Skriva út

Mpiri í Kvívíkar kirkju 07. aug. kl. 19.30

03.07.2015 Tíðindi
Mpiri í Kvívíkar kirkju 07. aug. kl. 19.30

Nýggju nýggj kórverk - fløga, nótabók og konsertir

Føroyski vokalbólkurin Mpiri í Keypmannahavn hevur farnu fýra árini arbeitt við verkætlanini “Innlit”, og nú er úrslitið klárt: Ein nýggj nótabók við 9 nýskrivaðum verkum fyri kór, ið verður útgivin á nótaforlagnum Edition Wilhelm Hansen; saman við einari fløguútgávu við somu sangum. Eftir at hava frumframført verkini á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, fer kórið nú á konsertferð til Føroya og hevur hesar konsertir:

4. august í Vágs kirkju
5. august í Vesturkirkjuni, Tórshavn, kl 19:30
6. august í Fuglafjarðar kirkju kl 19:30
7. august í Kvívíkar kirkju kl 19:30


Orðið “Innlit” er fjøltýtt, og tí var tað væl egnað til hesa verkætlan. Síðani vokalbólkurin Mpiri varð stovnaður í 1998 hevur eitt aðalmál verið at fáa til vega nýggjan føroyskan vokaltónleik. Bólkurin ynskti at fjølga um føroyska tónleikatilfarið skrivað fyri kór, og higartil eru á leið 40 verk komin burturúr. Áðrenn “Innlit” vóru øll verkini tó skrivað av føroyskum tónaskøldum, men við hesi verkætlan var hugskotið at venda sjónarhorninum og biðja útlendsk tónaskøld skriva tónleik til føroyskar tekstir. Sett varð saman eitt tekstasavn við føroyskum tekstum skrivaðir í hesi øld, og í 2011 fór kórið saman við danska nótaforlagnum, Edition Wilhelm Hansen, og bjóðaði útvaldum tónasmiðjum úr norðurlondum og Bretlandi at skriva tónleik til hesar tekstir. Úrslitið er fløgan og nótabókin “Innlit”. Mpiri vónar við hesum útgávum at geva eitt nýtt innlit í føroyska mentan.

Ólavur Hátún skrivar um verkætlanina: “Og nú tykist aftur at vera komið til endurnýggjandi vegamót í føroyskum kórsangi. Tað er lítla føroyska kamarkórið í Keypmannahavn “Mpiri” , sum hevur tikið nýggja stigið: kórbókina “Innlit”... við 9 kórsatsum eftir 7 tónaskøld úr Danmark, Svøríki, Norra, Íslandi, Onglandi og Skotlandi til nýtíðar føroyskan skaldskap.”

Kórleiðari: Erik Jakobsson (Svøríki)

Verk eftir:
● Hugi Guðmundsson (Ísland) - tekstur: Tóroddur Poulsen
● Peter Bruun (Danmark) - tekstur: Oddfríður M. Rasmussen
● Gavin Bryars (Ongland) - tekstur: Carl Jóhan Jensen
● Britta Byström (Svøríki) - tekstur: Katrin Reinert
● Svend Hvidtfelt Nielsen (Danmark) - tekstur: Carl Jóhan Jensen
● Martin Ødegaard (Noregi) - tekstur: Tóroddur Poulsen
● Alwynne Pritchard (Skotland) - tekstur: Tóroddur Poulsen

www.mpiri.org