Skriva út

Nær fert tú avstað?

28.09.2023 Tíðindi
Armgard

Tað er heyst, stormarnir eru aftur her og regnið oysir niður. Tað er nakað hugnaligt yvir hesi tíðini. Vit leita saman, tendra ljós og tað fellur annar friður yvir fólk.

Sólarmamman fjalir sítt andlit, men hóast tað, so eru fleiri kúrr á klettunum, meðan onnur fara til Spania at vita, um hon er har.

Trinitatistíðin, sum vit eru í, roynir at vísa okkum,at sum vit sáa, skulu vit eisini heysta, bæði so og so.

Tað ,sum vit løgdu í svarta mold, kemur undan nú, og stuttligt er at síggja øll eplini, rabarburnar og kálið.

Onkursvegna ger mann status, tá summarið fer og heystið kemur við sínum vøkru gulu og appelsinlittu litum.

Tíðin í dag sigur, at vit javnt og savnt skulu gera status . “Hvussu havi eg tað,  gevur hetta mær meining, vil eg lata mær hetta lynda “?

Í útvarpinum hoyrdu vit  í sambandi við stjóraskifti mann siga, at tey fóru nú at gera status og hyggja inneftir og frameftir !

Í hesi árstíð fer náttúran at sova. Trøini missa bløðini og vøkru staudurnar síggja ikki nógvar út fyri verðini. Liðugt við at hoyra plenuklipparar í grannalagnum, tað er friður til tað  aftur fer at vára.

Vit ivast ikki eina løtu í, at tað verður vár aftur og  at somu trø og blómur aftur fara at gleða okkum.

Men hvussu við menniskjanum? Onkur sigur, at tá fólk síggja gamalt hús, so verða tey kensluborin, tí einaferð búðu menniskju inni har, sum ikki eru longur. Menniskjuni eru farin, men húsið stendur eftir. Alt teirra er eftir, men tey eru farin.

Orðini hjá Job “Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verður lovað” eru ikki so frammaliga í dag. At lívið verður givið okkum og einaferð verður tikið aftur er ov torført at skilja, trúgva ella at góðtaka.

Vit hava kanska ikki somu virðing fyri byrjan og enda á lívinum, men vit vilja hava kontrol. At missa kontrol er sjálvur deyðin fyri modernaða menniskjað. Alt hongur á mínum  herðum og eg havi eina ørgrynnu av valum, so hví ikki fáa vald á míni síðstu tíð og sjálv avgera, nær eg skal fara? Tað má vera mín rættur ella hvussu?

Mantra´ið í dag er virðing. 
Ongin kundi sagt tær frá, hvussu tað er at eiga eitt barn, tú kanst ikki fyrireika teg til tað. Tú ert mitt í svárum stríði at føða lív og tað kostar blóð og tár.

Og tá vit koma til endan á lívinum og halda, at nú hevur abbin tað ov svárt, nú er ikki virðiligt longur, hava vit tá loyvi ella rætt at avgera, at nú er nóg mikið?

Men hvat er eitt virðiligt lív?

So sera truplir spurningar, sum okkara tíð krevur av okkum at svara.

Eg var ikki spurd um at sleppa inn í heimin, og mær er ikki givið at vita, nær eg skal avstað. Men ímillum lív og deyða kann eg velja at royna eftir førimuni at liva tað virðiliga lívið.

Mikkjalsmessa er í hondum.  Navnið er eftir erkaeingilinum, sum rør sálirnar heim, sigur søgan. Og seyður verður dripin og ungfólk verða konfirmerað og játta teirra trúgva á Hirðan, sum ivaleyst onkuntíð “jesar ”á bláa lofti yvir sínar seyðir.

-----

Les fleiri klummur hjá Armgarð Arge her.