Skriva út

Minningarløta í Vesturkirkjuni 30. des. 2013 kl. 19 Nelson Mandela

01.01.2014 Tíðindi
Minningarløta í Vesturkirkjuni 
30. des. 2013 kl. 19 
Nelson Mandela

Eftir Theodor Eli Dam Olsen

v13 Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. v14 Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. v15 Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. v16 Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.

Matt. 5, 13-16 – Brot úr Fjallaprædiku Jesusar

--

Várið 1968.
Ungdómurin kring vesturheimin hevur hátíðarhildið kærleikans summar og blómuvald!
Mandela hevur sitið fangi í 4 ár á Robben Island, og fyri fyrstu ferð fær hann vitjan av mammu síni í fongslinum. Hon hevur ferðast í dagar úr heimbygdini fyri at vitja sonin. Og sum eitt slag av serligum sømdum, verður tann hálvi tímin, ið vitjunartíðin vanliga er, hesaferð longdur til hálvan annan tíma.
Nakrar vikur seinni fær Mandela boðini, deyðsboðini, at mamman brádliga er deyð av hjartaslagi. Hann søkir um loyvi til at sleppa við til jarðarferðina.
Hetta verður honum sýtt.

--

Mandela syrgdi mammuna og var stúrin og ráðaleysur. Sum elsti sonur fekk hann ikki tikið sær av jarðarferðini, sum siðvenja annars var.
Andlátið og missurin fekk Mandela at taka sítt lív til eina eftirmeting. Trupla lívið hjá mammuni, hennara lív í armóð og fátækradømi, fekk hann enn einaferð at ivast og hugsa, um hann hevði valt rætt.
Hevði hann valt rætt við at seta fólksins vælferð hægri enn sína egnu familju?
Leingi skilti mamman ikki, at sonurin fór inn í hetta stríðið. Familjan hevði ongantíð biðið um, at hann fór upp í stríðið, men tey liðu undir tí, skrivar Mandela í sínum endurminningum.

Men hvørja ferð kom hann til somu niðurstøðu.
- Í Suðurafrika er tað trupult fyri ein mann at ikki at taka støðu til fólksins tørv, hóast tað kemur at ávirka egna familju.
Eg hevði valt, og til sjeynd og síðst hevði mamma stuðlað mær í hesum, skrivar Mandela.

--

Prísurin fyri at berjast ímóti apartheid var høgur. 27 ár í fongsli. Tvey hjúnaløg ruku, og seks børn vuksu upp uttan at síggja pápa sín.

Desmond Tutu hevur sagt, at Mandela mentist nógv í fongslinum.
Nógv stúrdu fyri, at Mandela hevði longst eftir blóðugari hevnd allar tær tíggjutúsund næturnar, hann hevði ligið á síni tunnu strámáttu á harða betonggólvinum og start upp í fongsulsloftið á teimum fimm fermetrunum, ið var hansara verð hesi árini.

So var ikki.
Tað munnu vera fáir fangar, ið bjóða sínum fangavørðum til drekkamunn ella temunn, tá teir eru leyslatnir, vitja, einkjuna hjá tí gamla forsetanum, sum setti teir fastar – ella vitja ákæran, sum upprunaliga ætlaði, at revsingin skuldi vera deyðarevsing við heinging.
Men tað gjørdi Mandela – bjóðaði temunn, vitjaði einkju gamla forsetans, tók í hondina á ákæranum og bjóðaði honum til ábit.

--

Einaferð spurdi fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinon, Mandela, um hann ikki var beiskur og kendi eitt hatur ímóti sínum fíggindum?

- Sjálvandi, svaraði Mandela.
- Tey hildu meg sum fanga so leingi. Eg bleiv misbrúktur. Eg sá ikki míni børn vaksa upp. Eg misti míni bestu ár. Eg var illur. Og eg var bangin, tí eg hevði verið ófrælsur í so mong ár. Men tá sá eg, at gekk eg út gjøgnum portrið, og eg enn hataði tey, so fóru tey framvegis at hava meg í teirra fangasetu. Eg ynskti at verða frælsur. So eg slepti hatrinum.

--


The rest is history, kunnu vit siga – restin er søga.
Umheimurin tók beinanvegin hendan mannin til sín, sum júst útkomin úr fongslinum við eyðmýking og torturi - bæði í orði og verki legði dent á, at góðska og fyrigeving eru vegurin fram.
Við síni hvassa viti, vælvaldu orðum, politiska talenti og ikki minst hugtakandi sjarmu, fascineraði hann og gav íblástur og savnaði sum frægast ein kloyvda tjóð.

--

Amerikanski forsetin Abraham Lincoln segði einaferð, at næstan øll klára mótgongd – men skalt tú kenna lyndiseyðkenni ella karakterin hjá einum menniskja, so gev tí makt.

Maktin og styrkin hjá Mandela var hvørki miltermakt ella búskaparlig makt, men ein moralsk makt.
Í brævi til Winnie Mandela, skrivar hann, at eitt fongsul er tað sanna staðið at læra seg sjálvan betur at kenna. Tá menniskjað metir um síni framstig sum einstakligur, hava vit lyndi til at miðsavna okkum um ytri viðurskifti: sosiala positión, vælstad, ávirkan, útbúgving. Hava vit bara áhuga í hesum viðurskiftum, sum Mandela tó viðurkennir hava týdning, síggja vit bara tað ytra lagið í menniskjanum. Tey innaru eru tó tey avgerandi.

”Erligheit, tað at vera sannfør og sannførur, einfeldni, eyðmýkt, ektað gávumildni, frávera av fáfongd, at vera til reiðar at tæna øðrum – eginleikar, sum allar sálir megna at røkka – eru grundarlagið undir okkara andaliga lívi. – Uttan at sannroyna egnar veikleikar og vantandi eginleikar, vinna vit ikki á tí illa, vit bera í okkum, og hóast tað er torført at hyggja eftir eins neiligu síðum, verður ein ríkt afturløntur –
Og fynduga stuttligt endar hann brævið: Gloym ongantíð, at eitt halgimenni er ein syndari, sum ongantíð gevst at royna!

Hetta minnir ikki sørt um orðini hja Grundtvig, gamla: Synda djarvt!

Um Mandela hevði lisið skaldskapin hjá prestinum og heimspekinginum K.E. Løgstrup, veit eg ikki. Løgstrup man vera kendasti noðurlendski heimspekingurin í 20. øld og hin størsti síðan Kierkegaard, og vísti Løgstrup m.a. á, at menniskjað grundleggjandi er ein góður skapningur, tí hitt góða altíð er spontant, meðan hitt illa aloftast hevur eina orsøk. Eingin spyr, hví ein mamma er góð við sítt barn, ella hví vit skunda okkum at ringja 112, um onkur er í neyð.

Sjálvur segði Mandela: Eingin verður føddur við hatri til onnur vegna húðarlit, bakgrund ella átrúnað. Menniskju skulu læra at hata fyri at hata. Og tá tey kunnu læra at hata, kunnu tey eisini læra at elska. Tí kærleikin kemur meira náturliga til tað menniskjaliga hjartað, enn hatrið ger.

--

Tað finnast tvinni sløg av søgufatan: Tann idealistiska og tann materielistiska. Tann fyrra sigur, at tað var Kristian hin fjórði, ið bygdi Rundatorn, ella Ellindur bispur, ið bygdi kirkubømúrin – ikki arbeiðsfólkið ella trælirnir. Hon tekur støði í einkultpersónum.
Hin seinna søgufatanin tekur støði í umstøðunum, í søguni.
Mandela var eitt menniskja, sum varð føddur og settur inn í ávísan søguligan samanhang.
Men hann gav okkum íblástur við sínum viti, vilja og virksemi.



Vit eru í dag komin saman at minnast og heiðra Mandela - hóast hann ikki altíð tosaði so nógv um sína kristnu trúgv, gjørdist hann ein íblástrarkelda og fyrimynd í síni tráan og áminningum um, at at góskska og fyrigeving skulu til – at fyrigevingin altíð eru eitt prosjekt fyri framtíðina.

Ikki altíð var hann fagnaður. Heilt fram til 2008 stóð hann á listanum hjá USA yvir altjóða yvirgangsfólk, 15 ár eftir at hann saman við de Klerk fekk friðarheiðursløn Nobels, og eisini áðrenn hesa minningarløtu hava fólk sett seg í samband við meg og lagt sín iva um hetta tiltak fyri dagin.
Hetta hendi sama dag, ein annar politiskur fangi varð leyslatin í Russlandi, hin intellektuelli Mikhail Khodorkovskij, ið á sama hátt hevur skrivað í altjóða tíðarrit um týdningin av demokratii og opinleika. Tað sama hevur Julia Timosjenko gjørt – og vit kundu hildið áfram at nevnt aðrar politiskar fangar.


Men vit hava brúk fyri fólki, sum minna okkum á okkara moralsku skyldur sum næstar og medmenniskju. Sum eru okkara salt og ljós, sum Jesus sjálvur tók til í Fjallaprædikuni.

” Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni”.

--

Fari tí at takka Jan Muller og Bispi fyri at hava tikið stig til hesa løtu, við ynskjum um frið yvir minnið um Nelson Mandela og eini bøn um vón fyri heimsfriðinum við orðunum hjá Mikkjali á Ryggi, vit skulu syngja um eina løtu:


Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.

Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.