Skriva út
Miskunn ímóti teim lítillátnu og eyðmjúku
25.10.2018 Tíðindi
22. sunnudagur eftir trinitatis, 2. tekstarøð: Hvør størstur er; um meinboga fyri teim smáu og um at vanvirða tey
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Í somu stund komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: »Hvør er tá størstur í himmiríki?« Og hann kallaði eitt lítið barn til sín og segði: »Sanniliga sigi eg tykkum: Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær. Men tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, ið trúgva á meg, honum var tað betri, at ein mylnusteinur varð hongdur um hálsin á honum og hann varð søktur niður í hitt djúpa havið. Vei heiminum fyri meinbogarnar! Tí at neyðugt er tað, at meinbogar koma, men kortini, vei tí manni, sum meinbogin kemur frá! Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høggið tey av og kastið tey frá tær, tí at betri er at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin. Og um eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær; tí at betri er at ganga einoygdur inn til lívið enn at hava bæði eygu og verða kastaður í helvitis eldin. Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlinum altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlinum. Tí at menniskjusonurin er komin at bjarga tí, ið burturfarið er. Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast.«
Matt. 18,1-14
Tað er so mangt gott og gleðiligt, vit kunnu siga um smá børn. Tey eru fitt og eygagóð og opin og einføld í hugsan og atburði. Men eru tey eisini tey størstu? Jú, tí at himmiríki er teirra, sum Matteus evangelistur ber okkum í fagnaðarboði sínum komandi sunnudag, 28. oktober. Her er hitt lítla barnið fyrimyndin hjá okkum øllum og frymil um, hvat stórleiki er. Við umhugsni vísir Jesus lærusveinum sínum á henda stórleika, tá hann tekur lítla barnið í føving sín. Hann velur júst tað, sum er lítið í hesum heimi til tess at gera tí sterka í hesum heimi til skammar.
Hví? spyrja vit. Tí himmiríki krevur, at eg av mær sjálvum ongan mátt og onga megi eigi í mær uttan kraftargerð Guds. Tað er hetta, Jesus bendir á, tá hann talar um umvending. Tá talan er um okkara egnu frelsu, er neyðugt við lítillátni og eyðmýkt og biðja Gud um styrki. Her er lítla barnið meistarin. Í áliti vendir tað sær til eitt meira tilkomið fólk við vón um umorgan og góðsku.
Hetta er ilt hjá okkum tilkomnu at góðtaka, at onnur skulu taka sær av okkum. Tað kennist eyðmýkjandi og er ein støða, vit óttast mest tá vit eldast. At vit ein dag eru viknað so nógv, at vit ikki longur klára okkum sjálvi.
Flyta vit burtur úr landi okkara og búsetast í øðrum landi, rokna myndugleikarnir har tað sum givið, at vit eru sjálvbjargin. Undantikin flóttafólk og illa fyrikomin, ið tørva næstakærleika, verður roknað við at tú ert førur fyri at gera samfelagsgagn. Men inn í himmalin sleppa vit ikki uttan eyðmýkt og ásannan um, at veikleiki okkara tørvar verndarhond Hins Almáttuga.
Gevið gætur, at lærusveinarnir spyrja eftir tí størsta, men Jesus vísir teimum tann minsta. Og gevið eisini gætur, at lærusveinarnir leggja dent á, hvussu teir við hondum, fótum og eygum kunnu tæna Gudi, men Jesus vísir teimum, at teir júst við hesum limum kunnu vera førdir burtur frá Gudi.
Villast lærusveinar burtur frá Gudi, so hava teir ein tryggleika í at hava ein Guds eingil til at hjálpa teimum og vísa teimum á rætta leið. Og hetta er lukka okkara, at hesi somu kor eisini í dag eru galdandi fyri okkum.
»Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Hvør tann, sum tí setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki. Og tann, ið tekur ímóti slíkum barni í mínum navni, hann tekur ímóti mær,« sigur Jesus.
Um Gud í dag stevnir okkum øllum at standa til dóms á síðsta sinni, hvør er tá støðan? Kanska finnur hann onkran, sum ikki ‘vildi’ venda um, og onnur, sum ikki hildu seg hava fyri neyðini at venda um. Eisini eru nøkur, sum vita sera væl, at tey hava umvending fyri neyðini, men hava enn ikki tikið stigið, tí at eitthvørt er, sum forðar teimum, og sum tey ikki rættiliga fáa slept.
Við hesi sigur Jesus: Standið ikki og bíði, komið meðan dagur er, tí tað er ikki vist at tú hoyrir hesa røddina í morgin. Tak øks í hendi og høgg frá tær alt, ið forðar tær at ganga á tí góða vegnum. Ein dag kemur tú til eitt trongt portur. Skáka ikki uttan um tað, men gakk inn um tað.
Ikki er lætt hjá øðrum at siga, hvør er umvendur. Tað er ein søk millum Gud og hin einstaka. Ivi er tó eingin um, at umvending er neyðug til tess at arva ævigt ríki. Og tað eru greið boð, tá Jesus sigur, at í umvendingini eiga vit at vera eins og børnini til tess at ognast henda arvalut.
Sjálvt um eitt menniskja gongur í kirkju og er sera gudrøkið, so er tað menniskja kortini uttan fyri Guds ríki, um so er, at tað heldur seg ikki hava umvending fyri neyðini. Tí ongastaðni hevur Jesus sagt, at tað eru summi, sum ikki hava umvending fyri neyðini. Sjálvt menniskju, ið eins og lærusveinarnir eru farnir at ganga á tí góða vegnum – og vita, at hetta er tann góði vegurin – hava umvending fyri neyðini.
Í hesum liggur kjarnin í Matteusar evangeliinum komandi sunnudag: Himmalski faðir okkara hevur ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu – okkum mannabørnum – skal misfarast.
Komandi sunnudagur 28. oktober, sum er tann 22. eftir trinitast, og sum hevur Matt. 18,1-4 sum dagsins prædikutekst, verður í álmanakkanum nevndur »Tveggja ápostla messa«. Tað er eftir ápostlunum Símuni Selotes og Judasi Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir dripnir í Persia í árinum 71.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« hevur Axel Tórgarð (1923-2011) forvitnisliga frásøgn um hesar báðar lærusveinarnar. M. a. at á einum av kirkjubøarstólunum sæst mynd av einum ápostli við gassa í hendi. Hetta man helst vera annar av teimum, tí søgnin sigur, at teir vórðu bardir til deyða.
28. oktober er dømi um ein mishalgidag, sum hevur verið hildin fyrr í tíðini, eisini í Føroyum, her hann hevur havt navnið »Tveggja ápostla messa«.
Upprunaliga høvdu hesar pínslarváttarnir, Símun og Judas, hvør sín halgidag, men skjótt varð avgjørt, at teirra minningardagur skuldi verða hildin sama dag.
Og enn standa so nøvnini Símun og Judas í álmanakkanum fyri dagin 28. oktober, »Tveggja ápostla messa«.
Onnur tíðindi