Skriva út
MOJI, KAHOOT OG PADLET
22.02.2017 Tíðindi
UM TÚ IVAST Í, HVAT HENDA YVIRSKRIFT HEVUR AT TÝÐA, ERT TÚ IKKI TANN EINASTI ELLA EINASTA. PRESTARNIR FINGU FLEIRI NÝGGJ OG GÓÐ AMBOÐ, TÁ IÐ JÓANNES FONSDAL OG FINN ANDSBJERG LARSEN VITJAÐU ÚR DANMARK FYRI AT UNDIRVÍSA OKKUM Í, HVUSSU VIT BETUR KUNNU RØKKA OKKARA KONFIRMANTUM.
❤️😇🌍✋😇☝😊😩😁🙏🏻👎🏻👍🏻
Veitst tú, hvat ið hesi tekin merkja? Kanska kennir tú okkurt tekin aftur og hevur brúkt okkurt, men at her er talan um ein heilan setning, sum gevur meining, kann verða torført hjá tær at síggja. Her stendur: Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tað duga tey 13 ára gomlu at lesa.
Moji er ikki ein stavivilla fyri moðið, men heitið á hesum teknum, sum 13 ára gomul dagliga brúka, tá ið tey skriva boð til hvønn annan á snildfonum sínum. Á skeiðinum í Hoyvíkar kirkju 7. og 8. februar fingu prestarnir uppgávuna at skriva Jóhannes 3,16 við hesum teknum. Tað var ein stuttlig uppgáva, sum lærdi okkum, at tað er skjótt at seta seg inn í hetta málið hjá konfirmantum okkara.
Prestarnir fingu eina góða innføring í, hvussu 13 ára gomul hugsa, hvussu tey læra og hvussu tey samskifta. Jóannes og Finn borðreiddu við hentum amboðum bæði á snildfonum, teldlum og teldum, men eisini við myndum, lutum og málningum. Eisini greiddu teir frá, hvussu ið menniskju yvirhøvur læra. Hvussu nógv verður lært ígjøgnum oyruni? Hvussu nógv ígjøgnum eyguni? Hvussu við rørslum, samtalum og luttøku annars?
Tað er av alstórum týdningi, at vit í konfirmantfyrireikingini náa konfirmantunum við tí lærdómi, tey skulu hava áðrenn dagin, tey játta sína trúgv. Tí er eisini neyðugt, at prestarnir gera sítt til at flyta seg, soleiðis at bylgjulongd er ímillum konfirmant og prest.
Undirritaði royndi seinastu konfirmatiónsfyrireiking forritið Kahoot, sum er ein spurnarkapping. Við sínum snildfonum, skuldu konfirmantarnir svara ymsum spurningum um Trúarjáttanina. Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu spent tey vóru. At síggja, hvussu hesi 13 ára gomlu fóru upp frá stólunum í spenningi um at svara rætt. Jú, tað ber til at taka okkurt nýtt amboð við inn í undirvísingina, hóast boðskapurin er hin sami.
Jóannes og Finn skulu hava eina stóra tøkk fyri teirra vitjan.
Derhard Jógvansson, februar 2017
Onnur tíðindi