Merkið hjá djórinum
Hvør hevur ikki hoyrt um djórið í Opinberingini ?
Um merkið ella talið hjá djórinum, ræðusøgur um strikukotur og peningur, sum fór at hvørva, tá øll menniskju bert fóru at hava eitt tal ella merki í høgru hond ella á pannuni ?
Kom at hugsa um allar hesar ræðusøgur, tá eg las grein, sum segði frá, hvussu ótrúlig tøknin er í dag.
Lithinnan í okkara eygum eitur iris og iris er ikki bara ein lithinna, tí Iris kann lata dyr upp. Vit kunnu skanna við okkara eygum, so sanniliga má man, í hesum føri, sanna orðini , ”at eyguni eru okkara dyr” !
Men ikki nóg mikið við hesi føgru tøknini, tí í dag ber enntá til at fáa eina flís (eitt chip )skotið inn í handabakið.
Flísin er á stødd við eitt rískorn og liggur í evarska lítlum glashylki og eru tað tatovørar, sum skjóta flísina inn í hondina, hesir sum vanliga piersa ringar og perlur í varrar, tungu og nalva.
Á stórari fyritøku í Svøríki hava øll starvsfólkini, eina flís í hondini. So tá tey skulu innar, so strúka tey handabakið móti hurðini og so fara dyrnar upp. Flísin telur eisini kopimaskinubrúkið hjá tær.
Gjaldskort fara at hvørva, tí tú kanst gera flytingar við at strúka handabakið móti einum terminali, ístaðin fyri at hava eitt gjaldskort. Somuleiðis við boardingkortum til flogfør, gjald umborð á toki og skipi.
Og vit kundu hildið á. Lyklar og gjaldskort hvørva og allar okkara kotur og ymisk passorð, sum vit hava til FB, fitnesscentur, bankar og fyritøkur, alt kann nú liggja í einum rískorni í handabakinum hjá tær og mær.
Strúk tína hond yvir eini snildfon og tú fært upplýsingar inn á tína snildfon.
Hetta ljóðar heilt ótrúligt og hugsa tær, um makin er dementur og rýmir ella um barnagarðsbørn, sum tú skalt ansa, jú set eitt chip í hondina á teimum, so verða tey funnin aftur.
Hugsa tær tínar upplýsingar frá lækna ella myndugleikum annars, alt fer at verða miðsavnað í tínari hond.
Hondin hjá tær verður søkklaðin við túsundavís av upplýsingum um teg, um tú hevur verið í fongsul, um tína heilsustøðu,tryggingarviðurskfti, Taks, hvat tú eigur og ikki, tíni børn og allir hugsandi upplýsingar um tey.
Alt hetta hava tey klóku longu hugsað um og siga til tey, sum óttast nýggju gongdina :
”jamen í dag lata vit okkara fartelefonir upp við okkara fingramerkjum, so hví ikki fara enn longri ”?
Jú, vit fara longri, tí tøknin steðgar ikki, og soleiðis skal tað vera, men alt hevur vansar við sær.
Tí sagt verður, at vit fara at fáa hópin av bodyhackarum, sum við snildum, ota seg inn í flísina í tínari hond og so er vegurin opin inn til tína kjarnu við øllum tí, sum tú har hevur um teg og tíni viðurskifti. Hugsa tær, um virus kemur í tað heila ?
Avlagaðir makar kunnu tráfylgja ella stalka teg, so frælsi fer at fáa heilt annan týdning.
Tøknin er framúrskarandi og ræðandi. Men vit mugu vera effektiv og fylgja við, tí vit liva í einum heimi, sum støðugt broytist.
Fyri mongum, mongum árum síðani, tá ongin snildfon, scannari ella ravmagn var, tá hackaði Skaparin sær veg inn í okkara heim.
Hann breyt niður allan firewall og passorðið var kærleiki, sum var eitt barn í eini krubbu,men tað eru bert vit, sum kunnu aktivera ella deaktivera passorðið.
So antin er barnið bara eitt barn eina ferð í fornu øld, ella er barnið mín bjargalína ella sagt á modernaðum føroyskum - mín app, sum er :
”ritað mær í hjarta” !