Skriva út
Minnast Próst Dahl
16.11.2018 Tíðindi
Í ár eru eitt hundrað ár síðani Jákup Dahl gjørdist próstur.
Gudstænastan í dómkirkjuni sunnudagin verður merkt eitt sindur av hesum. Sungnir verða sálmar, sum J. Dahl hevur yrkt ella týtt. Uni Næs prædikar og sigur frá um J. Dahl. Deknurin Høgni Joensen lesur brot úr lestri eftir J. Dahl til henda sunnudagin, sum er 25.s.e.tríeindardag. Jákup Reinert Hansen sigur frá um Altarbókina frá 1939.
Í ár eru eisini hundrað ár síðani Regin Dahl, sonur J. Dahl, varð føddur. Regin Dahl hevur sum kunnugt gjørt nógv løg.
Petur Niclasen fer at syngja og Ólavur Jacobsen fer at spæla tveir sálmar, sum Regin Dahl hevur gjørt lag til.
Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í Kirkjustovu.
Onnur tíðindi