Skriva út

Molar eru eisini breyð ...

23.03.2021 Tíðindi
Uni1.png

Prædika í dómkirkjuni Miðføstusunnudag 14. mars 2021 kl. 11.00. - 

Evangeliið í dag talar til okkara um mat, tí eru sálmarnir vit syngja til gudstænastuna merktir av hesum sama tema – longri og styttri sálmar.

Tá ið vit hoyra evangeliið verða lisið og boðað, so hendir tað viðhvørt, at vit hugsa: Hvat var tað vit hoyrdu? Hevði tað nakað við veruleikan sum heild at gera ella hevði tað nakað við mín veruleika sum menniskja at gera?

Í hesum sambandi loyvi eg mær at byrja við at nevna trý mál, sum hava við dagsins tekst at gera og sum eru aktuel – sera aktuel.

Í fyrsta lagi skal eg nevna navnið Selina Juul. Hon er fødd í Moskva í 1980.

Selina Juul byrjaði í 2008 Grasrótarørsluna: Steðgið matoyðsli! Hon hevur m.a. skrivað bókina, sum á donskum eitur “Mad med respekt”.

Selina Juul er katolikkur. Eftir at hava vitjað pávan, hevur pávin m.a. sagt um matoyðsl, at tað at tveita mat burtur er tað sama sum at nokta teimum mat, sum ongan mat hava.

Selina Juul vísir beinleiðis til dagsins tekst, har hon sigur, at molar eru eisini breyð ...

Í øðrum lagi er tað ein av okkara heimligi yngru politikarum, Ingilín Didriksen Strøm, sum hevur reist ein fyrispurning á Tingi um matoyðsl.

Í triðja lagi er tað kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2019, sum kom í vikuni, har 3000 av landsmonnum okkara hava fingið spurningin: Hvussu hevur tú tað? Kanning um føroyskar matvanar.

Hesi trý dømini siga frá dagsins veruleika, og hvussu vit umsita ognir okkara, ognir, sum gera, at vit fáa mat á borðið eisini um tær ognir, sum loypa av og hvussu vit umsita hesar ognirnar. Fólkaheilsukanningin setir ikki spurningin, hvussu vit umsita matin, men hvat vit eta.

So sita vit í dag í kirkjuni og lata hesi dømini tala til okkara og okkara veruleika, og vit gerast umhugsin.

Jú, evangeliið – gleðiligi boðskapurin – talar bæði til veruleikan sum heild og til mín egna veruleika her og nú – fyri alt fólkið!

Hetta fær okkum kanska at hugsa um gomlu orðini, sum Káin á sinni segði, tá ið Guð spurdi hann, hvar ið bróður hansara Ábel var. Tá svaraði Káin: “Tað veit eg ikki; eigi eg at varða um bróður mín?”

Nakað av hesum sama svarinum liggur í orðunum hjá Filippusi, tá ið hann sigur við Jesus: “Breyð fyri 200 denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.”

Vit lósu í evangeliinum, at stór mannamúgva fylgdi við Jesusi, so Filippus hevði rætt í tí, hann segði.

Evangeliið talar til okkara um vilja, sum gerst til veruleika, um møguleikar, har alt tykist ómøguligt, um tað sum lítið og smátt er í okkara eygum, men sum er stórt í Guðs eygum.

At leita niðan í fjøllini ella á eitt oyði stað við stórari mannamúgvu at geva teimum at eta er einki skil í, sæð við okkara eygum.

Men evangeliið ljóðar, at har sum gleðiligi boðskapurin verður boðaður, har broytir boðskapurin okkum – eisini, har tað kennist oyði og fruktaleyst hjá okkum og í viðurskiftunum við næstan.

Vit hava eina málisku okkara millum, tá ið uppgávurnar gerast ov stórar og rúgvu miklar. Tá plagar onkur at siga: hygg ella star ikki at rúgvuni ella trupulleikunum, men savna teg heldur um møguleikarnar, tú hóast alt hevur at loysa ella greiða málini, sum liggja fyri framman!

Nakað er í hesum orðunum.

Evangeliið vísir á ein djúpan sannleika um okkum øll: sannleikin er, at vit hava øll nakað at geva hvør øðrum og tí felagsskapi, vit eru í.

Lærusveinarnir sóu rúgvuna av fólki og óttaðust. Tað teir áttu av pengum rakk ikki til.

Lærusveinarnir vistu um ein drong, sum var millum fólkið, sum var komin at lurta eftir Jesusi. Hann hevði fimm byggbreyð og tveir fiskar, men hvat munaði tað?

Høvuðsyvirskriftin í evangeliinum í dag ljóðar: At vera tænari í Guðs ríki er at leggja molarnar, sum ein eigur í Jesu hendur og ikki frammanundan rokna út, hvussu langt hetta røkkur!

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: Hvør er nøgdur við molarnar? Í okkara eygum eru eingir møguleikar í molunum – tað er ov smátt! Hvat gera vit við molarnar ella restirnar? Vit tveita hetta burtur!

Í fluttum týdningi merkir hetta: vit vaska møguleikarnar burtur av borðinum, tí vit vilja síggja nakað stórt!

Ikki bert tað, sum vit hava nóg mikið av, men eisini tað, sum vit tveita burtur, er tað sum vit eiga at tæna næstanum við.

Molar í evangeliinum merkja møguleikar. Og vit hava øll møguleikar.

Ein hungrandi mannaskari – bæði andliga og likamliga – hevur verið á ferð nakrar dagar saman við Jesusi, og nú gjørdi likamliga svongdin vart við seg.

Gleðiligi boðskapurin er, at Jesus er okkara millum sum tann, ið gevur lív til likams og sálar.

Hetta lívið er knýtt til tann stóra kærleika, Jesus vísir okkum menniskjum. Tær og mær. Og her er nokk til!

Tað var av kærleika til okkum menniskju, at hann gav okkum tað besta hann átti, fyri at vit skuldu liva. Hetta er Guðs frelsa fyri okkum øll! Sum rann av kærleiks runni!

Hetta er tráðurin í øllum boðskapinum – eisini í Jóhs, ev., haðani prædikuteksturin er tikin í dag.

Onkur hevur tikið til, at í Jóhannesar evangeliinum møtir okkum lívsins gudfrøði.

Frá byrjan hoyra vit um Jesus, sum er skaparin og sum heldur øllum uppi.

Og stóra gávan frá skaparanum er ORÐIÐ, sum var lív og lívið var ljósið hjá menniskjunum: Eg eri komin til tykkar so at tit skulu hava lív og lív í yvirflóð!

Lív í yvirflóð merkir ein heild: tað er bæði tað likamliga og andliga lívið.

Tí kann tað dagliga breyðið og lívsins breyð ikki skiljast sundur.
“Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, sum gongur út av Guds munni”.

Hesi orðini eru kend og eru tikin úr einum dialogi millum tað sakrala og tað diabolska – tað heilaga og tað devulsetta.

Soleiðis er stríðið eisini í dag: hvussu vit býta ella deila tað, sum okkum er litið til, og um vit síggja nakað vælsignilsi í tí, sum vit geva hvør øðrum.

Onkur hevur tikið soleiðis til: Jesus arbeiðir við teimum smáu resursunum fyri at loysa teir stóru trupulleikarnar!

Nøkur dømi:

Verða tit ikki eins og børnini, koma tit als ikki inn í Guðs ríki...

Himmiríki er eins og eitt sinopskorn...

Tann minsti skal vera størstur tykkara millum...

Dagsins tekstur er eisini eitt dømi um hetta sama: Har var ein drongur, sum hevði nakað av mati við sær – ikki var tað nógv. Jesus kundi kanska gjørt tað øðrvísi har úti á slættanum, t.d. gjørt steinar til breyð. Nei, hann valdi heldur at taka støði í teimum resursunum – tí tilfarinum – sum var til taks.

Og her eru vit við kjarnina í boðskapinum: Hvørjar resursur hava vit? Hvussu brúka vit hesar? Ja, brúka vit teir í heila tikið?

Hvussu umsita vit resursurnar? Eru tað vit, sum mynda resursurnar ella er tað resursurnar, sum mynda okkum? Hetta er dagsins spurningur – og vit kundu lagt aftrat: í føstutíðini!

Og resursur er so mangt! Her kann ein og hvør okkara hugsa sítt!

Men tilfarið – menniskja – sum umsitur resursurnar er mangan skroypiligt og hevur brúk fyri hjálp og sjálvrannsakan.

Men vit eiga eisini at brúka høvi at ganga í okkum sjálvi og staðfesta veruleikan.

Og veruleikin í hesum heilaga húsi er, at lata okkara tilfar – at lata okkara ressursir – í Guðs hendur, hann, sum sjálvur hevur skapað okkum. Tá vil hann eisini myndað okkum og gera, at tey sum hungrað verða mettað – likamliga og andliga.!

Hetta skal til, fyri at øll skulu fáa mettuna. Ella sum vit lesa aðrastaðni:”Frá tær, Guð, er alt og av tí, sum hond tín hevur givið, geva vit tær gávur.” 1.Krýn.29.14. Síðani kemur tøkkin og signingin yvir matin.

At tað hevur týdning at eta og at geva øðrum at eta er greið tala, tí ikki færri enn 6 ferðir lesa vit um breyðundur í evangeliunum.

Hetta hevur tí havt stóran týdning fyri tey fyrstu kristnu, hvussu neyðugt tað var, at fordeila resursirnar til øll.

Og hetta eigur kirkjuliðið ella tað heilaga samfelagið ongantíð at gloyma.

Um tey fyrstu kristnu varð sagt, at tey høvdu alt í felagi – tvs. tað varð hugsað bæði um likamligu og andligu røktina: breyðið, borðið og bønirnar.

Drongurin í dagsins teksti var sinnaður at lata av tí, sum hann átti fyri at fólkið kundi fáa nakað at eta.

Í fluttum týdningi: Jesus lat alt, ja, gav sjálvan seg, fyri at vit kundu liva – ikki bara avmarkað, men ævigt.

Tað er hetta, sum er kraftin í orðinum, tá ið Jesus sigur aðrastaðni: Eg eri lívsins breyð!

Tá hugsar Gud um alt menniskja. Tað er eisini hetta sama, vit verða mint á, tá ið vit fara til altars – breyðið og vínið.

“Hatta var ikki nógv”, sum gamla konan segði, tá ið hon hevði fingið vín og breyð! Nei, ikki var tað nógv, men hetta var ALT, sum Guð gav mannaættini til frelsu og friðar.

Tað er við altarborðið, at vit fáa lut í Kristi, hvørs lív er latið fyri øll menniskju.

Tað er júst við altarborðið, at vit fáa megi at hava breyðið, vínið, lívið og felagsskapin saman hvør við øðrum.

Tað er her, at vit kunnu fara styrkt og glað í trúnni út aftur í dagliga lívið og hjálpa, har vit eru stødd og við tí, sum vit hava fingið litið til likamliga og andliga.

“Alt ger mun”, siga vit. Tað er rætt. Ikki altíð skal nógv til at gera góðan mun!

Hentið saman, soleiðis at ikki nakað fer til spillis... Molar eru eisini breyð ...

Tað fer nógv til spillis, har eingin kærleiki og umsorgan er.

Okkara bøn er at møta menniskjum við kærleika til likams og til sálar og at duga at takka vit fyri tað, vit hava fingið litið til, og eisini at duga at henta saman, soleiðis at ikki nakað fer til spillis og biðja Guð um at vælsigna verkið.

Ikki er neyðugt at blæsa í lúður frammanundan við tí, sum vit hava fingið litið til, men heldur gera tað, sum lagt er á – at hjálpa og vera við tí góða orðinum.

So lær meg, o. Harri, at tæna tær her
og nýta tað pund, mær er givið,
í dagligum virki, í orði og gerð
tí bróður at hjálpa, sum veikari er,
at elska, tí tað er at liva.
Og gev mær so vist
eitt navn, Harri Krist,
sum í tíni lívsbók er skrivað.

Tað hjálpi Guð okkum til í Jesu navni!

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, og um allar ævir! Amen.

Sálmar: Nr. 25, 426, 151 – 669, 703

Uni Næs, dómpróstur