Skriva út

Minningarhaldið 2023

30.10.2023 Tíðindi
Allahalgannadagur og minningarhald

Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki sínum á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

Á tí almenna minnigarhaldinum talar Løgmaður. Eftir løtuna á Vinnuháskúlanum leggur Løgmaður ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.

Vit takka Guði fyri at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.

Guð signi land og fólk!