Skriva út
Miskunn, ikki dómur
12.07.2017 Tíðindi
Frá krubbuni í Betlehem, frá krossinum á Golgata, frá teirri opnu grøvini, sum Jesus er risin upp úr, lýsir Guds miskunn yvir okkum. Frá Jesu verki er miskunn komin at virka í mannalívinum her á fold, sum annars hevði verið so kalt og hart og miskunnarleyst. Hetta var boðskapurin til okkara úr Lukasar evangeliinum seinasta sunnudag, 9. juli, sum var tann fjórði eftir tríeindardag
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Verið miskunnsom eins og faðir tykkara er miskunnsamur. Og dømið ikki, tá skulu tit ikki verða dømd. Og fordømið ikki, tá skulu tit ikki verða fordømd. Umberið, tá skal tykkum verða umborið. Gevið, tá skal tykkum verða givið; eitt gott, stappað og stungið, høgrokað mál skulu tey geva tykkum í fang; tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum verða mált. Men hann [Jesus] segði teimum eisini eitt líknilsi: »Man blindur fáa leitt blindan? Munnu teir ikki báðir falla í veitina? Ikki er ein lærusveinur yvir meistara sínum, men ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara. Men hví sært tú flísina, sum er í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við? Ella hvussu kanst tú siga við bróður tín: Bíða, bróðir, lat meg taka flísina út úr eyga tínum; tú, sum sjálvur ikki sær bjálkan í tínum egna eyga? Tín falsari, tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga, og tá skalt tú síggja væl at taka flísina út úr eyganum á bróður tínum.«
Luk. 6, 36-42
Sára lætt hava vit menniskju við at fella dóm yvir onnur. Við arnareygum fylgja gølumiðlarnir við teimum mistøkum, kend fólk – politikarar og embætisfólk – gera seg sek í og kunngera dáragerðirnar í kringvørpum og bløðum og tess heimasíðum. Vit samanbera okkum við medmenniskju okkara til tess at verða betur nøgd við okkum sjálvi – við at vera sum vit eru og gera sum vit hava gjørt. Samstundis býr ein sjálvverja undir hesari samanbering. Vit vilja verja okkum ímóti tí dómi, onnur kanska fara at fella yvir okkum.
Evangeliið til fjórða sunnudag eftir tríeindardag leiðir okkum út úr sjálvrættvísistrongdini — trongdini eftir at samanbera okkum við onnur. Hetta, at onnur eru ikki betri enn vit, ella hinvegin: sovorðið, sum tey gera, tað gera vit ikki. Vit síggja flísina í eyganum á granna okkara, men ikki bjálkan í okkara egna.
Í evangeliinum leiðir Jesus okkum fram fyri Gud og lærir okkum, at tað einans er fyri honum, vit skulu standa til svars. Og tá ið hann møtir mær í Jesusi, møtir hann mær við miskunnsemi. Frá krubbuni í Betlehem, frá krossinum á Golgata, frá teirri opnu grøvini, sum Jesus er risin upp úr, lýsir Guds miskunn yvir mær. Frá Jesu verki er miskunn komin at virka í mannalívinum her á fold, sum annars hevði verið so kalt og hart og miskunnarleyst.
Í evangeliinum hoyra vit um heta miskunnsemi, tá Jesus møtir eini kvinnu, ið dømd er fyri horsakir. Slíkar kvinnur skuldu eftir jødiskum rættarsiði steinast til deyða, og til jødarnar, ið dómin høvdu felt, vendir Jesus sær við orðunum: »Tann av tykkum, ið reinur er, kasti hin fyrsta steinin.« Tá hann hevði fingið jødar at sleppa ákæruni, vendi hann sær ímóti kvinnuni og segði: »Ikki heldur eg dømi teg. Far tú og synda ikki meira.« (Jóhs. 8-11.)
Jesus biður okkum vera miskunnsom eins og faðir okkara er miskunnsamur. Tá eg veit, at eg eri sekur í onkrum mistaki – og onnur eisini vita tað – haldi eg meg hava tørv á at avdúka onnur fyri misgerðir teirra. At geva høgg fyri høgg, so at eg kann ugga meg við, at eg hóast alt ikki eri verri enn hini seku, helst betri. Men tá eg við mistøkum mínum havi møtt miskunnsemi Guds og fyrigeving hansara, havi eg onga orsøk til at samanbera meg við onnur. Rættvísi Guds fær okkum at vera miskunnsom og fyrigevandi heldur enn at fordøma.
Hetta merkir tó ikki, at vit skulu síggja burtur frá mistøkunum hjá øðrum og lata sum einki og siga: »Hatta kemur ikki mær við.« Ein góð meining og ein vinargerð kann tað vera, at seta seg undir liðini á einum øðrum og vísa á nøkur brek hjá viðkomandi, so at hann gerst varur við tey og kann taka annað skinn um bak, bæði sær sjálvum og medmenniskjum at gagni. Tað kann vera líkasæla ella fyrilitarloysi í arbeiði og millum tey menniskju, ein dagliga er saman við úti og inni.
Eingin er fullkomin, og at síggja brek hjá øðrum og at vegleiða tey, er ikki tað sama sum at fella dóm. Í hesum heimi skulu vit virka og sýna og dugnaskap. Gera vit ikki tað, enda vit lættliga sum taparar og detta um snávingarsteinar.
Men tá ræður um ikki at geva øðrum skyldina fyri dugnaloysið. Tí Jesus sigur: »Verið miskunnsom, dømið ikki.« Finnið fyrst lýtini hjá tykkum sjálvum og berið so yvir við hinum.
Tá finna vit hin sanna friðin og ósvitaligu gleðina.
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærkeiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
Onnur tíðindi