Skriva út
Millum rørslu, ljóð og kvirru
02.04.2014 Tíðindi
Føstan sendir eitt brá av álvarsemi út í rúmið og inn í tíðina. Tað er stilt, og serliga stilt er í vikuni undan páskum, - dymbildagavikan. Søgan um Jesus er jú álvarsom, og deyðin er einki at misunna manni.
Oftast eru vit upptikin av tí, ið ljóðar og hoyrist. Rørslan ger tað spennandi, og tað skal helst henda eitthvørt, um vit veruliga skulu gerast hugtikin og nøgd. Tað hendir ikki nóg mikið, hava vit lyndi at siga. Tað er so køvandi stilt og minni áhugavert.
Í føstuni eru vit still í kirkjuni mikukvøld ella hóskvøld. Nakrar kirkjusóknir velja sunnukvøld. Tíbetur hava vit upplivað eina uppgongd við atliti at føstugudstænastunum. Fitt av fólki kemur til hesar stillu og øðrvísi gudstænasturnar. Føstugudstænastan nemur tilveru manna ella umrøður dimmar blettir, ið mynda lívið og tilveruna við sjúku til likams ella sálar, avlamni ella deyða.
Tað er mennandi fyri sinnið, at hoyra søguna um Jesus og kenna, at søgan um Jesus er mín egna samtíðarsøga. Hoyra at Jesus sum frelsari er hjástaddur, eisini tá ið illa veit við.
Í kvirru og stillur á bríkini. Í friði og náðum verður hugurin kveiktur. Tað er eins og ein uppreisn ella stillisliga at verða borin aftur til lívið. Lívið, ið ikki er ein maskina. Lívið, ið tykist tvørligt og møtimikið til tíðir.
Kvirran er lekidómur, at kunna njóta friðin og sita stillur. At velja hin góða lutin at sita stillur við Jesu føtur.
At renna undan kvirruni er í longdini heilsuskaðiligt! Kvirran kann vera lekidómur.
JF.
Onnur tíðindi