Vit vóru fleiri úr Føroyum, sum fóru við til prestvígslu og innseting og kaffiborð. Har vóru nógvar talur, og so reisti ein prestur, sum kallaðist Østergaard, seg upp. Kanska hevur hann hoyrt onkran suffa: “Eru talurnar ikki lidnar enn!” Ið hvussu er vóru fyrstu orð hansara: “Tað skal eisini vera nakað fyri eyguni!”
Tað kundi hann siga, tí hann var bæði stórur og prúður. Ein penur maður, vildu danskarar nokk sagt. Men hann hevði eisini eina veldiga rødd, og hann helt eina góða talu, har hann segði frá, at Lisbeth hevði verið í starvsvenjing hjá honum í Sankt Lukas-kirkjuni, og at hann ikki ivaðist í, at kirkjuliðið í Hasle fekk ein góðan prest í henni.

Hesi orðini, “Tað skal eisini vera nakað fyri eyguni,” renna fram fyri meg, nú vit hátíðarhalda 125 ára dagin hjá Skálvíks kirkju. Tí har er av sonnum nakað fyri eyguni, ja, so nógv, at stundir bara vera til at steðga við nakrar fáar lutir. Longu Falk Rønne, prestur, hugsaði um hetta, tá ið hann í síni prædiku á vígsludegnum bað fólk hyggja eftir kirkjuni uttanífrá og geva sær far um spírið: hondina, sum peikar upp til himmals, og hanan, sum manar til at vaka og biðja.
Falk Rønne hugsaði eisini um, at tað skal vera nakað fyri eyguni, tá ið hann í prædikuni greiddi frá træskurðunum hjá Tróndi á Trøð. Tveir eru teir, annar av Bileam og asnanum, sum verður steðgaður av Harrans eingli. Einaferð havi eg biðið øll í kirkjuni vent sær við og hugt eftir hesi mynd, meðan eg prædikaði um hennara boðskap: menniskju vilja bølbiðja, men megna einki, tá ið Guð vil vælsigna.

Hin trætalvan sýnir ein mann og eina leyvu. Onkran fremmandan sá eg skriva, at hetta var tann gamla søgnin um Androkles og leyvuna. Tað er tá eisini ein fitt søga úr fyrstu øld. Androkles var trælur og rýmdi út í oyðimørkina. Hann leitaði sær skjól í einum helli; men tíverri var hetta holan hjá eini leyvu, og hon ýldi og leikaði í. Tað vísti seg, at hon hevði fingið ein torn í labban, og Androkles fekk hann út, og sárið lektist. Og so búðu Androkles og leyvan saman. Hvørja ferð hon hevði verið úti og fangað, bar hon honum kjøt við heim. At enda vendi Androkles tó aftur til samfelagið og menniskjuni, og har varð hann gripin og skuldi tveitast fyri tey villu dýrini í Circus Maximus. Ein leyva kom út ímóti honum, ýlandi og brølandi, og fólk væntaðu, at hon fór at skræða hann sundur. Men tá var tað leyvan, sum Androkles hevði hjálpt, og tey hálsfevndust bæði. Ein fitt søga um vinalag út um tað vanliga.
Men í kirkjuni dámar okkum allarbest myndir úr Bíbliuni. Og myndin í Skálavíkar kirkju vísir Samson, sum drepur eina villa leyvu. Hetta hevur verið tulkað sum eitt fyridømi um Kristus, sum bardist móti okkara størsta fígginda, deyðanum, og sigraði á honum, tá ið hann reis upp av deyðum.

Tað skal vera nakað fyri eyguni, og tað trýtur ikki í hesi kirkju. Men meðan sumt er lætt at síggja, er eisini annað, sum vit kundu kallað fjaldir gimsteinar. Tílíkt, sum ein má leita eftir og gera sær ómak fyri at síggja. Uppi í torninum eru nakrir fjaldir gimsteinar. Tað eru innskriftir, skrivaðar við blýanti á tað ómálaða træverkið, tá ið onkur hevur viljað minst eina hátíðarløtu uppi við klokkuna. Eg nevni bara eina: “Ungkarl Simon Ezekiel Østerø og Pige Kathrine Jacobsen, begge af Skaalevig, formælet den 2. januar 1917. Gud give dennem et lykkeligt Ægteskab.” Innskriftirnar fáa ein at hugsa um allar tær bønir, sum bidnar eru í kirkjuni. Tann dagin, Símun og Katrina giftust, varð ein bøn skrivað, sum sæst enn tann dagin í dag. Eisini prestur bað uttan iva eina bøn fyri teimum, og hóast hon bara hoyrdist, tá ið hon varð søgd, skulu vit ikki ivast í, at Guð hoyrir okkara bønir og skrivar tær í sína hond og í sítt hjarta.

Tað skal vera nakað fyri eyguni, og eisini inni í kór eru fleiri fjaldir gimsteinar. Eg hugsi um skriftstøðini, sum eru trý í tali. Tað eina sæst, tí tað stendur við gullstavum undir altartalvuni av kvøldmáltíðini: “Hann elskaði teir til tað síðsta.” Hini bæði skriftstøðini síggjast ikki. Tey vóru málað við bláum og reyðum tvørtur um veggin inni í kór, báðu megin altartalvuna, og tá ið eg kalli tey gimsteinar, er tað, tí tey eru so gomul, at tað man vera A. C. Evensen, sum hevur umsett tey. Her eru virðismikil dømi um føroyska bíbliutýðing, sum er eldri enn Dahl og Viderø og tann løggilda Bíblian. Annað úr Gamla testamenti: “Allar keldur mínar eru í tær.” (Sl 87, 7) Og hitt úr Nýggja Testamenti: “Um hjartað dømir os, er Gud tó størri enn hjarta várt og kennir alt.” (1. Jóh 3, 20) Sum sagt eru hesir gimsteinar fjaldir í dag innan fyri træklædningin.

Í vár var eg útferð við mínum nýggja arbeiðsplássi, Fróðskaparsetrinum, á Slættanesi, eini bygd, sum nú er niðurløgd. Vit gingu í fleiri tímar um dalar og fjøll, og komin fram skuldu vit m.a. síggja skúlan. Hann er soleiðis innrættaður, at tá ið børnini venda sær ein vegin, móti talvuni, eru tey í skúla. Men tað ber eisini til at venda sær øvugtan veg, og tá er ein í kirkju. Tí har er bæði altar, altartalva og prædikustólur. Vit fingu at vita, at tað var ein ungur vikarur, ættaður úr Skálavík, sum hevði gjørt hesa lítlu kirkju so prýðiliga. Hann æt Frímann á Brúnni. Sera hugtakandi var tað at síggja tey bæði skriftstøðini aftur. Undir altartalvuni: “Allar keldur mínar eru í tær,” og tvørtur um kórveggin báðumegin altarið: “Um hjartað dømir oss, er Guð tó størri og kennir alt.” Hin ungi maðurin, sum seinni skuldi gerast prestur, m.a. í Sandoynni, hann hevði tikið tey góðu skriftstøðini, hann í uppvøkstrinum hevði havt fyri eyga í kirkjuni í heimbygdina, við sær heimanífrá og málað tey aftur, so tey ikki skuldu verða gloymd. Í Skálavík eru hesir gimsteinar fjaldir, á Slættanesi eru teir at síggja.

Tað skal eisini vera nakað fyri eyguni. Soleiðis hugsaði uttan iva onkur í Skálavík í gjárkvøldið, tá ið nýtt ljós var at síggja gjøgnum tokuna. Ljóskastarar eru settir á kirkjuna og lýstu henda høgtíðsaftan, so hon frá hesum degi kann vera ein ljósur miðdepil í bygdini. Tað skal nevnast, at tað er kommunan, sum hevur fíggjað, at kirkjan nú verður upplýst. Tað skal nevnast við eini hjartans tøkk.

Tað skal vera nakað fyri eyguni. Tí kann tað viðhvørt gerast neyðugt at ganga kirkjuna ígjøgnum, tá ið tíðarinnar tonn er farin at seta síni spor, og spyrja, hvat eigur at verða frískað upp. Tveir arkitektar, Turið Mohr og maður hennara Kenneth, eru biðin um at hyggja eftir kirkjuni við nýggjum eygum og gera uppskot til ábøtur og nútímansgerð. Beint til hátíðardagin hava tey sent sínar fyrstu myndir. Og tær eru hongdar upp í tí gomlu dansistovuni, so tit kunnu fara inn og hyggja at teimum. Jú, eisini í samband við hetta góða borðhald er hugsað um nakað fyri eyguni.
Vanliga, tá ið vit fara í kirkju, hugsa vit um, at tað skal vera nakað fyri oyruni: “Eg eri inn komin í hetta heilaga hús títt at hoyra, hvat ið tú, Guð, vilt við meg tala,” sum vit biðja í inngangsbønini. Hátíðarguðstænastan í dag er eitt gott dømi um hetta, við teksti og prædiku, við sangi og tónleiki, ein rík guðstænasta, har nógv var fyri oyrað. Eg havi bara viljað víst á, at í Skálvíks kirkju er eisini nógv fyri eyguni, og at Guð eisini gjøgnum hetta kann tala til okkara.

Jákup Reinert Hansen