Skriva út

Minnisvarðin afturlítandi framtíð

15.08.2013 Tíðindi
Minnisvarðin afturlítandi framtíð

Tað var av sonnum ein sorgblíður hátíðardámur norðuri á Skarði mikudagin hin 14. august 2013. Felagið Skarðsbygd reisti ein minnisvarða yvir syndarligu bátsvanlukkuna tollaksmessudag 1913. Sjey mans, t. e. allir menn í arbeiðsførum aldri í bygdini, fingu váta grøv. Ólukkan var atvoldin til, at bygdini ikki var lív lagað.

Umleið 500 fólk vóru komin saman norðuri á Skarði. Gingið var úr Kunoy uppum Skarðsgjógv til Skarðs. Gingið var úr Haraldssundi. Eisini var farleið sjóvegis. Bátar sigldu úr Haraldssundi uttan steðg. Felagið Skarðsbygd hevur uppiborið stóra tøkk fyri minnisvarðan og ein væl fyriskipaðan og ógloymandi hátíðardag.

Sjálvur kom eg loftvegis við tyrluni. Eitt gott ferðalag, kend fólk, fróðarfólk. Eftirkomarar teirra, ið búleikaðust á Skarði í fínasta skrúð. Tjóðbúnin sømdi seg væl hesa tignarligu løtu.

At koma norður í bygdina og síggja lendið frá í erva var ein vøkur sjón. Teir føgru grønu dalarnir stóðu sum ein lívgevandi varði um bygdina, har at kalla einans húsatoftirnar boðaðu frá búseting. Merkið var vundið á hálva stong. Merkið tók seg væl út norðuri á Skarði, okkara samleiki og stavnhald.

Hugsi ikki einans tjóðskaparliga, men eisini um ímyndina, litin og krossin. Hin kristni boðskapurin var aðalmerki fedra vára, og hvør kennir ikki sálmarnar hjá Símuni av Skarði, háskúlamanninum mikla.

Hugurin leitaði aftur til mínar egnu røtur úti á Strondum. Eitt slætt og væl valla lendi, fjøruslætt. Har sungu vit vakra sálmin hjá Símuni sum morgunsang í skúlanum mangar ferðir tað ljósa hálvárið.

Í dag stóð eg á staðnum, har skaldið kendi at vøggan stóð. Eftirnavnið lýsir samleikan. Her í hesum grøna lendi í allar fagrasta veðri, nú sólin stóð inn gjøgnum flógvan og gav viðingum sól og terra. Nú árstíðin leingir um myrkar nætur, var tað ljóst í huga og sinni. Ljósið mentist í styrki, ikki minst í nátt, nú skrivað verður.

Tað var morgunsálmurin hjá Símuni av Skarði, sum hugtók okkum børn. Hesin sálmurin er eins og ein grundarsteinur undir lívsáskoðan og yrki prestsins. Vakri vøksturin á markini og hin glaða baldursbráin. Vaknandi lív við fuglasangi, nú ungar úr reiðri flagsa. Tryggleikin í Harrans hondum bæði í svøvni og vøku. Guðs undurverk, okkara vøkru oyggjar. Lívsins gáva, at liva og mennast.

“Mítt eyga hevur notið ein tryggan góðan blund,
í Harrans hond so søtt eg havi sovið.
Guðs undurverk eg skoði í hesi morgunstund;
við songi eg Guði mínum lovi.

Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Guð,
mær givið evni til títt verk at skoða;
fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út,
- nú sólin í fjøll og líð man roða.”

Eftir taluna hjá biskupi varð minnisvarðin avdúkaður. Páll Klettskarð avdúkaði listaverkið, ið Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hegnisliga hevur evnað. So varð Merkið vundið á fulla stong. Løtan var lívsjáttandi. Tey komu væl undan, tey, ið eftir sótu.

Hugaligt at lýða á ein av okkara fremstu listamonnum. Ein spakur og eyðmjúkur maður, ið ikki ger háva burtur úr sær sjálvum. Ein so dugnaligur listamaður, at mær fattast orð. Tað er ein fragd hvørja ferð Hans Pauli leggur verk úr hondum. Ja, hendurnar skapa, satt er tað, men dýpið er vitborið.

Ein lítil bátur, mannleysur. Úti í havsbrúnni, fjarskotin. Konan, staðarnavn og ímynd, er steinrunnin og ber lív, eins og hon føddi lív. Ber nøvn teirra, ið fórust feigdardagin tollaksmessudag 1913. Konan, ið aldi tað lív til manndómsbrøgd at inna, tað lív, ið var gitið, áðrenn bátur legði frá landi.

Meðan sinnið reikaði í ró, og eygað gav sálini føði, gekk tíðin. Minningarhaldið helt fram við talum, sangi, og tónleiki.

Jóan Pauli Joensen, Óluva Klettskarð og kvinnuligi borgmeistarin góvu okkum søgu, mentan og lívsvísdóm. Tað kom týðiliga til sjóndar í prátinum, meðan vit bíðaðu eftir tørni til heimferðar, at løtan var mettað. Vit høvdu fingið nakað av aldarinnar førningi sum søguligt støði.

Fróðarfólk leggja lunnar undir framburð og gera lívið liviligt. Tey byggja land, sjálvt um skriðan loypur, og havið tekur mann og svein. Fróðskapur yvirlivir og byggir nýtt býli við fedranna førningi sum ástøði.

Orð: Jógvan Fríðriksson
Myndir: Dávur Winther

Sí fleiri myndir