Skriva út
Morgunkaffi í Missiónshúsinum á Strondum
29.06.2016 Tíðindi
Triðja hvønn hósmorgun verður skipað fyri sonevndum morgunkaffi í missiónshúsinum á Strondum frá kl. 10 – 12.
Hetta er eitt tiltak, sum hevur 4 ár á baki. Her samlast fólk í øllum aldri, tó mest eldri fólk, við tað, at tey hava frí um morgnarnar.
Endamálið við tiltakinum er, at tey, sum koma, skulu hava eina hugnaliga løtu saman - við at práta saman, fáa eitt guðs orð og ein góðan drekkamunn.
Hvørt hálva ár kemur eitt yvirlit út til øll húski í bygdini, sum sigur, nær tiltakið er, og hvat er á skránni.
Viðhvørt fáa vit gestir til tiltakið; hesir fortelja m.a. frá teirra lívi, arbeiði, gerandisdegi, umborð á skipi, arbeiðsroyndum o.ø. Eisini hava ymiskar sangkreftir verið og vitjað, t.d børn úr barnagarðinum, flokkar úr skúlanum og so eisini einstaklingar.
Skráin er nærum altíð tann sama. Vit møtast og fáa okkum ein drekkamunn, oftast bollar, ost og súltetoy og so skuffukøku omaná; kl 11. 00 verður ein andakt hildin, og um ein gestur vitjar, sigur hann frá; aftaná práta vit saman aftur, áðrenn hvør fer til sítt.
Tey, sum koma til tiltakið, eru sera trúføst, og teimum dámar væl at vera har. Tey eru sera væl nøgd og takksom, at onkur vil gera okkurt hugnaligt fyri tey. Vit plaga at vera umleið 30 – 35 fólk.
Onnur tíðindi