Skriva út
Miðvika í Hoyvíkar kirkju
29.11.2016 Tíðindi
Mikukvøldið 30. november kl. 19.30 verður Miðvika hildin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Zakarias Wang greiðir frá um Símun í Hoyvík, hús hansara og nakrar eftirkomarar hansara. Benjamin Rajani spælir løg av nýggju fløgu síni.
Báðir eru teir eftirkomarar Símunar.
Nú er Hoyvík fjølbygd, men so hevur ikki altíð verið. Fyri góðum tveyhundrað árum síðani vóru bara eini hús í bygdini, tey hjá bóndanum.
Í 1835 fór bygdin at vaksa, tí tá komu eini hús afturat. Tað var Símun Joensen, ættaður av Glyvrum, sum saman við konuni Charlottu Amaliu Reinert úr Kaldbak bygdi hús á tí trøð, hann hevði lagt inn vestan fyri gamla bøgarðin. Húsini stóðu í 68 ár, og har búðu tvey ættarlið, sum fingu tíggju børn. Eftirkomararnir eru nógvir. Tá bygdin fór at vaksa í stórum fyri fjøruti árum síðani, búsettust eisini summir teirra í Hoyvík.
Eydna Fosaa og Hans Simonsen hava gjørt eitt yvirlit yvir ættina, sum er komið út sum bók, og verður høvi til at ogna sær hesa, eins og ta fløgu, Benjamin Rajani hevur givið út.
Onnur tíðindi