Skriva út

Minningarhald, Nelson Mandela 30. Des. 2013. Vesturkirkjan.

03.01.2014 Tíðindi
Minningarhald, Nelson Mandela 30. Des. 2013. Vesturkirkjan.

Eftir Ingu Poulsen Dam.

Nú vit hesa løtu minnast frælsisstríðsmannin og nobelprísvinnaran og fyrrverandi forsetan í Suðurafrika, Nelson Mandela, og vilja dvølja við tann týdning, ið hann fekk fyri suðurafrikanska fólki, heimsfriðin og heimsfatanina, tala tey djúpu spor, sum hann setti. Hann doyði 5. des í ár í heimi sínum í Johannesburg 95 ára gamal. Tey spor hann setti á ”vegnum móti frælsi” fær politikkarar og fólk yvirhøvur at vilja minnast Nelson Mandela og hansara stríð fyri rættvísi, mannarættindi, frið og forsóning. Hann var í hesum sambandi ein ikon, ein myta, eitt halgimenni, ein hetja, ein dreymur, sum varð veruleiki, tann mest eftirspurdi fangin í Suðurafrika, eitt altjóða súmbol uppá stríði fyri rættvísi, verður sagt... Men, vit vita, at tær veruligu hetjurnar, og halgimenni eru ikki ein fyrimynd fyri heimin tí tey eru lítaleysir einglar.”Gloym ongantíð”, sigur Mandela í einum brævið, sum hann skrivaði í fongslinum til konu sína Winni Mandela:” Eitt halgimenni er ein syndari, sum ikki heldur uppat at royna”. ( “Eftertanker”)
Henda sannroyndin er júst tað, sum ger tað kveikjandi at minnast Mandela og hansara stríð.

Hann var ikki hevjaður upp um teir trupulleikar, sum binda og avmarka øll menniskju, ja, vit kunnu helst siga, at hann júst varð ein fyrimynd, tí hann visti, at tað als ikki snúði seg um at verða eitt halgimenni. Og soleiðis kundi hann verða tað, sum amerikanski forsetin Barack Obama tók til í síni minningartalu: ” Nelson Mandela fortelur okkum, hvat er møguligt. Ikki bara í søgubókum, men í okkara egna lívið”.

Í nevnda brævi sum Nelson Mandela skrivaði til konu sína, sigur hann:” Tú fert annars at sanna, at eitt fongsul er tað ideella staðið at læra seg sjálvan at kenna… Tá vit meta um okkara framstig sum einstaklingar, hava vit lyndið til at hugsa um tað, sum er uttaná, so sum sosial støða, ávirkan, popularitetur, útbúgving, ríkidømi. Alt hetta er sjálvsagt av týdningi, tá vit skulu meta um okkara egnu materiellu framgongd… Men tað, sum er innaní hevur meira at siga fyri menningina hjá menniskjum. Falsloysi, eyðmýkt, satt gávumildni, tænaralyndi, - eginleikar, sum øll kunnu røkka… Tað er óhugsandi, at nakar kann mennast á henda hátt.. uttan at tú lærir teg sjálvan at kenna við tínum mistøkum og veikleikum”, sigur hann.

”Boyggi eg meg so djúpt eg kann, veksur heimurin og verður stórur”, er sagt. ( Tom Kristensen) At vera stórur byrjar við, at tú boyggir teg niður og verur lítil, við øðrum orðum. Og Mandela var í hesum týdningi stórur.

Hann varð av umstøðunum trýstur til at brúka vápn í stríðnum, tá hann fekk sín fongsulsdóm í 1964. Men hann var stórur tá ráddi um at rannsaka seg sjálvan, stórur í sínum sterka vilja til at ganga vegin móti frælsi, stórur í sínum politisku talentum, tá tað snúði seg um at stríðast móti apartheid stýrinum í Afrika, stórur og rúmligur, tá tað galt um ”at elska fígginda sín”, stórur, tí hann hevði eina sterka trúgv á at vóna, tá alt var vónleyst. Sum hann sigur:” Vónin er eitt sterkt vápn, tá kanska einki annað er eftir”. (”Eftertanker”)

Nelson Mandela hevði ivaleyst kunnu tikið undir við orðunum hjá forsetanum Vaclav Havel, sum somuleiðis stríddist móti órættvísi og einræði í sínum heimlandi Tjekkislovakien ella Tjekkia. Hann sigur:” Vónin er ikki optimisma, men ein vissa um, at nakað gevur meining – í hvussu fer … vónina heinta vit tískil eina aðrastaðni… hon hevur sínar djúpastu røtur í tí transcendenta”.

Tað er soleiðis nógv, sum kundi verið tikið fram og dvølt við eina løtu sum hesa, vit minnast stórmenni Nelson Mandela. Hansara politiska karriera fevnir um 15 ár sum frælsistríðsmaður, síðani 27 ár sum fangi, og aftaná hann varð leyslatin var hann fyrsti svarti forsetin í Suðurafrika.

Tað var hann í 5 ár. Tað er í hesum sambandi einki minni enn eitt undur, at fleiriára hart stríð móti apartheid við illgerðum og politiskum brotsgerðum, endaði við einum friðarligum demokratiskum vali. Suðurafrikanski bispurin Desmon Tutu sigur frá, tá Nelson Mandela var tikin í ei, sum forseti 10 mai 1994:” Tað var ein stór løta tá Nelson Mandela steig fram við sínari elstu dóttur við lið. Ovastar yvir trygdini, løgregluni og varðhaldinum tóku ímóti honum og heilsaðu honum, og síðani var tann nýggi ríkisleiðarin førdur víðari við vápnaðum fylgi. Løtan varð minnisverd, tí hann bert fyri nøkrum fáum árum síðani hevði verið teirra fangi og var sæddur sum yvirgangsmaður…. Men alt hevði fingið eina aðra vend. Hann bjóðaði nú sínum hvítu fangavørðum til at luttaka í hátíðarhaldinum, teir vórðu hansara heiðursgestir… hesin maðurin, sum varð jagstraður og bakbitin… og sum í næstan 3 áratíggju hevði siti handan fongsulsrimar - hann varð nú fyrigevingin sjálv …”, sigur hann. ( ”Eingin framtíð uttan fyrigeving”)

Og vit kunnu spyrja: Hvør var loynidómurin? Meginpartin av síni fongsulstíð livdi hann í einum trongum fongsulskliva, og tá hann kom út aftur úr sínum tronga innilæsta rúmi, er tað tann rúmligi Nelson Mandela, vit minnast.

Kanska kunnu vit siga, at ein partur av loynidóminum búði undir afrikanska hugtakinum UBUNTU. Hugtakið er ikki lætt at umseta, men tað goymir tað mannasýnið, sum sigur: ”Eg eri til, tí at tú ert til”. ”Á okkara afrikanska máli siga vit:” Ein menniskja er ein menniskja ígjøgnum onnur menniskju... Ein menniskja er menniskja, tí hon viðurkennir onnur sum menniskju” sigur Desmon Tutu. Apartheid og ubuntu eru soleiðis sum nátt og dagur.

Mundu tey 27 árini í fongslinum og tann líðingin, sum tey høvdu við sær ikki læra Mandela tann djúpa og sanna týdningin av UBUNTU. Hann var í hvussu er ein, sum hevði UBUNTU, tá hann sigur :” Sjálvt í teimum myrkastu løtunum í fongslinum, tá mínir vinir og eg vórðu illa sperdir – kundi eg hóma ein glotta av hjartagóðsku í einum løgreglumanni í fongslinum, um tað so bara var eitt sekund – men tað var ivaleyst til at geva mær vissu og ikki gevast á hondum. Góðskan í menniskjum er ein eldslogi, sum kann verða fjaldur, men ongantíð slóknað, sigur hann. (”Vegurin til frælsi”)

Tað er við hesum royndum í fongslinum lætt at síggja somu trúgv á tað góða í menniskjum, í teirri ”Sannleika og forsóningskommisión”, sum Nelson Mandela saman við øðrum fekk í lag sum forseti, tá ein uppgerð varð við fortíðina. Ein uppgerð við fortíðina varð neyðug, skuldu tey virða tann góða eldslogan í teimum persónum, har hann varð fjaldur í brotsgerðum. “Tann, sum gloymir fortíðin er, sum sagt, dømdur til at endurtaka hana”. Tað ráddi tí um at skapa eitt rúm, hvar fólkið kundi minnast, og samtíðis síggja ljósið í hvørjum øðrum, hóast alt tað ringa.

Og tað má sigast at vera eitt ómetaligt signalvirði í dag og helst eitt eindømi í politiskari søgu, tá “Sannleika og forsóningskommissiónin valdi eina aðra loysn enn “eyga fyri eyga og tonn fyri tonn”. Hon gav brotsmonnum og kvinnum, sum høvdu framt illgerð - amnesti, við teirri treyt, at tey stigu fram og søgdu sannleikan um sína illgerð.

“Tann, sum ikki kann fyrigeva, brýtur brúnna, sum hann fyrr ella seinni skal fara eftir”, sigur eitt orðatak. Apartheid breyt brúnna, brúnna inn í framtíðin, inn í menniskjansligan felagsskap og tað góða lívið. Brúgvin skuldi bara vera fyri tey hvítu, var sagt - í ólukkumát. Men brúgvin var har kortini, har fyrigevingin byggir brúgv millum menniskju. Og við “Sannleika og forsóningskommisiónini” í huga kunnu vit siga, at av tí at tað var ein brúgv at ganga eftir, er lívið framvegis vert at liva.

Síðst í bókini, sum Mandela hevur skrivað við heitinum:” Vegurin til frælsi”, sigur hann:” Ein maður, sum tekur frælsi frá einum øðrum er hatursins fangi, hann er stongdur inni handan rimar av fordómum og trongskygni... Eg eri ikki veruliga frælsur, um eg taki frælsi frá einum øðrum, eins og eg ikki eri fríur, tá mítt frælsi verður tikið frá mær.... Tá eg fór út úr fongslinum var mín missión at geva honum/henni, sum kúgar og honum, sum verður kúgaður frælsi.

Onkur sigur at tað er eydnast. Men eg veit at tað ikki passar. Sannleikin er at vit enn ikki eru fræls; vit hava bara vunnið frælsi til at vera frí, rættin til ikki at vera kúgað... At vera frí er ikki bara at tveita leinkjurnar av sær, men at liva á slíkan hátt, at tú virðir og fremur frælsi hjá øðrum.. “
Nelson Mandela kom at rinda ein høgan persónligan prís, og her verður ikki bara hugsað um fongsulstíðina. Familjan hjá honum varð ikki minst hart rakt av hansara politiska stríði. ”Hansara drama var í roynd og veru eitt alment drama…. og hansara drama varð teirra pína”. ( “Eftertanker)

Manna millum elvir tað ofta til stríð og svárar trupulleikar, tá menniskju velja tað sanna í tilveruni, tí tað ber ikki altíð til at vilja tað sanna uttan stríð og uppgerð. At velja sannleikan er tískil ikki altíð tann mest natúrligi og lætti “vegurin til frælsi”. “Eg eri ikki meira uppoffrandi enn einhvør annar... men leinkjurnar um hvønn einstakan í fólki mínum vórðu leinkjurnar um okkum øll.... ”, sigur Nelson Mandela. ( “Vegurin til frælsi”)

Og hóast tað á mangan hátt ikki ber til at geva einstøkum persónum alt ov stóran týdning í tí, sum hendir í søguni, so er tað helst rætt, tá sagt verður: “Vit kunnu ikki ímynda okkum tann langa vegin til frælsi fyri eina tjóð uttan Mandela og hansara langu persónligu ferð”. ( “Eftertanker”)