Skriva út

Mong finna bíbliuna á Facebook

21.03.2020 Tíðindi
facebook-security-settings-tip-1068x713.jpg

Kring allan heimin finna menniskju niður á Bíbliur og kristindóm á socialu miðlunum.

Tey 149 Alheims-Bíbliufeløgini, geva sær týðiliga far um digitala ella talgilda bíbliuarbeiðið. Í dag eru netbornar Bíbliur og nýtslan av socialu miðlunum vorðið vanligt uppískoyti á eyðkendum rásum.

Socialir miðlar røkka atsøktum kristnum

Á øðrum støðum í heiminum hevur Bíblia og kristindómur øðrvísi trong kor, t.d. í Norðurafrika og í Miðeystri. Hagar røkka sjónvarpsskráir umvegis fylgisveinum og socialum miðlum, t.d. hagar, siðbundin útbreiðsla er ógjørlig. Hetta hevur sjónvarpstøðin SAT-7 megnað.

Fyri kortum greiddi rásovastin, Rita EL-Monayer um rúkandi framburðin, sjónvarpssendingar hava megnað seinastu árini – takkað verði socialu miðlunum.

-Vit hava lært, at tað er ikki eitt antin-ella; annaðhvørt, vit gera sendingar til socialu miðlarnar ella sjónvarp. Vit siga: latið okkum fáa samanspæl, bæði at brúka tað í verki, tá ið sent verður beinleiðis, og framvegis at geva síggjarunum møguleika at seta seg í samband við okkum beinleiðis umvegis okkara Face-book síðum.

- Vit hugsaðu: Hetta er ómetaligt, framúrskarandi! Vit síggja, at vit rukku eini sannari mongd av menniskjum á ein serstakan hátt.

Vegna avmarkaða fíggjarstøðu hjá SAT-7, varð avgjørt av fyrstan tíð, at gjørdar vórðu sjónvarpsendingar, beinleiðis á socialu Facebook miðlunum og á You Tube uttan at ritstjórna longdina av sendingunum:

-Vit vórðu ovfarin av teimum mongu, ið sóu sendingarnar umvegis socialu miðlunum. Eitt lítið dømi. Vit fingu loyvi í einum mánaði at vísa 5 milliónir sendingar á okkara rás umvegis Facebook og You Tube.

Vit hugsaðu: Hetta er framúrskarandi! Vit sóu, at vit á henda hátt rukku einari sannari múgvu av nýggjum síggjarum. Bara á arábisku rásini kundu vit síggja, at vit fingu 2 milliónir “downloads” niðurtøkum, tá ið vit høvdu størri “tv-events” sjónvarpstilburðir.-

Røkka alt fleiri

Stóri áhugin á socialu miðlunum gav SAT- 7 manningini mót og dirvi at fara undir at gera nýggjar sendingar, sigur Rita EL- Monayer:
“Vit fingu hugskotið ikki bara at gera sjónvarpssendingar. Vit fóru undir at stroyma okkara live-sendingar (beinleiðis sendingar) á socialu miðlunum, meðan tær vórðu sendar. Vit upplivdu, at vit brádliga komu í dialog við nýggj menniskju, serstakliga ung, ið skrivaði til okkara, meðan sent varð, og sjónvarpsvertirnir fingu loyvi á vegnum at draga inní spurningar og viðmerkingar.”

SAT-7 fór undir at gera og finna innihald beinleiðis til teirra fylgjarar og síggjarar á socialu miðlunum. Sagt verður, at teir hvønn dag náa alt fleiri menniskjum í Miðeystri og Norðurafrika.

Kelda: Danska Bíbliufelagið
Henry Debes Joensen, umsetti