“Menn í kjóla” – uttan kjóla
Tveir av yngru prestunum, 34 ára gamli Ovi Brim og 35 Jákup Erlingsson Petersen, hava tikið stig til ein nýggjan pall at kunngera sín boðskap sum prestar, og tað gera teir undir skemtiliga heitinum “Menn í kjóla”, sum líka nógv sipar til “Menn í [presta]kjóla”.
Ovi er sóknarprestur í Nes prestagjaldi og Jákup í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, men við poddinum “Menn í kjóla” ganga teir nýggjar leiðir, um vit hugsa um, hvussu prestar í føroysku kirkjuni kunnu dagføra og nútímansgera sítt virki, so tað eisini kann fevna um annað og meira enn tað, vit vænta okkum, tá prestur er í sínum prestakjóla.
“Menn í kjóla” kunnu upplivast á Facebook, og er hetta eitt hugskot, Ovi og Jákup hava umhugsað í longri tíð, og teir dylja ikki fyri, at støðan við koronu hevur skundað undir hugskotið, tí tað læt líkasum upp fyri boðan á internetinum við video og ljóði.
– Fremsta orsøkin til, at vit gera hetta, er at vit hava nakað upp á hjarta, sigur Ovi Brim í fyrsta poddinum, har teir báðir eisini greiða eitt sindur frá serliga heitinum á nýggja poddinum.
– Vit eru báðir prestar og prestakjólin er okkara arbeiðsbúni. Kjólin kann sjálvandi skapa eina frástøðu, men millum annað á ellisheimum uppliva vit tað øvuga, at prestakjólin fær eldri fólk t rakna við, tí nú er prestur her.
Gerandislig evni
Teir siga báðir, at eitt hugskot aftan fyri “Menn í kjóla” er, at í poddunum kunnu teir kanska tosa eitt sindur meira vanligt um tey ymsu evnini, teir fara at taka upp. At hetta alt fer fram í eitt sindur avslappandi stíli, verður kanska ikki minst undirstrikað av, at teir í poddinum ikki eru í prestakjóla, men gerandisklæddir.
– Tað, sum vit fara at taka upp í poddinum, kann vera gerandislig evni á ymsum økjum, so sum okkurt, ið rørir seg í samfelagnum ella tíðindunum og sum fólk eru upptikin av, leggur Jákup Erlingsson Petersen aftrat.
Spentir vóru teir mikudagin, tá ið teir løgdu fyrsta poddin út, tí har staðfestu teir, at teir ikki heilt vistu, hvat hetta blívur til, hóast teir søgdu seg hava eina hóming.
Og ikki kann sigast, at teir báðir ungu prestarnir liggja teir á boðunum, tí bara hálvanannan tíma eftir at fyrsti poddurin var komin út, kom tann næsti, har teir viðgjørdu eitt serstakliga aktuelt evni, tí í góðar ellivu minuttir skiftu teir báðir orð um føstuna í breiðari merking.
MYNDATEKSTUR:
Sóknarprestarnir, Ovi Brim og Jákup Erlingsson Petersen, ganga við nýggja poddinum “Menn í kjóla” spennandi leiðir og viðgera bæði andalig og gerandislig evni á ymsum økjum.
Orð: Hilmar Jan Hansen.