- Mítt ørindi hevur fylgt mær alt lívið
Ørindið, sum prestur gevur tí einstaka konfirmantinum, fylgir honum alt lívið. - Eg elski orðið úr Jóhannes evangeli'inum, sum eg fekk frá Eivindi Vilhelm í 1971, sigur Elisabeth Leo úr Skopun.
Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Samansett mynd.
KONFIRMASJÓN 1/3: ”Nú eru skjótt 30 ár, síðani hetta ljósið veruliga varð tendrað fyri mær!”
Orðini eigur 64 ára gamla Elisabeth Leo, sum upprunaliga er ættað úr Fámjin, men sum í dag býr í Skopun.
Elisabeth var konfirmerað í Tvøroyrar kirkju hin 17. oktober 1971 av Eivindi Vilhelm, presti, og fekk í hesum sambandi sítt ørindi frá honum.
Hetta var úr Jóhannes evangelium kapittul 12 og ørindi 46, og ljóðar soleiðis: ”Eg eri ljós, komið í heimin, fyri at hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum”.
- Ja, hetta ljósið bleiv veruliga ”tendrað” fyri mær hin 8. juni í 1992. Og eg kann enn í dag siga, at Jesus er mítt ljós og mítt lív, greiðir hon frá.
Hetta ørindið úr Jóhannes evangeli'inum hevur fylt henni, hvønn einasta dag síðani, hóast lívið ikki altíð hevur verið sum ein dansur á rósum.
Ella sum Elisabeth sjálv tekur til:
- Til tíðir hevur tað tykt mær í so kámt á leiðini, men tað hevur hinvegin altíð lýst mær á ein útveg úr 'tokudalinum'.
- Jú, eg havi nógv at siga takk fyri, sigur Elisabeth, ið eisini hevur tænastu sum deknur við Skopunar kirkju.
BÍBILSKIR SANNLEIKAR
Fyri fáum ella mongum árum síðani var tíðin komin, tá tú skuldi ganga til prest og konfirmerast. Hetta var fyri mong ein sera góð tíð, her ein lærdi um nakrar av bíbilsku og trúarligu sannleikunum.
Samstundis við hetta var skapt eitt vinalag millum øll hesi ungu fólkini, sum kundu koma úr ymiskum bygdum, býarpartum ella samfelagsløgum í styttri ella longri tíð.
Og vit síggja eisini enn í dag myndir, tá hesi fólkini savnast aftur 50 ella kanska 60 ár seinni í somu kirkju, fyri at minnast aftur á hesi góðu fyrireikingartíðina til konfirmasjónina.
Eitt fast punkt á skránni til eina konfirmasjón, um ein kann siga tað so, er tað, at tann einstaki konfirmanturin fær sítt egna og serstaka ørindi frá presti. Hetta verður gjørt, tá konfirmantarnir liggja á knæ frammanfyri altarið.
Tey fáa ikki bert eitt bíbliuørindi, men hetta er skrivað við egnu hond prestsins inn í eina bíbliu ella eitt nýggjatestamenti, alt eftir hvat siður er í teirri einstaku kirkjuni ella hjá presti.
Bíblian ella nýggjatestamentið kemur so at standa í bókahillini hjá tí unga restina av lívinum ella ein part av tí, sum ein áminning um, at kirkjan og kirkjunnar Harri fylgir teimum alt lívið.
EIN FYLGJARI GJØGNUM LÍVIÐ
Tað er sjálvandi ymiskt frá presti til prest, hvussu hann ger, tá hesi ørindini úr Bíbliuni skulu latast tí einstaka.
Hetta verður kortini ikki gjørt bara við at rista ein posa og síðani taka ein seðil úr einum bolla við einum tilvildarligum ørindi, og ein annan seðil við einum navni á. Tí tað liggur meiri aftanfyri hvørt einstakt ørindi og hvønn einstakan konfirmant enn hetta. Tað serstaka við hesum ørindinum er, at tað fylgir tí einstaka konfirmantinum alt lívið.
Og so ger prestur eisini tað, at alt hetta verður skrásett í kirkjubókini. Tað vil siga, at prestur skrivar bæði navn og bíbliuorð inn her fyri eftirtíðina.
Fyrimunurin við hesi skráseting er í veruleikanum tvíbýttur:
Í fyrsta lagi kann konfirmanturin sjálvur leita aftur til prestin og finna fram til ørindið, um hann seinni í lívinum hevur gloymt tað, nú hann brádliga skal brúka tað til eitt ávíst høvi.
ÆVINLEIKATÝDNING
Í øðrum lagi veit familjan hjá viðkomandi ikki altíð, hvat orð ið viðkomandi fekk, um talan til dømis er um eitt andlát.
Tey vilja kanska fegin, at prestur tekur aftur í hetta orðið til eina jarðarferð, og tí er einfalt og lætt at finna orðið framaftur, har tað altso er vorðið skrásett.
Tí hoyra vit eisini ofta, at prestur í talu síni við eina jarðarferð tekur fram hetta orðið frá konfirmasjónini, sum so ella so hevur fylt viðkomandi, frá tí at hann var konfirmeraður, til hann nú fer foldum frá.
So hetta ørindið, sum mangir konfirmantar kanska ikki skilja beinanvegin, er ikki bara tikið úr leysum lofti. Men tað kann hava ein ævinleikatýdning fyri eina unga gentu ella drong, sum játtar sína dópstrúgv í eini føroyskari kirkju.
Ja, Guds orð vendir ikki tómt aftur!
- - - -
Vit fara í tveimum seinni greinum at greiða frá, hvussu tríggir føroyskir prestar gera, tá teir velja eitt ávíst bíbliuørindi til tann einstaka konfirmantin. Og í hesum sambandi verður eisini víst til tað, sum hetta ørindi hevur havt at siga fyri fleiri fólk.