Skriva út
Missiónsvika: Nú stendur Sandvík fyri tørni
26.04.2019 Tíðindi
Tað var kanska størri spenningur fyrr í tíðini, enn tað er í dag, - tá boðað var frá at missiónsvika skuldi vera í bygdini. Her vóru tað fólk frá Kirkjuligu Heimamissiónini sum stóðu fyri møtunum, og vórðu hildin í eina heila viku, nakrar fáar dagar ella bert eitt vikuskifti. Í øllum førum var ein ávísur spenningur á staðnum, nú Guds orð skuldi verða boðað av prestum og leikfólki, afturvið vitnisburðum, góðum sangi og frálíkari samveru. Hesi møti vóru hildin í missiónshúsinum, har tað fanst. Men annars kundi tað vera í einum skúla ella í teirri staðbundnu kirkjuni. Eitt av hesum støðunum, har tað enn verða hildnar slíkar missiónsvikur er í norðastu bygdini í Suðuroy – Sandvík, sum næsta vikuskifti fær vitjan av trúboðara og øðrum góðum fólki av oynni at halda møtir her. - Vit hava havt nógvar góðar missiónsvikur í Suðuroy í vetur. Og vit gleða okkum tí eisini at sleppa at vitja her í Sandvík, sigur Jógvan Højgaard, ið virkar sum trúboðari hjá Heimamissiónini í Suðuroy. - Ætlanin var somuleiðis at hava eina missiónsviku í Hovi í hesum umfarinum, men hon er útsett til einaferð í heyst. EITT GUDSHÚS Sambært ársskránni yvir tey mongu og ymisku tiltøkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, er Sandvík eisini nevnt. Her stendur millum annað, at vikuskiftið 4. og 5. mei verður hildin missiónsvika í Sandvíkar kirkju. - Fyri meg er tað bara so natúrligt, at vit halda slík møtir í kirkjuni í hesi bygdini, slær Jógvan Højgaard fast. - Tað er sjálvandi eisini ein skúli í Sandvík, har vit kundu havt slíkt møtir í. Men, - eitt Gudshús verður nú einaferð altíð eitt Gudshús. Tá hann so spurdi um møguleikan at læna kirkjuna til hesa árligu missiónsvikuna, var leyst og liðugt beinanvegin. - Sjálvandi sluppu vit tað. INNGANGSBØN Tá slík møti vanliga verða hildin er skráin rættiliga ofta hin sama: Byrjað verður við bøn og nøkrum felagssangum. Er eitt kór ella bólkur ið skal framføra, so sleppa tey framat, áðrenn talarin fær orðið. Aftaná er ofta ein sangur, og so verður ein løta givin, har fólk kunnu avleggja ein vitnisburð ella bera fram eitt Guds orð. Møtið endar so við eini sangframførslu, eini bøn og at enda við einum sangi, sum onkutíð er valdur sum felagssangur til hesa missiónsvikuna. Er møguleiki til tað, verða øll boðin til ein drekkamunn, hugnaliga samveru og kanska eisini eina persónliga andaliga samtalu aftaná. Lítil ivi er um, at eitt slíkt tiltak í eini kirkju ella missiónshúsi hevur nógv at týða fyri fólkið í eini lítlari bygd, tí stuttligt er soleiðis at fáa vitjan av nógvum fólki aðrastaðni frá. - Av tí at møtini verða hildin í eini kirkju, hava vit onkutíð brúkt at lesa bæði inngangsbøn og útgangsbøn. - Tað er tó ikki altíð. Tað er púra upp til okkum sjálvi, vísir Jógvan Højgaard á. SKÁLAFÓLK VITJA Tað er altíð misjavnt, hvussu nógv fólk ið koma til slíkar missiónsvikur. Við at velja at hava møtini í eini kirkju, hevur ein í øllum førum lagt upp fyri, at nóg mikið er av plássi til tey, ið skulu tala og til tað kórið ella tann bólkin, ið skal syngja. Og ikki minst at pláss er til bygdarfólkið og onnur, ið koma á møtini. - Jú, eg haldi at tað er fínasta slag at vit halda slík møtir í kirkjuni, leggur hann aftrat. Fyri mong kann tað haraftrat tykjast laangt at ferðast heilt av meginlandinum og til Suðuroyar. Men í hesum førinum er fjarstøðan ikki nøkur forðing. Til missiónsvikuna í Sandvík í komandi mánaði verða tað fólk úr kórinum á Skála, sum koma at luttaka við møtini í kirkjuni. - Hetta verður heilt fantastiskt, sigur Jógvan við einum brosi. - Vit gleða okkum longu! (Les eisini: Fámjin: Liggur væl fyri at halda møti í kirkjuni (8. apríl 2019)) Orð: Snorri Brend Mynd: Samansett mynd/Internetið |
Onnur tíðindi